forfall í løtuni. Annars hava fleiri ung nýtt høvi at tosa við meg í seinastuni um ungdómspolitikk, og tað dámar mær væl, tí tað er neyðugt við einum dialogi millum ungdómin og politikararnar. Tit halda ivaleyst [...] settan av, og tí kann kommunan nú fara undir at arbeiða við ungdómsviðurskiftum og at seta ein ungdómsleiðara, sum saman við tykkum skal virka fyri at fáa eitt gott "ungdómshús" í Klaksvík. Mín vón og ætlan [...] tykkum í eitt felag, og síðani koma á tal við Býráðið undir skipaðum viðurskiftum, soleiðis at vit í felag finna eina góða loysn, tí tað hevur stóran týdning fyri okkum øll, at børn og ung trívast í Klaksvík
má sigast at vera ein sending fyri ung, ung fólk og annars øll við ungum sinni. Hetta er ikki humor á høgum intellektuellum stigi, og tað skal tað heldur ikki vera, og tí eru tað sjálvandi nøkur, ið kanska [...] Vit hava fingið verbalan bank frá onkrum, og onnur hava róst okkum nógv, so tað hevur verið ógvuliga ymiskt - Ja, vit hava fingið onkran destruktivan kritik og nógvan konstruktivan kritik. [...] Hyggjararnir ella tit? - Vit. Tað er sera stuttligt at gera sendingina, serliga tá tað gongur væl, og luttakararnir eru lívligir. Men eg vænti at hyggjararnir eisini hava tað stuttligt onkuntíð. Grundtankin
fyri politiskum arbeiði millum ung, og vit vilja eisini eggja ungum til at koma uppí politiskt arbeiði, sigur Jóannes Vitalis Hansen, ið er formaður fyri Unga Tjóðveldi og hevur verið við til at fyrireika [...] áhugafeløg og smátjóðir. Høvið verður at seta Birgir spurningar. Kl. 15 verður kjak á skránni, ið Høgni Mohr og John Brian Hvidtfeldt skulu halda skil á. Innlegginum koma frá framløgunum um morgunin, og høvið [...] fyrireika stevnuna. Ráðstevnan er fyrst og fremst ætlað ungum, ið ikki eru limir, soleiðis at tey kunnu gera sær eina mynd av, hvussu feløgini eru og hvat tey hava at siga. Tað skal tó ikk skiljast soleiðis
veksur ferðin og ruðuleikin ekspansivt gjøgnum leikin. Tilgjørdi veruleikin hjá tí heldur sermerkta hýruvognsførarunum gerst støðugt meira fløktur, og svarið á spurninginum, um hvør var hvør og hvar, verður [...] uppdiktaða skápsbøssanum og øllum hinum, vit knýta afturat hesum. Leikurin leggur heldur ikki fingrarnar ímillum og nýtir hesi í føroyskum høpi meira djarvnu evni til fulnar, og hetta er eisini eitt av [...] hann er bøssi og sær út sum ein bøssi, og hetta er stuttligt. Leikliga stendur Hallur Hjallgrímsson seg sera væl sum tann nógv uppbidni hýruvognsførarin. Hann er miðpunktið í leikinum, og tað ber ikki til
viðgerðarøkið, og rákið er, at tvørfakligt samstarv er ógvuliga munadygt og at úrslitini av viðgerð eru betri, tá ið viðgerðartilboðini eru sundurgreinað og tilboð eru serliga til eitt nú kvinnur og ungar misnýtarar [...] Gongdin í Føroyum eins og uttanlands er, at talið á kvinnum, yngri kvinnum og smábarnamammum, sum drekka, er nógv vaksandi. Hetta vísa bæði Finnur Helmsdal, barnaverndarlimur í Havn, og Erna S. Hákonardóttir [...] sannførdur um. Og Erna S. Hákonardóttir er samd. Hon heldur, at tað hevur bráðskund at skipa eitt serligt tilboð fyri kvinnur, eins og gjørt verður aðra staðni. Misnýtslan er so nógv merkt av skomm og fordómum
Jú, so er, og alt hetta hevur eittans endamál- at finna grundleggjandi trupulleikan, loysa hendan og harvið veita neyðugu hjálpina. Hvat gera vit so við barnið? Hvørt ár koma kvinnur og hjún til lækna [...] degi, tá Føroyar verða landið, har politikarar og læknar seta æru sína í at veita mammum, foreldrum og børnum ta hjálpina, ið skal til fyri at gera føðiundrið og gleðina fullkomna. [...] úr trygga umhvørvi tess- lívmóður mammunar- og noktar tí rættin til lívið. Í staðin fyri at seta kanningar í verk fyri at finna grundleggjandi trupulleikan og loysa hendan, so velur man í hesum føri at
saman umborð á hesum risatrolara. Og einki løgið er heldur í tí. Har nógv ungfólk samlast, tað veri seg á landi ella á sjónum, vil lagnan tað viðhvørt soleiðis, at tvey og tvey finna saman. Tað er lívsins [...] Nærabergi, telir út við 80 fólk, harav konufólkini eru uppi í 25 í tali á hvørjum túri, tey flestu ung og leys. Fyrstu ferð undirritaði hoyrdi um, at konufólk eru ein fongur á eini skipsverksmiðju, var umborð [...] fiskivinnubýnum, Vigo í Spaniu í 1985, sóu vit nakrar kvinnur í góðveðrinum sita á bryggjuni og bøta ógvuliga fín og tøtt gørn. Tá helt Karl Andreassen, sum var formaður í fiskivinnuráðnum í mong ár, fyri,
nevndarlimir, eftir at Finnur Jensen og Durita Hansen í ár stóðu fyri valið. Eyðna Vidtfeldt og Jóhan Petur Johannesen eru nýggir nevndarlimir, og frammanundan sita Maud Poulsen og Karina Fagralón í nevndini Nevndin [...] februar blivu tríggir nýggir limir valdir inn í nevndina. Hesi eru Olav Enomoto, Jóhan Petur Johannesen og Eyðna Vidtfeldt. Michael Jensen, ið hevur verið formaður í fýra ár, stillaði ikki uppaftur til for [...] kassameistari Maud Poulsen, skrivari Eyðna Vidtfeldt, nevndarlimur Tiltakslimir eru:Finnur Jensen og Michael Jensen Formaður Sambandsfloksins, Lisbeth L. Petersen, var við á fundinum, har hon legði upp
nærkaðist, og hinvegin at síggja skuffilsi tá tap er í eygsjón og kongurin má leggjast. Góður og hugnaligur stemningur var millum børnini, og glað vórðu tey sanniliga tá heit pizza-stykkir og sodavatn varð [...] Alvin hevði um 20 min. Riddaraendatalvið tyktist fløkjasligt og óklárt, og tí gjørdi Finnbjørn helst tað rætta við at ongan kjans taka, og avviklaði tískil støðuna til teoretiskan javnleik, sum viðførir [...] skora í 1. deild. Vestmenningar telvaðu væl, og vunnu uppibornan sigur á havnarmonnum. IM John Rødgaard og John Jacobsen vunnu á ávíkavist Carl Eli N. Samuelsen og Olaf Berg. Javnleikirnir vóru sera áhugaverdir
dansigentir og nógvir, nógvir statistar. Statistarnir vóru øll ung fólk, sum vóru funnin í onkrum av fólkaskúlunum í Havn. Hesi ungu skuldu í fleiri tímar dansa, smílast og hugna sær. Og sjálvandi gera [...] flestu vorðin eitt sindur troytt og fóru heim at leggja seg. Men nøkur vóru tó eftir, og hildu tey á eina løtu afturat. Røkka útum Føroyar Steintór Rasmussen, stigtakari og samskipari, sigur, at endamálið [...] nur var sjálvandi Brandur sjálvur, sum í sjónbandalagnum bjóðar nógv lív, eina góða søgu og ikki minst góðan og frískan tónleik. Nógv fólk Um 120 fólk vóru knýtt at øllum rokilsinum sunnukvøldið. Runt