Hann eitur Næraberg, men onkur hevur í skemti rópt skipið ?Paraberg?. Tað fara vit ikki at gera í hesi greinini. Tó skerst ikki burtur, at nøkur ungfólk hava funnið saman umborð á hesum risatrolara. Og einki løgið er heldur í tí. Har nógv ungfólk samlast, tað veri seg á landi ella á sjónum, vil lagnan tað viðhvørt soleiðis, at tvey og tvey finna saman. Tað er lívsins gongd, plaga vit at siga.
Manningin umborð á risatrolaranum, Nærabergi, telir út við 80 fólk, harav konufólkini eru uppi í 25 í tali á hvørjum túri, tey flestu ung og leys.
Fyrstu ferð undirritaði hoyrdi um, at konufólk eru ein fongur á eini skipsverksmiðju, var umborð á Andriasi í Hvannasundi á fyrsta túri hjá skipinum í 1986. Hendan túrin var Agga í Garðastovu skipari, tí Mortan Johannesen lá sjúkur.
Tá vísti Agga til norskar kanningar, sum søgdu, at konufólk í miðal arbeiða fleiri prosent skjótari enn mannfólk á eini verksmiðju.
Men umborð á Andriasi í Hvannasundi var einki konufólk. Tó skulu vit ikki siga, at tað var orsøkin til, at skipið endaði á útlendskum hondum!
Á eini fiskivinnustevnu í fiskivinnubýnum, Vigo í Spaniu í 1985, sóu vit nakrar kvinnur í góðveðrinum sita á bryggjuni og bøta ógvuliga fín og tøtt gørn. Tá helt Karl Andreassen, sum var formaður í fiskivinnuráðnum í mong ár, fyri, at so kvikar fingrar hevði hann ongantíð sæð áður. Hann legði aftrat, at eingin føroyskur trolmaður hevði megnað at tikið hesar kvinnurnar við nálini!
Men tær vóru vanar við júst hetta arbeiði.
Lívsins skúli
Vanliga plaga vit at siga, at tá ið ungdómar fara til skips, so er hetta lívsins skúli fyri teir. Mangur ungdómur hevur ment seg nógv umborð á skipi og uttan mun til, hvør lívsleiðin verður, er tíðin á sjónum oftast ein góð barlast at hava við sær í skjáttuni.
Í so máta hevur Næraberg tey tvey árini, hann hevur verið í Føroyum, havt stóran týdning fyri ungdómin, sum hevur gingið í ?lívsins skúla? umborð á hesum skipi.
- Fleiri av hesum ungu hava ikki verið til arbeiðis áður. Tí er greitt, at tíðinumborð hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri tey, sigur Manbjørn í Grund, skipari, sum er heima hendan túrin.
Hann vísir á, at hetta serliga hevur verið ein góður og kærkomin møguleiki hjá teimum ungu gentunum, sum ikki í so stórum tali vóru slopnar at royna sjólívið, um vit ikki høvdu Næraberg.
- Men hetta hevur so sanniliga eisini verið ein kærkomin møguleiki hjá nógvum ungum dreingjum, sigur hann.
Túr eftir túr
Skiparin sigur, at ymiskt er, hvussu leingi tey ungu og tá serliga genturnar eru við Nærabergi.
- Onkur fer í land eftir fyrsta túr, men nógvar trívast væl og eru umborð leingi. Tær fara avstað aftur túr eftir túr. So hvørt, tíðin gongur, kunnu tey ungu - bæði gentur og dreingir - taka støðu til, um tey vilja fara aftur í skúla ella halda fram at sigla, sigur Manbjørn í Grund, skipari.