Ungmannafelagið Samband nýggjan formann

Ungmannafelagið Samband skifti á aðalfundi seinasta vikuskiftið formannin og tveir aðrar nevndarlimir

Politikkur

Á ársaðalfundinum hjá Ungmannafelagnum Samband leygardagin 23. februar blivu tríggir nýggir limir valdir inn í nevndina. Hesi eru Olav Enomoto, Jóhan Petur Johannesen og Eyðna Vidtfeldt.
Michael Jensen, ið hevur verið formaður í fýra ár, stillaði ikki uppaftur til formanssessin. Í hansara stað kom Olav Enomoto, Vestmanna.
Nevndin fekk tveir nýggjar nevndarlimir, eftir at Finnur Jensen og Durita Hansen í ár stóðu fyri valið. Eyðna Vidtfeldt og Jóhan Petur Johannesen eru nýggir nevndarlimir, og frammanundan sita Maud Poulsen og Karina Fagralón í nevndini

Nevndin er skipað soleiðis:Olav Enomoto, formaður
Jóhan Petur Johannesen, næstformaður
Karina Fagralón, kassameistari
Maud Poulsen, skrivari
Eyðna Vidtfeldt, nevndarlimur

Tiltakslimir eru:Finnur Jensen og Michael Jensen
Formaður Sambandsfloksins, Lisbeth L. Petersen, var við á fundinum, har hon legði upp til orðaskifti um løgtingsvalið, ið stendur fyri durðum.
Felagið fyrireikar seg til løgtingsvalið, ið óiva verður sera spennandi, eisini fyri tey ungu. Sjey limir í Ungmannafelagnum Samband eru millum valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
?Ungmannafelagið vil framvegis leggja dentin á at fáa enn fleiri ung frammat í politikki, sigur Olav Enomoto, formaður.