Eg fekk eisini SMS-boð um at vera við á posthúshorninum, men var ikki har av góðum grundum, tí eg havi forfall í løtuni.
Annars hava fleiri ung nýtt høvi at tosa við meg í seinastuni um ungdómspolitikk, og tað dámar mær væl, tí tað er neyðugt við einum dialogi millum ungdómin og politikararnar.
Tit halda ivaleyst, at ov nógv verður tosað, og ov lítið gjørt, men tað hevur eisini eina frágreiðing, tí tað er nevniliga so, at alt arbeiði hjá kommununi verður gjørt eftir eini fíggjarætlan. Á fíggjarætlanini fyri 2001 vóru ongir pengar merktir beinleiðis til ungdómin, og tí kundi onki ítøkiligt gerast tað árið, uttan at leggja ætlanir og seta pengar á fíggjarætlanina fyri 2002. Hetta var fyrsta fíggjarætlan, ið sitandi býráð gjørdi.
Tað eydnaðist eisini at fáa pening settan av, og tí kann kommunan nú fara undir at arbeiða við ungdómsviðurskiftum og at seta ein ungdómsleiðara, sum saman við tykkum skal virka fyri at fáa eitt gott "ungdómshús" í Klaksvík. Mín vón og ætlan er, at ungdómshúsið skal koma skjótast gjørligt.
Ein møguleiki kundi verið at tit skipa tykkum í eitt felag, og síðani koma á tal við Býráðið undir skipaðum viðurskiftum, soleiðis at vit í felag finna eina góða loysn, tí tað hevur stóran týdning fyri okkum øll, at børn og ung trívast í Klaksvík.
Keypmannahavn, 14. februar 2002