Jú, so er, og alt hetta hevur eittans endamál- at finna grundleggjandi trupulleikan, loysa hendan og harvið veita neyðugu hjálpina.
Hvat gera vit so við barnið?
Hvørt ár koma kvinnur og hjún til lækna, tí tey ikki síggja seg før fyri at bera barnið, hon ber undir belti, í heim.
Hjá 50 av hesum høggur man ?hondina? av- man tekur barnið úr trygga umhvørvi tess- lívmóður mammunar- og noktar tí rættin til lívið. Í staðin fyri at seta kanningar í verk fyri at finna grundleggjandi trupulleikan og loysa hendan, so velur man í hesum føri at skera líðandi likamslutin (barnið) burtur.
Hví?
Hví hendan ágang móti mammuni, foreldrum og barninum?
Grundleggjandi trupulleikarnir í hesum føri eru allir lættir at loysa. Teir eru so gott sum altíð sosialir, fíggjarligir, bústaðarligir v.m., sera einfaldir, sammeta vit við teir trupulleikar, ið volda nógvar av vanligu likamstrupulleikunum.
Maria, móðir Jesusar!
Hon var ógift, ung, fátøk, men gjørdist við barn. Hon uppfylti allar tær treytir, sum í dag høvdu ført hana beinleiðis inn á sjúkrahús okkara at fingið barnið burturtikið, um hon bað um tað. Og tá hon so omaná alt segði seg hava havt vitjan av eingli, og at barnið varð gitið av Heilaga Andanum- ja, tá var sakin heilt greið, hon hevði fullan rætt til fosturtøku, hon var jú vorðin heilavill.
Men Maria var hin fyrsta, sum bjóðaði Frelsaranum vælkomnum í lív sítt! Hon tók ímóti honum, hýsti honum, bar hann í heim og aldi hann upp.
Vælsignað verði Maria!
Ei undur í at mótstøðumaðurin hevur leika í síðan hendan dagin- móti óføddu og føddu børnunum. Hann byrjaði beinanvegin, gjøgnum Heródes myrdi hann í túsundatali av javnaldrum Jesusar, upp gjøgnum tíðirnar hevur hann hildið á, og í dag slátrar hann dagliga í hundratúsundatali í móðurlívi. Eg ivist onga løtu í, at tað er blint hatur móti Jesusi, ið drívur verkið.
Dreymur okkara í Miðflokkinum
Vit síggja fram móti tí degi, tá elskaða, vakra móðurland okkara, Føroyar, verður fyrsta staðið í heiminum, har øll tey børn, ið gitin verða, verða boðin vælkomin til lívið. Síggja fram móti tí degi, tá Føroyar verða landið, har politikarar og læknar seta æru sína í at veita mammum, foreldrum og børnum ta hjálpina, ið skal til fyri at gera føðiundrið og gleðina fullkomna.