Renn fyri vívinum, flenn í kíki

Láturin steðgaði mestsum ikki, tá Havnar Sjónleikarfelag og Spírar høvdu Renn fyri vívinum á skránni fyri fyrstu ferð

Ummæli

Renn fyri vívinum er eitt hugtak, ið hjá mongum hevur fingið ein nýggjan týdning eftir at hava vitjað Sjónleikarhúsið í Havn. Leygarkvøldið var fyrsta sýningin spæld fyri innbodnum í Sjónleikarhúsinum.
Leikurin snýr um tað heldur øðrvísi tilveruna hjá hýruvognsførarinum John Smith. Hann hevur nevniliga einki minni enn tvær konur, ið hann goymir burtur í hvør sínari íbúð, og eingin teirra hórar nakað ilt. At hava tvinnar konur krevur nógva og gjølla planleggingin, sum hóskar væl til yrkisleiðina hjá John. Í einum óhepnum óhappi kemur ólag í tíðarætlanina hjá John, og ólukkuliga kemur hann til at uppgeva báðar sínar bústaðir. Her frá er leikgongdin tann reini ruðuleiki, har eitt sindur av hvørjum hópar seg upp, og tað gongur ikki stillisliga fyri seg.
Leikurin er nógv merktur av teirri nógvu ferðini. Leikararnir reika runt á pallinum sum stóð heimurin á høvdinum. Replikkirnar flúgva runt á pallinum frá einum leikara til annan við øgiligari ferð. Sum tað eisini ofta er í einum tílíkum glantrileiki veksur ferðin og ruðuleikin ekspansivt gjøgnum leikin. Tilgjørdi veruleikin hjá tí heldur sermerkta hýruvognsførarunum gerst støðugt meira fløktur, og svarið á spurninginum, um hvør var hvør og hvar, verður allatíðina endurnýggja.
Tað varð sagt undan leikinum, at tú skal hyggja eftir leikinum fyri moralin í leikin, og hetta kundi ein og hvør sannað, eftir leikurin var liðugur. Hald teg til eina konu eru ráðini. Tað skal eisini sigast, at leikurin ikki er nøkur minnilig søga, ið verður liggjandi innnaborða í longri tíð. Leikurin stílar eftir at vera skemtiligur, og tað er hann eisini. Tú flennir veruleikanum í kíki, og Sjónleikarahúsið livdi veruliga, tá ørskapurin á pallinum fekk smílibondini at toyggja seg. Leikurin er eisini stuttligur frá byrjan. Byrjan á ruðuleikanum gerst eisini byrjanin til láturin, sum eisini javnt og samt heldur fram til leikurin endar.
Evnini eru sex, bøssar, bigami og eitt sindur meira av tí fyrsta. Í so máta er leikurin eisini rættliga nýtmótans. Tað er stuttligt at flenna at tí veruliga bøssanum, tí uppdiktaða skápsbøssanum og øllum hinum, vit knýta afturat hesum. Leikurin leggur heldur ikki fingrarnar ímillum og nýtir hesi í føroyskum høpi meira djarvnu evni til fulnar, og hetta er eisini eitt av tí, ið heldur leikinum. Tað ber til at flenna hesum, og bara sjónin av samkynda grannanum fekk desibellini at rúka upp millum áskoðarnar, ið ung sum eldri flentu tað, tey áttu.
Meira tú setir teg niður at hugsa um søgugongdina eftir leikin, gerst hon meira og meira minniment, men tað er ikki við hesum fyri eygað, at tú skalt seta teg í stólin í Sjónleikarhúsinum.
Tær áttá leikararnir eiga rós uppiborna fyri gott samanspæl. Leikurin er samansettur av átta ymsum typum, ið sum leikurin gongur fara at líkjast meira stereotypum. Har er tað serliga leiklutirnir hjá teimum konunum, ið gerst ov einstáttað í longdini. Tað sama er galdandi fyri løgreglumenninir, sum tó báðir sleppa rímiliga væl frá avrikunum. Við bøssanum er tað jú tað, at hann er bøssi og sær út sum ein bøssi, og hetta er stuttligt. Leikliga stendur Hallur Hjallgrímsson seg sera væl sum tann nógv uppbidni hýruvognsførarin. Hann er miðpunktið í leikinum, og tað ber ikki til at siga annað enn, at hansara sjónleikaraevni eru framúr.
Eisini eiga bæði leikskrá og pallur at fáa rós. Ein serlig rós fer eisini til handritið, ið tekur enska humorin og dagliga til Føroya í heilum líki.
F.A.H.O.F. Farið at hyggja og flenni.