Botnfiskar svara

Hvør hevur tað stuttligari? Hyggjararnir ella tit?<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


- Vit. Tað er sera stuttligt at gera sendingina, serliga tá tað gongur væl, og luttakararnir eru lívligir. Men eg vænti at hyggjararnir eisini hava tað stuttligt onkuntíð. Grundtankin við allari sendingini er faktiskt, at tá vit hava tað stuttligt, so hava hyggjararnir tað eisini stuttligt.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Hvønn vendir sendingin seg til?<o:p></o:p>


- Hetta má sigast at vera ein sending fyri ung, ung fólk og annars øll við ungum sinni. Hetta er ikki humor á høgum intellektuellum stigi, og tað skal tað heldur ikki vera, og tí eru tað sjálvandi nøkur, ið kanska halda tað vera eitt sindur býtt.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Hví er sendingin bygd upp sum ein spurnarkapping?<o:p></o:p>


- Tí fólk vilja hava kappingar. Nærum allar undirhaldssendingar eru kappingar av einum ella øðrum slag. Tað vísir seg at vera væl dámt at síggja fólk kappast um eitthvørt.<o:p></o:p>


- Spurnarkappingin er okkara reyði tráður, sum vit fara frá við jøvnum millumbilum, men altíð kunnu venda aftur til. Men hyggur man eftir sendingini sum heild, so er spurnarkappingin bara ein lítil partur av henni. <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Hvat er tann torførasta avbjóðingin tit hava sett hvørjum øðrum?<o:p></o:p>


- Fyri mítt viðkomandi var tað tá Tróndur bað meg ringja til løgmansskrivstovuna við einari bumbuhóttan, og tá eg varð biðin um at strippa á Ellisheiminum kom eg eisini í eina svára støðu, sigur Jens Tummas.<o:p></o:p>


- Eg fekk at vita at eg skuldi leypa á sjógv eftir einum hundraðkrónuseðli, sum Jens Tummas blakaði út.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Hvat hava fólk sagt um sendingina?<o:p></o:p>


- Vit hava fingið verbalan bank frá onkrum, og onnur hava róst okkum nógv, so tað hevur verið ógvuliga ymiskt<o:p></o:p>


- Ja, vit hava fingið onkran destruktivan kritik og nógvan konstruktivan kritik.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>