mætari út, enn at hol er við at koma á hesa fyri føroyska samfelagslikammið so týðandi meginlívæðr, samferðslunakervið sum so. NÚ er tað fyrst og fremst Sandoyarsiglingin, sum hevur verið umrødd. Tróndur [...] veruleikanum er hetta ein nógv størri trupulleiki enn eitt nú landsstýrismaðurin í samferðslumálum ger hann til. Í veruleikanum tosa vit ikki um at lappa hol her og der, men at fara so langt sum at skifta út [...] samfelagið og hesi røkja nakrar uppgávur, sum er alneyðugar. Men sálin - um ein kann siga, at land og fólk okkara hevur eina sál - tað eru bygdirnar og tey pláss kring landið alt, sum heilt náttúrliga føra
spenningurin. Tað er sum at skula sanna orðini, at tá vónirnar til eitt ávist eru skrúvaðar so nógv upp, so kanst tú næstan bara gerast vónsvikin. LAT okkum nú síggja og hoyra, hvat útlendskir ummælarar [...] Men vit kunnu tó siga so mikið, at talan er um ein stórfilm, tann fyrsta nakrantíð, sum vísir Føroyar og føroyingar. Hann er avbera vakur og kensluríkur og hevur uttan iva nógv at bjóða ikki minst einum [...] Norðurlandahúsinum sunnudagin. Hesi ummæli hava verið ymisk, tó at tey í høvuðsheitum eru positiv. FÓLK, sum Sosialurin tosaði við eftir sýningina í Norðurlandahúsinum, vóru sum heild sera væl nøgd við
viðurskiftum, sum vit einki kunnu gera við. Men vit kunnu so brúka vit og skil og ein góðan vilja til at røkka so langt, sum nú tilber. Uttan vilja koma vit so onga leið. Hví ikki stinga út í kortið ein landspolitikk [...] fólkini fóru í aftur arbeiðsklæðini á fiskavirkinum á Sandi, vísti okkum øllum, hvussu nógv tað hevur at siga fyri eitt fólk, eina bygd og eina oyggj, at tað finnast arbeiðpláss, at har er virksemi. Gleðin og [...] følnar alt, kom so væl til sjóndar í hesum myndum, at vit kunnu bert fegnast saman við sandoyarfólki og vóna, at Sandoyarætlanin verður at sigra í framtíðini eisini. Í blaðnum í dag gera vit nógv burtur úr hesi
erð í 35 ár, síðini teir í 1962 vunnu FM-heitið. Hví gongdin hevur verið so eru ivaleyst nógvar orsøkir til, men fyri B36-fólk hevur tað kenst svárt at missa FM-heitið tætt undir landið fleiri ferðir. [...] spælt góðan og positivan fótbólt og higartil hava teir bert einaferð tapt. Tað er eingin tilvild at so er, tí B36-liðið er mannað við slíkum spælarum, sum hvør sær kunnu nakað og sum saman skapa eina sterka [...] fallin, men tey vistu væl, at B36 í ár helst hevur havt sítt besta lið nakrantíð. B36 HEVUR gjørt nógv við venjingina og tað sæst aftur. Teir hava vunnu teir tættu og avgerandi dystirnar her móti endanum
tískil floymdu uttanlandslánini inn yvir okkum. Nógv av teimum vóru forhondslán, sum vórðu sett í føroysku bankarnar, og bankarnir skulu jú vinna pening, so útlán vórðu bjóðað einum og hvørjum, líka mikið [...] TAÐ er at fegnast um, at vit hava fólk í landinum, sum tora og duga at siga sína meining. Ein av teimum er Birgir Danielsen, sum Sosialurin hevði eina samrøðu við mikudagin. Umframt at vera stjóri í F [...] Fiskasøluni í mong ár var hann eisini nevndarformaður í Sjóvinnubankanum, so hann var ein av teimum týðandi í samfelagnum í sjeyti- og áttatiárunum. SOSIALURIN spyr Birgir Danielsen um tað ikki hevði borið
misáliti og virðing avloyst av vanvirðing. NÚ hava vit so fingið eina drúgva frágreiðing, har - um ikki alt kemur fram í dagsins ljós - so tó so mikið, at nógv av tí øsing, sum hevur verið móti føroyingum í longri [...] Latið okkum fáa hesa kanning frá hondini við at lata øll tey, sum so ella so hava borið seg skeivt at, fáa tað at vita. Latið okkum so royna at byggja upp aftur tað álit, sum fór í øllum hesum meldrinum [...] ein høvuðsatvoldin til alla hesa ólukku. Júst orðið arroganca dekkar hetta so væl, tí hesi betrivitandi og sjálvupptiknu fólk hava ongantíð sett teir røttu spurningarnar og hava heldur ongantíð víst nakra
millum tvey fólk! Er veruleikin veruliga so einfaldur, sum hann her verður gjørdur til Nytoft! Tú er einki frægari enn teir donsku embætismenn, politikarar og ávís fjølmiðlafólk, sum hava so avgjørdar meiningar [...] millum vanligar føroyingar og danir longu eru vorðin so forpestað av illgitingum, tørvandi vitan, óndskapi og fyri ikki at sigat rasismu, at tað skal nógv til fyri at byggja uppaftur sínamillum álitið. Hetta [...] eru so hesi fólkini, sum brúka politiskar gølur og ósemjur til at seta vanliga danan upp móti føroyingum og øvugt! EIN teirra eitur Ole Hyltoft. Grein hann hevði í Ekstrablaðnum 7. januar í ár er so ni
brúka egnu orð løgmans - at tað er óbúgvið ikki at vilja dialogin - antin talan so er um danir ella bretar. Men løgmaður hevur so valt at brúka ?tað seinasta hálva árið? til at fáa bretar at innsíggja, at teirra [...] gleðiligt at hoyra, at hægsti danski politikarin vil hjálpa okkum í marknatrætuni. Spurningurin er so, um hann er førur fyri at gera nakað. Ella spurningurin er kanska heldur: hvat vilja vit og her er [...] sum hevur seinasta orðið, hvat vilja vit hava hann at gera! SAMRÁÐINGARNAR við bretar hava nú vart í nógv ár, uttan at partarnir eru komnir á mál. Tað eru tey, sum halda, at tað var sera heppið, at samrá
ríkispartarnar aftur gerast góð og fyrimyndarlig. HETTA ljóðar so gott so gott alt samalt. Men hví hava latið tøgnina og harvið gitingarnar valdað í so mong ár við tí úrsliti, at hesi hava forpestað viðurskiftini [...] fyri eini slíkari óhepnari gongd. NÚ kom so lítið ítøkiligt fram á tíðindafundinum og úr teimum samrøðum, sum hava verið við forsætisráðharran, at her er ikki so nógv at gera viðmerkingar til. Men vit halda [...] menniskju ella fólk. Nettup tørvurin á dialogi og tær mongu skýmaskotsavgerðirnar í donskum ráðharrastovum í 90-árunum hava brotið niður tað álit og virðing, sum tygum Poul Nyrup Rasmussen nú leggja so stóran
men tá løgmaður breggjar sær so nógv av øllum tí fantastiska, sum hann og sambandsflokkurin hava gjørt fyri Føroyar - gloymir hann so ikki, at eisini aðrir flokkar og fólk hava roynt at fáa bilbukt við [...] hjá Edmundi Joensen, løgmanni. EIN nýggjársrøðu hjá Føroya hægsta manni eigur at skoða yvir land og fólk sumvóru hesi ein heild. Hon eigur at bera boð um, at samanhald gevur styrki. At undirstrika okkara [...] odda hevur verið. Meðan alt gekk tann skeiva vegin ella stóð í stað, áðrenn sambandið tók við í 94, so er alt hetta broytt til tað betra, nú sambandsflokkurin hevur stýrt í fýra ár. ÁLVARATOS harra løgmaður