Klakstein ikki á landsliðnum. Hon hevur givið avboð. Liljan av Fløtum Petersen var ikki við í tveimum teimum fyrstu dystunum. Nú er hon í ferðalagnum í Gøteborg, og tað er sannlíkt, at tað verða hon og Malena [...] førinum var talan um 7-2 tap ímóti Skotlandi, sum var frammanfyri 5-0 eftir 1. hálvleik, og sum á odda 7-0, áðrenn Føroyar og Heidi Sevdal skoraðu tvey mál og harvið rættuliga pyntaðu um úrslitið [...] úrslitið. Í seinna førinum var talan um 6-0 tap á útivølli ímóti Póllandi, sum skoraði fyrsta málið longu í 2. minutti, og sum var frammanfyri 4-0, tá ið ein hálvur tími var farin. Og nú bíðar Svøríki, sum higartil
sjálvan. so sigur gamalt orðatak og helst er nakað um tað. Nú skal standmynd, nei tríggjar standmyndir, reisast til minnis um Sigmund Brestisson. Til minnis um henda niðingsmann sum sveik sítt land og gjørdi [...] við nýggju trúnni og tiggja lív? Ikki var annað val. Frammanundan hevði hann tikið politiska frælsið, sum tó helst bert var valafólki unnt, frá teimum, og nú tók hann so eisini trúarfrælsið frá fólkinum [...] heidnari trúgv og játta tína trúgv á hvítakrist? Ikki haldi eg tað. Ikki kann sigast at maður sum fer fram á slíkan hátt er kristin. Og hvussu kann maður sum ikki er kristin sjálvur kristna nakran? Hesin maður
fiskiskipaflotan, sigur hon. Kríggið í Ukraina fyllir sjálvsagt nógv, og tað er ikki sørt, at tað órógvar. - Jú, hetta er sjálvsagt nakað, vit hugsa um og sum vit eiga at hugsa um, serliga við atliti til [...] nýbygningur. Tað sigur Elisabeth Eldevig Olsen hjá Framherja í Fuglafirði. Hon ásannar, at góða gongdin hjá felagnum hevði ikki borið til uttan nógv og góð fólk, og tað er júst hetta, sum eyðkennir manningar [...] Barentshavinum, nú gamli Akraberg ikki ger nakran túr aftrat, sigur Elisabeth Eldevig Olsen: - Akraberg hevur fiskað væl tað, ið farið er av hesum árinum, og tí vænti eg ikki, at tað verður nakar trupulleiki
her var hon til Jógvan doyði í 1925. Tá fer hon til dótrina Onnu Martinu og doyr í 1933, 71 ára gomul. Arnleyg og Tummas skrivaðu, at gøtufólk vóru sera vónbrotin um, at avrikið hjá Óla Jákup ikki hevur [...] átta monnum. Millum hesar var tann bert 32 ára gamli Martinus. Nú festir Hans Petur 19 ára gamal. Hann giftist 29 ára gamal Elspu Poulsen, f. 28. 11. 1867 úr Úti Guttastovu í Syðrugøtu. Hon var dóttir Poul [...] Gøtu vistu at siga frá, hvussu avbera ríkur hann var, og so var hann so fínur! Í 1880 giftist Óla Jákup við Onnu Sofíu úr Bartalstovu í Syðrugøtu. Hon var dóttir Skúla-Jógvan. Í 1881 fekk hann handilsbræv
Stjørnan ikki havt Alinu Olaru á vinstra bakki leygardagin, hevði úrslitið neyvan verið tað sama. Tað kann ikki sigast at verða annað enn ein fongur fyri Stjørnuna, at hon er komin úr StÍF, tí hon helt k [...] sum sótu væl at merkja. Tá ið tað ikki stóð á jøvnum, var tað tó Stjørnan, ið var á odda við tí eina málinum, men sum hvørja ferð eydnaðist tað vágbingum at javna. Ikki fyrr enn fýra minuttir fyri dystarlok [...] tað var ógvuliga spískt, og Lidija í málinum hjá Stjørnuni hevði ikki stórvegis trupulleikar av at bjarga tí royndini, og harvið endaði steypið í Klaksvík! Spennandi men ikki væl leikt finala Ikki kann
hetta var ein søga um eina kvinnu í einum mansdomineraðum politiumhvørvi, men rímiliga skjótt hildu vit heldur, at tað skuldi snúgva seg meira um menniskjað Sarah Lund – og ikki endiliga um, at hon er ein [...] nógv av frammanundan. Eg vildi verða ein kvinna, sum var minni kvinnulig - ikki tosaði so nógv, og ikki var so nógv stýrd av sínum kenslum. Tað var ein stór avbjóðing fyri meg, men vit fingu skapt ein [...] tippa og vedda um, hvat tað endar við. Tað er stuttligt. Eg kann ikki ringja eftir einum hýruvogni, uttan at eg verði spurd um, hvør mordarin er. Áhugin fyri sendirøðini snýr seg serliga um, hvussu morðgátan
Hann varð ikki afturvaldur við seinasta val, hóast bara 20 atkvøður manglaðu í, og fer ikki at stilla upp aftur til komandi val. ?Eg meti hetta vera røttu løtuna at gevast. Eg havi fylt 66 ár, um eg livi [...] livi, tá val verður aftur, og heilsan er ikki líka góð, sum hon hevur verið, greiðir Jógvan Adolf Johannesen frá. Tað stendur so vánaliga til við rygginum, sigur hann, at tað gongur illa at dansa føroyskan [...] dansifeløgunum í Føroyum. Tað er nú ikki so galið kortini, at maðurin púra er fyri ongum. Hann hevur ivaleyst at triva í sum reiðari á partrolaranum Eysturbúgvanum. Tað var hart at vera tingmaður í nítiárunum
ferðir var nær við, og serliga var tað Jacklin Durhuus hjá VÍF, ið gav verjuni hjá vágskvinnum høvuðbrýggj. Við sínum kvikleika smeyg hon sær frá verjuni hjá heimaliðinum, og fýra ferðir fekk hon sent bóltin [...] og lítið var um trúføstu áskoðarafjøldina hjá heimaliðnum. Tað gekk tó ikki long tíð, so kom lív í aftur, tí heimaliðið gjørdi ein vørr beint eftir hetta og skeyt fýra mál á rað, so at VB nú var á odda 17-14 [...] Fleiri væntaðu nú, at gassið var farið av ballónini hjá VÍF, men so var ikki. Teir stríddu seg inn aftur í dystin, og hóast tær ongantíð megnaðu at koma upp á javnt aftur, so var tað fleiri ferðir bert tað
í 2007. Men tað segðist, at hon hevði fingið eina openbering úr erva, so tað var sjálvsagt ikki hennara feilur. Aftaná bleiv hon spirituellur ráðgevi hjá Trump. Tað var hon eisini, tá Trump fyri opnum skermi [...] annað, sum verri er. Stutt sagt, Pete Hegseth bara endurgav krøvini hjá Putin. Um Trump/Hegseth hildu hetta, so kundu teir um ikki annað tagt, til samráðingar blivu við Putin og øll vittuggini í Kreml. Nú hava [...] knívin í bakið frá Trump og lygivættinum Hegseth. Fíggindi og ikki vinur longur? Samstundis var hoyring mikudagin í Senatinum (Ted Cruz) um yvirtøku av Grønlandi. Gaza skal vera amerikanskt, frítíðarøki
ímóti Jenis av Rana, hevði hann eina vón um, at løgreglan fór at taka eina skjóta støðu, eisini í hansara føri. - Dómurin í farnu viku er prógv um, at talan var ikki um nakað mál, sigur Jenis av Rana og tí [...] verða tikin um hansara mál. Men so einfalt er málið ikki, tí fútin sigur, at enn er støða ikki tikin til um dómurin í Føroya Rætti í farnu viku, verður skotið inn fyri landsrættin. Fútin dugir ikki at siga [...] Enn er løgreglan ikki til reiðar at taka støðu til um Jenis av Rana skal ákærast fyri at hava brotið sínar skyldur sum lækni. Tað var í oktober í fjør, at tað kom alment fram, at Jenis av Rana varð meldaður