Hondbóltur
Ein sera spennandi dystur í kvinnudeildini var leiktur í høllini í Vági leygardagin. Heimaliðið VB hevði vitjan av VÍF úr Vestmanna, og vestmannakvinnur, ið áður hava givið bæði VB og hinum oddaliðnum Stjørnuni harða mótstøðu, vóru nær við at fara norður aftur til Vestmannar við tí eina stiginum.
Javnt allan dystin
Dysturin í Vági var sera spennandi. Liðini fylgdust at kalla allan dystin, og einki var avgjørt fyrr enn í seinastu løtu. Tíðliga í dystinum legði heimaliðið seg á odda við tveimum málum, 6-4, og VÍF kom ongantíð upp á javnleik í fyrra hálvleiki aftur.
Fleiri ferðir var nær við, og serliga var tað Jacklin Durhuus hjá VÍF, ið gav verjuni hjá vágskvinnum høvuðbrýggj. Við sínum kvikleika smeyg hon sær frá verjuni hjá heimaliðinum, og fýra ferðir fekk hon sent bóltin fram við Astu í málinum hjá VB.
Í hinum endanum hevði verjan hjá vestmenningum stórar trupulleikar av spælskiparanum hjá VB, Aukse Vysniaskaite, sum skeyt ikki færri enn átta mál fyri steðgin. Umframt stóra skotstyrki, hevur Aukse eisini sera góð evnir til at bróta ígjøgnum verjuna hjá mótstøðuliðnum. Trý av málinum hjá Aukse í fyrra hálvleiki vóru tó við brotskasti.
VÍF fekk leiðsluna
VB fór til hálvleiks við minst møguligu leiðslu, 13-12, og tað gekk ikki long tíð í seinna hálvleiki, so vóru tað gestirnir úr Vestmanna, ið høvdu lagt seg á odda. Fyrst javnaði Sóley Mikkelsen til 13-13, og minuttin eftir legði Fríða Marjunardóttir VÍF á odda, 14-13, og lítið var um trúføstu áskoðarafjøldina hjá heimaliðnum. Tað gekk tó ikki long tíð, so kom lív í aftur, tí heimaliðið gjørdi ein vørr beint eftir hetta og skeyt fýra mál á rað, so at VB nú var á odda 17-14.
Fleiri væntaðu nú, at gassið var farið av ballónini hjá VÍF, men so var ikki. Teir stríddu seg inn aftur í dystin, og hóast tær ongantíð megnaðu at koma upp á javnt aftur, so var tað fleiri ferðir bert tað eina málið á muni. Støðan var bæði 18-17, 22-21, 23-22 og endaliga úrslitið 25-24, men javnleikin fingu vestmannakvinnur ikki, hóast tær høvdu ein sera stóran møguleika at javna í seinastu sekundunum. Eftir at VB hevði lagt seg á odda 25-22 fýra minuttir fyri leiklok, minkaðu Ioana Rapa og Nikolina Eyðbjørnsdóttir um munin til 25-24, og tá ið bert fá sekund vóru eftir at leika, fekk áðurnevnda Nikolina frítt at fara í skjótálopi móti VB-málinum, men hon bæði misnýtti og gjørdi yvirtraðk frætta vit úr Vági.
Hevði Nikolina skorað í tí førinum, og dysturin endaði við javnleiki, hevði føroyameistaraheitið allarhelst verið avgjørt. Stjørnan hevði so verið tvey stig framman fyri VB, og hóast VB hevði vunnið á Stjørnuni í Vági 27. í hesum, so hevði tað neyvan verið nóg mikið, tí Stjørnan hevur væl betur málmun. Allarhelst hava tær ergrað seg grønar í Klaksvík, tá ið tær hoyrdu um møguleikan hjá VÍF fyri at ogna sær javnleikin í Vági, uttan at hetta tó eydnaðist teimum.
Dysturin í tølum
VB-VÍF 25-24 (13-12)
Málskjúttar
VB: Aukse Vysniaskaite 11(4), Gurið Mortensen 4, Daiva Tomaite 4, Rannvá Augustinussen 3, Eyðbritt Krosslá 1, Margreth Augustinussen 1, Laila Jespersen 1
VÍF: Ioana Rapa 8(3), Jacklin Durhuus 5, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 3, Sóley Mikkelsen 3, Irina Radovici 3, Eydna Joensen 1, Fríða Marjunardóttir 1
Brotskøst: VB 4(4), VÍF 5(3)
Útvísingar: VB 2, VÍF 1
Dómarar: Gunnar Gregoriussen og Geir Wardum










