Enn er løgreglan ikki til reiðar at taka støðu til um Jenis av Rana skal ákærast fyri at hava brotið sínar skyldur sum lækni.
Tað var í oktober í fjør, at tað kom alment fram, at Jenis av Rana varð meldaður fyri at hava brotið sínar tagnarskyldu sum kommunulækni.
Hetta skuldi vera hent, tá ið ein ung genta í kommunulækna-viðtalu hjá Jenis av Rana skal hava fortalt honum, at pápin hevði verið ónærisligur ímóti henni.
Men ístaðin fyri at hava hildið sína tagnarskyldu, skuldi Jenis av Rana havt fortalt pápanum, hvat dótturin hevði sagt.
Í slíkum føri hevur læknin eisini skyldu at boða avvarðandi myndugleikum frá, men tað gjørdi hann heldur ikki eftir tí, sum er komið fram, og eisini tað er hann meldaður fyri.
Jenis av Rana hevur alla tíðina tvíhildið um, at alt hetta er tann beri heilaspuni og at hann onki kennur til hetta yvirhøvur.
Men hóast tað nú eru 9-10 mánaðir eitt ár síðani, at málið varð meldað, hevur Løgreglan enn ikki tikið støðu til, Jenis av Rana verður ákærdur ella ikki.
Fyrst í mai varð kommunulæknin avhoyrdur, men síðani hevur hann onki frætt aftur, sigur hann.
Karen Marie Olesen, fúti, sigur, at enn er hon ikki til reiðar at taka støðu til málið.
Og hon metir, at tað ganga nakrar vikur afturat, áðrenn ein avgerð kann takast.
Pápin, sum skuldi havt verið ónærisligur ímóti dóttrini, varð annars ákærdur, men í síðstu viku varð hann fríkendur í Føroya Rætti.
Og nú dómur er fallin í upprunanum til málið ímóti Jenis av Rana, hevði hann eina vón um, at løgreglan fór at taka eina skjóta støðu, eisini í hansara føri.
- Dómurin í farnu viku er prógv um, at talan var ikki um nakað mál, sigur Jenis av Rana og tí hevði hann vónað, at ein skjót avgerð eisini fór at verða tikin um hansara mál.
Men so einfalt er málið ikki, tí fútin sigur, at enn er støða ikki tikin til um dómurin í Føroya Rætti í farnu viku, verður skotið inn fyri landsrættin.
Fútin dugir ikki at siga, nær avgerð verður tikin í málinum um Jenis av Rana, men hon væntar at nakrar vikur ganga afturat.
Jenis av Rana er bæði politikari og lækni og tí er tað av serligum týdningi, at fólk kunnu hava álit á honum. Spurningurin er tískil um løgreglan følir eina serliga skyldu at taka eina skjóta avgerð í slíkum føri fyri ikki at leggja størri trýst á partarnar enn neyðugt.
Tað einasta, fútin vil siga í hesum sambandi, er, at avgerðin verður tikin so skjótt, sum yvirhøvur tilber.
Les eisini: Jenis av Rana: Hetta er ræðuligt at liva við.










