Mánadagin var tað ódnarveður í Danmark og Svøríki. Snimma mánamorgunin fór føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti í luftina, og seinnapartin vóru tær komnar til Gøteborg, har tað í hóskvøldið bíðar ein tann størsta og kanska tann størsta avbjóðingin, sum kvinnulandsliðið nakrantíð hevur havt á skránni.
Svøríki hevur altíð átt eitt tað besta kvinnulandsliðið í fótbólti í Europa, og tað verður á gamla Ullevi í Gøteborg, at undirtippaða føroyska liðið skal royna seg. Tá ið føroyska ferðalagið seinnapartin mánadagin kom til Gøteborg, var tað rættuligt ódnarveður. Kortini fóru tær beinanvegin at venja. Nú er veðrið munandi betri, og líkindini verða góð, tá ið fyrsta bríkslið verður hóskvøldið klokkan 19 lokala tíð, sum svarar til klokkan 18 føroyska tíð.
Hóast líkindini verða góð, so er tað greitt, at føroyska liðið leikliga kemur í satt ódnarveður.
Higartil hava Føroyar spælt tveir dystir. Í fyrra førinum var talan um 7-2 tap ímóti Skotlandi, sum var frammanfyri 5-0 eftir 1. hálvleik, og sum á odda 7-0, áðrenn Føroyar og Heidi Sevdal skoraðu tvey mál og harvið rættuliga pyntaðu um úrslitið.
Í seinna førinum var talan um 6-0 tap á útivølli ímóti Póllandi, sum skoraði fyrsta málið longu í 2. minutti, og sum var frammanfyri 4-0, tá ið ein hálvur tími var farin.
Og nú bíðar Svøríki, sum higartil hevur spælt tveir dystir. Í fyrra førinum var úrslitið 2-0 sigur á heimavølli í Malmø ímóti Póllandi, og í síðsta leygardag var úrslitið 1-0 sigur á útivølli ímóti Bosnia-Hersegovina. Sigursmálið varð skorað við brotssparki, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra umfarinum.
Málturkur
Síðani føroyska liðið kom til Gøteborg mánadagin, hevur tað ikki verið frítt, at svensku miðlarnir hava víst áhuga fyri gestunum, og tað verður tosað og skrivað um dystin í svensku miðlunum.
Samrøða var mánakvøldið við føroyska liðformannin, Malenu Joesphsen, og onkur sjónvarpsrrás hevur boðað frá, at tey ætla sær til venjingina, tá ið føroyska liðið í kvøld klokkan 19 fer at venja á Gamla Ullevi, har dysturin verður spældur hóskvøldið.
– Svenska liðið verður roknað at vera greiður favorittur. Tað er ikki at undrast á. Svøríki hevur vunnið 2-0 ímóti Póllandi, sum vit hava tapt 6-0 ímóti, og Svøríki eigur langa og glæsiliga traditión í altjóða kvinnufótbólti, umframt at onkur av svensku feløgunum hava staðið seg heilt væl í europeisku kappingunum, sigur Malena Josephsen úr Gøteborg, og hon heldur fram:
– Serligt fokus hava miðlarnir á svenska liðnum. Orsøkin er tann, at liðið hesar seinastu ferðirnar hevur havt so ilt við at skora mál. Leikliga yvirvágin hevur verið stór, og málmøguleikarnir hava ikki trotið. Men tølini siga, at tað hevur verið trupult at fáa úrtøku. Ímóti Póllandi var úrslitið 2-0, og ímóti Bosnia-Hersegovina var úrslitið 1-0, og tá varð málið skorað við brotssparki. Ímóti Póllandi var tað ikki fyrrenn í 2. hálvleiki, at tað eydnaðist at skora málini, staðfestir Malena Josephsen.
Byrgja uppfyri
At svenska liðið hevur havt so ilt við at skora mál í tveimum teimum fyrstu dystunum ber við sær, at tað nú verður roknað við og vónað, at tað skal eydnast at skora fleiri mál ímóti føroyska liðnum.
– Soleiðis verður tað sagt og skrivað. Eingin ivi er um, at tað verður roknað sum vónbrot, um tað ikki eydnast svenska liðnum at vinna sannførandi sigur ímóti okkum, so vit vita, hvat tað er, sum bíðar okkum, sigur føroyski liðformaðurin.
Og hvussu ætla tit at byrgja uppfyri trýstinum?
– Venjararnir hjá okkum hava í venjingunum lagt serligan dent á verjuspælið. Tað kann roknast við, at svenska liðið fer tilvitað at spæla upp á gjøgnumbrot í borðunum og harvið vandamikil innlegg. Tí er ein av setningunum hjá okkum at byrgja uppfyri innleggunum, men tað ræður sum heild um at varðveita skipanina av liðnum og at syrgja fyri, at tað ikki verður ov langt millum keturnar, sigur Malena Josephsen.
Onkrar broytingar
Í tveimum báðum fyrstu dystunum vóru tað teir báðir KÍ veteranarnir Malena Josephsen og Bára S. Klakstein, sum vóru miðverjar frammanfyri veteranin í málinum, Randi Wardum. Hesa ferð er Bára S. Klakstein ikki á landsliðnum. Hon hevur givið avboð.
Liljan av Fløtum Petersen var ikki við í tveimum teimum fyrstu dystunum. Nú er hon í ferðalagnum í Gøteborg, og tað er sannlíkt, at tað verða hon og Malena Josephsen, sum vera miðverjar í annaðkvøld.
Føroysku spælararnir í Gøteborg er hesir:
Anna Brimnes, AB, Bjarta O. Johannesen, B36, Sigrun K. Kristiansen, Fríðrún Danielsen, Anna Sofía Sevdal og Íðunn Magnussen, EB/Streymur/Skála, Liljan av Fløtum Petersen, Lív Arge og Heidi Sevdal, HB, Malena Josephsen, Eyðvør Klakstein, Laila Pætursdóttir, Sigrid Jacobsen, Rannvá B. Andreasen og Annika Petersen, KÍ og Oddrún Danielsen, Randi S. Wardum og Olga Kristina Hansen, Østerbro Boldklub (DK).
Anna Brimnes og Eyðvør Klakstein eru nýggjar í hópinum sammett við tær, sum vóru við í teimum báðu fyrstu dystunum. Hetta er fyrsta ferðin, at Anna Brimnes úr AB er á besta landsliðnum.
Jón Pauli Olsen og Aleksandar Djordjevic eru venjarar.