Coca-Cola kappingin
Lagt var upp til eina spennandi steypafinalu í hondbólti hjá kvinnum. Oddaliðini í landskappingini, Stjørnan og VB, hittust í finaluni, sum var leikt fyri fullsettari høll á Hálsi í Havn leygardagin.
VB reyk avstað
Nógv fólk hevði leitað sær niðan í høllini á Hálsi leygardagin, tá ið steypafinalurnar í hondbólti vóru leiktar. Longu tá ið kvinnufinalan var bríkslað í gongd, var høllin fullsett, og ógvuliga hóskandi var tað við vágbingum sunnan fyri miðjuna, og klaksvíkingum norðan fyri miðjuna.
Tað vóru gestirnir sunnanfjørðs, ið fingu væl tað betru byrjanina, og eina løtu sá út til, at finalan at kalla var avgjørd, áðrenn komið var til hálvleiks. Stjørnan fekk ikki sítt fyrsta mál fyrr enn nærum níggju minuttir vóru leiktir, og tað næsta kom heilar tíggju minuttir seinni! Tá ið 22 minuttir vóru leiktir, økti VB til 9-2, og bæði leikararnir hjá Stjørnuni og tey trúgvu viðhaldsfólkini hingu við høvdinum.
Hesa fyrstu løtuna koyrdi spælið væl hjá vágbingum, og sum ikki einaferð vóru tað tær báðar Daiva og Aukse, ið langaðu bóltarnar í netið aftan fyri neyðars Lidiju Vlajic í málinum hjá Stjørnuni. Synd var í Lidiju, tí hon hevði nakrar góðar bjargingar í fyrstuni eins væl og seinni í dystinum, men í byrjanuni av dystinum fekk hon ikki nakra serliga hjá frá verjuna hjá sær, og tvær ferðir fyrsta korterið bjargaði hon væl, men meðan liðfelagarnir hjá henni snorksvóvu, vóru vágbingar fyrstir á returbóltinum og skoraðu í aðru atløgu.
Í hinum endanum hekk einki saman hjá Stjørnuni. Vanligani eru skjótálopini eitt av sterkastu álopsvápnum hjá Stjørnuni, men tað kom als ikki gongd á tey, tí vágskvinnur vóru ógvuliga kvikar aftur at verja, hvørja ferð Stjørnan fekk bóltin. VB hevði valt at mansverja Katarinu Stepanov frá byrjan, og tí bleiv hon send út á høgra vong, meðan tær tríggjar Alina Olaru, Joan M. Djordjevic og Annika Ljósstein tóku sær av bakketuni, men tær fingu als ikki gongd á álopsspælið hjá sær. Serliga Joan tóktist sjónliga ávirkað av nervum, og tað var kanska ein ógvuliga týðandi útskifting, ið venjarin hjá Stjørnuni, Rógvi Nielsen, gjørdi tíggju minuttir fyri hálvleik, tá ið hann sendi veteranin Jastrid Gullaksen á vøllin fyri Joan í eina lítla løtu, tí eftir at Joan hevði fingið luft og kom inn aftur á vøllin, kom vend í. Bráddliga hekk tað saman hjá Stjørnuni, meðan leikararnir hjá VB tóktust alsamt meiri og meiri fjáltursstungnar. Stjørnan fekk mál aftaná mál, og í hinum endanum fór einki inn um Lidiju í málinum hjá klaksvíkingum. Ein knappan minutt fyri hálvleik, bara góðar sjey minuttir eftir at Daiva hevði lagt VB á odda 9-2, eydnaðist tað Báru Skaale Klaksstein at javna fyri Stjørnuna til 9-9! Nú var rómurin øgiligur norðan fyri miðjuna, meðan tað var sum í grøvini sunnanfyri. Tað eydnaðist tó Daivu at leggja VB á odda aftur tvey sekund fyri steðgin, men tá ið liðini bæði vóru á veg út í umklæðingarrúmini at hvíla seg, var tað eingin ivi um, hvat av liðunum hekk við høvdunum - tað vóru tær úr Vági.
Spenningur til tað síðsta
Vágskvinnur byrjaðu betur eftir steðgin. Tær høvdu leiðsluna heilt fram til miðjan seinna hálvleik, og hevði Stjørnan ikki havt Alinu Olaru á vinstra bakki leygardagin, hevði úrslitið neyvan verið tað sama. Tað kann ikki sigast at verða annað enn ein fongur fyri Stjørnuna, at hon er komin úr StÍF, tí hon helt klaksvíkskvinnum inni í dystinum leygardagin. Tey fýra málini, ið Stjørnan fekk fyrstu ellivu minuttirnar av seinna hálvleiki, vóru øll skotin av Alinu.
VB fór undir at mansverja Anniku Ljósstein stutt fyri hálvleik, og hetta hildu tær fram við eftir steðgin. Tá ið so at kalla allar skjótálopsroyndirnar hjá Stjørnuni endaðu við feilavleveringum ella øðrum bólttapi, hvíldi nógv á Alinu, men tað tóktist ikki at nerva hana.
Um miðjan seinna hálvleik fóru klaksvíkingar undir at mansverja Daivu Tomiate hjá VB, og hetta nervaði álopsspælið hjá vágbingum. Nú vóru tað tær, ið gjørdu feilir, og tá ið tær fingu roynt seg við skotum, var Lidija í málinum hjá Stjørnuni sum oftast har og fekk fatur á bóltinum. Tað skal tó sigast, at Aukse hjá VB borðreiddi við nøkrum ordans brandskotum, ið fóru sum rakettir upp í málhornið, tá ið harðast leikaði á.
Stjørnan hevði eina sera góða løtu miðskeiðis í seinna hálvleiki, og tá ið 13 minuttir vóru eftir at leika, komu tær á odda fyri fyrstu ferð í dystinum, tá ið Anna Kristina Samson legði tær á odda 16-15. Nú gekk leikur ógvuliga javnt á seinastu løtuna, og áskoðarafjøldin sat sum á nálum - tey sum sótu væl at merkja.
Tá ið tað ikki stóð á jøvnum, var tað tó Stjørnan, ið var á odda við tí eina málinum, men sum hvørja ferð eydnaðist tað vágbingum at javna. Ikki fyrr enn fýra minuttir fyri dystarlok bar til hjá Stjørnuni at koma á odda við tveimum málum, tá ið Alina skoraði upp á brotskast og legði klaksvíkskvinnur á odda 20-18, men enn var nógv tíð eftir. Nú vóru nervarnir nógvir á báðum liðum, góðar tveir minuttir fyri leiklok fekk VB brotskast og samstundis fekk liðskiparin hjá Stjørnuni, Una Olsen, tveir minuttir. Aukse hjá VB minkaði um munin til 19-20, og vágbingar høvdu ein leikara meiri á vøllinum, so alt kundi henda.
Ein minuttir var eftir at leika, tá ið ein álopsroynd hjá Stjørnuni miseydnast. Vágskvinnur fóru í álop, og tá ið klokkan vísit 29:20, royndi Aukse seg við einum skoti, sum tó ikki gav úrslit. Nú fóru klaksvíkingar aftur í álop, men tá ið talvan vísti 29:46, brendi Alina hjá Stjørnuni, og VB fekk ein seinasta møguleika fyri at fáa javnað. Tær royndu at skunda sær fram eftir vøllinum, men Annika Ljósstein gjørdi eina ordans neyðbremsu á Aukse á miðjun vølli og fekk steðgað skjótálopinum. Hetta kostaði Anniku eitt reytt kort, men nú vóru bert átta sekund eftir at leika, og VB hevði bóltin mitt úti á vøllinum. Tær skundaðu sær at spæla bóltin fram í álop, og tað endaði við, at Laila Jespersen leyp inn av høgra vongi, men tað var ógvuliga spískt, og Lidija í málinum hjá Stjørnuni hevði ikki stórvegis trupulleikar av at bjarga tí royndini, og harvið endaði steypið í Klaksvík!
Spennandi men ikki væl leikt finala
Ikki kann sigast, at talan var um nakra væl leikta finalu leygardagin. Til tað var spælið hjá báðum pørtum alt ov nógv merkt av nervum. Bæði liðini gjørdu eina rúgvu av feilum, og tey flestu málini komu upp á langskot. Serliga VB dúvaði upp á sínar sterku skjúttar, Daivu Tomaite og Aukse Vysniauskeite, meðan tær nærum einki vong- og strikuspæl høvdu.
Stjørnan hevði eisini trupulleikar við at fáa glið á sítt álopsspæl. Stórar partar av dystinum var tað, sum áðurnevnt, bert Alina Olaru ið fekk mál, men í løtum koyrdu vælkendu skjótálopini hjá klaksvíkingum, og hesar løtur vóru óivað avgerandi fyri allan dystin.
Hóast spælið sum sagt ikki var nakað at rópa hurrá fyri, so var dysturin sera spennandi, og áskoðararnir fingu valuta fyri pengarnar. Bæði vágbingar og klaksvíkingar vóru møttir manssterkir, og tey settu sín dám á dystinum. At tað so vóru klaksvíkingar, ið høvdu steypið við sær yvir um Leirvíksfjørð leygarkvøldið, var helst ein tungur biti hjá vágbingum at svølgja umborð á Smyrli suður aftur eftir dystin, tí leingi sá út til at steypið skuldi enda í Vági, men so var ikki!
Dysturin í tølum
VB-Stjørnan 19-20 (10-9)
Støður í dystinum
10 min: 4-1
20 min: 8-2
40 min: 15-12
50 min: 16-17
Málskjúttar
VB: Aukse Vysniaskeite 8(2), Daiva Tomaite 7(2), Laila Jespersen 2, Gurið Mortensen 1, Margreth Augustinussen 1
Stjørnan: Alina Olaru 9(3), Bára Skaale Klaksstein 4, Anna Kristina Samson 3, Annika Ljósstein 2, Una Olsen 1, Katarina Stepanov 1
Brotskøst: VB 7(4), Stjørnan 3(3)
Útvísingar: VB 2, Stjørnan 2
Dómarar: Kristian Johansen og Sámal Hansen - komu væl frá uppgávuni, hóast saknur var í onkrum útvísingum í sambandi við nakrar brotskastsdómir í seinna hálvleiki