A. Guttormur Djurhuus
??????????????????????
Eingin er fullspottaður fyrr enn hann spottar seg sjálvan. so sigur gamalt orðatak og helst er nakað um tað.
Nú skal standmynd, nei tríggjar standmyndir, reisast til minnis um Sigmund Brestisson. Til minnis um henda niðingsmann sum sveik sítt land og gjørdi Føroyar til norskt skattland. Legði Føroyar undir norsku krónuna og settist sjálvur sum uppsitari fyri norska kongsveldið. Hann skal heiðrast, ikki við einari, men við trimum standmyndum.
Tað verður sagt at hann skal heiðrast við øllum hesum standmyndum afturfyri at hann kristnaði Føroyar, fyri túsund árum síðani. Eftir boðum úr Noregi. Helst kristnaði hann ikki eina einastu sál her á klettum, men noyddi fleiri at siga seg at hava tikið við kristnari trúgv. Tí annars tók hann lívið av teimum. Hvat var annað at gera enn at taka við nýggju trúnni og tiggja lív? Ikki var annað val.
Frammanundan hevði hann tikið politiska frælsið, sum tó helst bert var valafólki unnt, frá teimum, og nú tók hann so eisini trúarfrælsið frá fólkinum. Gerst tú kristin av at verða noyddur at frásvørja tær heidnari trúgv og játta tína trúgv á hvítakrist? Ikki haldi eg tað.
Ikki kann sigast at maður sum fer fram á slíkan hátt er kristin. Og hvussu kann maður sum ikki er kristin sjálvur kristna nakran? Hesin maður traðkaði á alt sum frælsi eitur, politiskt og átrúnaðarligt og var løntur umboðsmaður fyri útlendskt vald. Tað er hvat føroyingasøga sigur okkum. Og hon er skrivað av teimum sum vunnu. Tað er hon altíð. Teir mála sjálvandi eftir teirra tykki, og sum teir rætt halda vera, eina ljósa mynd av Sigmundi og hansara monnum og eina døkka mynd av Tróndi og hansara monnum.
Útlendska valdinum hava vit síðani vant okkum at liva við. Fyrst undir skiftandi norskum valdsharrum og síðani donskum. Vant okkum so væl at vit ikki vilja av við tað aftur. Hetta trælaband, sum Sigmundur bant okkum niður við, eru vit ikki enn tann dag í dag sloppnir leysir úr. Og serliga kristin tjóð ? eru vit tað? Eg ivist.
Ólíka virðiligari hevði tað verið at reisti vitugu frælsishetjuni Trónda í Gøtu standmynd. Hann tapti fyrsta frælsisstríð føroyinga, og er síðani blakkaður av søguskrivarum øld eftir øld, so tað verður neyvan. Men sømuligari hevði tað verið.