Eitt bóndahús í gomlu Norðragøtu er frammi í Jákupsstovu. Tann fyrsti, sum nakað kann sigast stórvegis um, er Óla Jakup á Bakkanum, sum var føddur 30. oktober 1845.
Foreldur hansara vóru Hans Petur Zachariassen, 1807-1888, og Martha Eliasdatter, ættað frá Gøtugjógv, 1807-1855. Tey áttu 9 børn.
Óla Jákup hevur havt rættiligan útlongsul og fer út at sigla sum heilt ungur. Hann var við jaktini Emmanuel hjá Mortensen á Tvøroyri ein ringan túr, tá ið teir fóru úr Keypmannahavn 26. november 1865 og komu ikki á Tvøroyri fyrr enn 12. januar 1866. Tá høvdu teir verið 48 samdøgur í sjónum og eingin væntaði at síggja teir aftur.
Várið 1866 fer hann longu avstað aftur og kemur heim aftur “um Tvøroyri” heystið 1867. Tað er ikki meira vitað um hendan túrin.
Men tá eru umstøðurnar frammi í Jákupsstovu ringar. Tríggir brøður eru deyðir í bestu árum.
Teir vóru:
Jóan Petur (1832-1864), 34 ár, borin til festið, ógiftur
Zacharias (1833-1866), 32 ár og ógiftur. Hann er deyður í útisigling.
Thomas Hans (1840-1867), 26 ár og ógiftur.
Óla Jákup er so heima, inntil hann heystið 1872 fer avstað aftur. Tá stendur hann at vera farin “til Skotland som Matros”. Hann kemur ikki heim aftur fyrr enn í 1880, og tá vita fólk at siga frá teimum gomlu, at hann kemur heim frá Amerika.
Tá hevur hann verið burtur í átta ár út í eitt. Tey gomlu í Gøtu vistu at siga frá, hvussu avbera ríkur hann var, og so var hann so fínur!
Í 1880 giftist Óla Jákup við Onnu Sofíu úr Bartalstovu í Syðrugøtu. Hon var dóttir Skúla-Jógvan. Í 1881 fekk hann handilsbræv, bygdi sær sethús og handil á Bakkanum í Norðragøtu og fór at handla fyri Jørgen Bech og sønner í Klaksvík. Men tað gekk illa við handlinum og longu í 1887 mátti hann gevast.
Waagen
Í 1888 var Óla Jákup til lands í Íslandi. Hetta hevur uttan iva verið av neyð. Tískil kemur hann um heystið heim við norska skipinum Waagen saman við 150 øðrum útróðrarmonnum. Teir komu í eitt slíkt ódnarveður, at teir mundu farið á land inni í Skarðsvík í Fugloynni. Tað var kavarok og ódnarveður á miðari nátt. Fólkið umborð fekk at vita, at tað tyktist ikki at vera útlit fyri bjarging.
Tað vóru 7 gøtumenn við, umframt Óla Jákup. Hinir gøtumenninir greiddu frá, at tá ringast stóð til, tók Óla Jákup kommandoina og fór upp í mastrina ella rigningin fyri at skera eitt falli í. So nógv hevur staðið á Óla Jákup, at tá ið hann kom niður aftur, hevði hann mist ein fingur uttan at vita av tí. Eisini varð sagt, at Óla Jákup fór til róðurs, tá ið skipið kom inn á Skarðsvík. Hann var vanur siglingarmaður, sum hevði siglt úti í eini 11 ár, bæði við segl- og dampskipi. Hann hevði eisini sum ungur verið úti í Fugloy at vera, og hevur verið kunnigur um hesar leiðir.
Tað hava í minsta lagi verið hesir gøtumenn við:
1. Óla Jákup á Bakkanum (1845-1889), Norðragøtu
2. Marius undir Eiðinum (1855-1936), Syðrugøtu
3. Jóan Frederik fyri Innan á (1853-1941), Norðragøtu
4. Stóru Óli í Tøðuni (1859-1939), Gøtugjógv
5. Petur Pauli í Tjørnustovu (1860-1939), Norðragøtu
6. Petur Jakku hjá Nellu (1861-1931), Syðrugøtu
7. Símun Petur á Brúnni (1863-1952), Norðragøtu
8. Ísakur Isaksen, (1860-1948), Norðragøtu
Í 1888 vóru hesir menn í bestu árum og hartil skilamenn. Allir blivu teir gamlir uttan Óla Jákup. Hann doyði 22. apríl 1889, bert eitt hálvt ár eftir hesa minniligu ferðina
Óla Jákup hevur uttan iva fingið deyðamein av hesum túrinum. Hann doyði inni í Klaksvík hjá beiggja sínum Andreas í Krotugrøvini í apríl 1889.
Summarið 1889 varð búgvið aftaná Óla Jákup selt: sethús, handil og jørð 5½ gyllin.
Einkjan Anna Sofía, sum bert var 27 ára gomul, mátti úr húsinum og av bygdini við børnunum yvir aftur til hennara foreldur í Bartalstovu í Syðrugøtu.
Sonurin Hans Petur var tá 6 ára gamal og Anna Martina var 4 ára. Yngsta barnið var ikki føtt. Hetta var Olevina, uppkallað eftir pápanum. Hon giftist við Høgna Høgnesen bónda á Grundlendi í Oyndarfirði. Anna Martina giftist við Andreas Hansen, á Rætt, í Syðrugøtu. Hans Petur doyði bert 20 ára gamal við Cyclone i 1903.
Anna Sofía fór at halda hús við Jógvan Hansen Uppi á Rætt, seinni kallað Uppi á Trappuni, og her var hon til Jógvan doyði í 1925. Tá fer hon til dótrina Onnu Martinu og doyr í 1933, 71 ára gomul.
Arnleyg og Tummas skrivaðu, at gøtufólk vóru sera vónbrotin um, at avrikið hjá Óla Jákup ikki hevur verið tikið uppá tungu, hvørki tá ella seinni.
Sum kunnugt yrkti Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík eina vísu um tilburðin. Eitt ørindi ljóðaði soleiðis:
Lukku so fatti tey fingrabein
So væl kundu skipinum føra
Gomul gøtufólk søgdu altíð, at hetta ørindi var meint við Óla Jákup, tá ið hann fór til róðurs.
Líggjas og Hans Petur bóndi
Ein av beiggjunum hjá Óla Jákup var Elias, kallaður Líggjas í Jákupsstovu, f. 1836. Ein sonur hansara var Hans Peter, vanliga kallaður Hans Petur bóndi.
Hans Petur er føddur í Norðragøtu 11. november 1864, elsti sonur Líggjas (Elias) Hansen og Elspu Johansdatter, ættað av Fløtti í Kunoy. Í 1870 fáa tey eisini sonin Jóan Símun (í Pállstovu).
Trý ár seinna fáa tey eina dóttir, ið fær navnið Billa eftir ommuni í Kunoy. Men longu 17 dagar eftir doyr Elspa, og hálvan triðja mánaðar seinni doyr Billa eisini. Eftir situr pápin við tveimum synum, sum eru 9 og 3 ára gamlir. Líggjas giftist upp aftur við Onnu Sofíu úr Skálafirði, og í 1876 fáa tey dótrina Magninu, sum seinni giftist yviri í Tøðuna við Gøtugjógv. Í 1879 fáa tey sonin Petur Hans, seinni kendur sum Langi Petur Hans.
Men hetta gjørdist eitt syndarligt vár, tá ið seks mans umkomust við Kirkjubátinum. Millum teir sjólátnu eru Líggjas, pápi Hans Petur. Hann er nú sum 14 ára gamal faðir og móðurleysur men ov ungur at taka festið.
Anna Sofía giftist upp aftur við Martinus, yngsta bróður Líggjas. Tey fáa í 1882 Eliu, kend sum Elia í Guttastovu. Hon er omma Haldgrim Gregersen.
Martinus festir Jákupsstovufestið, men longu í 1884 verður Gøtu aftur rakt av eini bátavanlukku, tá ið 8-mannafarið Nólsoyingurin gekk burtur við átta monnum. Millum hesar var tann bert 32 ára gamli Martinus.
Nú festir Hans Petur 19 ára gamal. Hann giftist 29 ára gamal Elspu Poulsen, f. 28. 11. 1867 úr Úti Guttastovu í Syðrugøtu. Hon var dóttir Poul Olsen og Elsebeth Joensdatter, ættað frá Gjógv. Elspa er yngst av sjey systkjum.
Tey bæði giftast 14.11 1891. Longu tvey ár eftir doyðu bæði foreldur hennara. Tískil komu teirra børn at vaksa upp uttan ommur og abbar. Tey bæði fingu 13 børn. Fleiri teirra doyðu sum børn, men tey sum vuksu upp vóru: Elias Sofus, Poul Enok, Jakku, Palli, Elspa, Sámal Petur, Hansina, Jóan Símun, Andreas og Erik. Av teimum giftust øll, uttan Símun, og fingu børn.
Tískil er hetta blivin ein sera stór ætt. Í 2002 vóru 772 beinleiðis eftirkomarar umframt makar. Síðan eru nógv komin afturat.
Eftir av hesum níggju børnunum hjá gamla Hans Petur eru eftir at nevna:
Sámal Hansen (1838-1919), kallaður Gamli Sámal. Hann kallaði tveir av sínum synum upp eftir beiggjunum, sum doyðu ungir, nevniliga Jóan Petur og Tummas Hans.
Anna Sofía (1848-1926) giftist inn á Brúnna. Hon var mamma Jóan Jakku, sum giftist við Hansinu Øregaard úr Lorvík og Onnu Jovinu, sum giftist við Zakarias Karl í Frammistovu. Ein sonur var Sámal Petur, sum doyði við Tulip í 1904.
Sambært fólkateljingina í 1911 eru 31 hús í Norðragøtu. Henda søga viðvíkir sjey av hesum húsunum, nevnliga hesi: Pállstova, hjá Langa Petur Hans, hjá Sámali, inni á Brúnni, hjá Zacharias Karl, Frammi í Køkinum og hjá Tummas Hans.