Rætt at gevast nú

Jógvan Adolf Johannesen, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Sandoyar valdømi, metir, at tað er rætt av honum at gevast nú og lata nýtt fólk taka við

 

Vaktarskifti



Jógvan Adolf Johannesen er farin burtur úr politikki eftir at hava sitið á tingi í næstan 10 ár út í eitt. Hann varð ikki afturvaldur við seinasta val, hóast bara 20 atkvøður manglaðu í, og fer ikki at stilla upp aftur til komandi val.

?Eg meti hetta vera røttu løtuna at gevast. Eg havi fylt 66 ár, um eg livi, tá val verður aftur, og heilsan er ikki líka góð, sum hon hevur verið, greiðir Jógvan Adolf Johannesen frá.

Tað stendur so vánaliga til við rygginum, sigur hann, at tað gongur illa at dansa føroyskan dans. Og tá soleiðis er, stendur í grundini púra einki til hjá fyrrverandi landsformanninum hjá dansifeløgunum í Føroyum.

Tað er nú ikki so galið kortini, at maðurin púra er fyri ongum. Hann hevur ivaleyst at triva í sum reiðari á partrolaranum Eysturbúgvanum.

Tað var hart at vera tingmaður í nítiárunum, sigur Jógvan Adolf Johannesen. Kreppan legði landið lamið, og í okkara valdømi gjørdist hon ein ólukka. Stríðið fyri at fáa latið flakavirkini upp aftur var bæði hart og tungt, men tað eydnaðist kortini, vísir hann á. Í dag verður arbeitt bæði í Skopun og á Sandi.

?Tað er so avgjørt »Sandoyarloysnini« fyri at takka, sigur Jógvan Adolf. Sandoyarloysnin var í stuttum ein stuðul upp á tríggjar milliónir krónur, sum vórðu settar av til at fáa virkini í gongd aftur fyri.

Eitt mál, sum Jófvan Adolf arbeiddi dúgliga fyri, var at fáa berghol til Dals. Men tað eydnaðist ikki, áðrenn hann gavst í politikki.

Tað hevur verið frammi at seta 800.000,- krónur av til eina kanning í hesum sambandi. Men báði núvernadi sandoyartingmenninir vóru ímóti, sigur Jógan Adolf, og nú er ikki rúm á fíggjarlógini fyri hesum málinum.

Jógvan Adolf Johannesen vónar inniliga, at Javnaðarflokkurin aftur fær tingmann í Sandoynni til komandi val. Og hann heitir staðiliga á sandoyingar um at vlja ein javnaðarman, sum vil arbeiða fyri allari oynni.