Jensen, sum ikki longur er limur av fólkatinginum, sigur við Sosialin, at hann er ovfarin av at hoyra, at Óli Breckmann enn einaferð skal hava tikið sær æruna av krígspensiónini. - Tað er fullkomiliga burturvið [...] arbeiðinum í fólkatinginum gjørdist, at royndirnar hjá Knút Nolsøe at fáa føroyingum krígspensión at enda eydnaðust. Tað eydnaðist danska javnaðarflokkinum, sum tá var í andstøðu at fáa við í sítt broytingaruppskot [...] fólkatingsmaður, sum heldur, at Føroya fólk eiga at kenna fulla sannleikan um krígspensiónina, nú henda verður brúkt sum valagn hjá Óla Breckmann. Maðurin, sum gekk undan fyri at fáa føroyskum fiskimonnum
tað er einki minni enn eitt Guds undur, at øll eru á lívi í dag sigur Hanna Joensen. 000 riggar ikki Hon dylur ikki yvir, at hon er vónsvikin fyri ikki at siga uppøst av, at tað ikki skal rigga at ringja [...] sær, at okkurt er heilt galið, at bilurin er koppaður og endaður í stovuni, og at genturnar, sum høvdu spælt har, eru horvnar. Hann skundar sær at ringja 000 og sigur frá, hvussu vorðið er, og at børnini [...] sigur, at hon eftir at skalvin varð lopin, fyrst royndi at hjálpa manninum, sum hevði fingið snudd í beinið. Síðani royndi hon at ringja eftir hjálp, men telefonin var deyð. Um somu tíð, sum hon mátti taka
stuðulin frá teimum lesandi. Hon heldur at tað má metast í hvørjum einstøkum føri, hvørt tað er rætt at veita teimum stuðul. Hon nam eisini við at tað er ein samfelagsskylda at familjan tekur sær av teimum [...] verður at leiguprísurin veksur ? Og hann er nóg høgur, sum hann er, segði Bjarni Djurholm. Tørvsmetingar Helena Dam á Neystabø segði, at tað eftir hennara meting ikki er rætt, uttan víðari, at taka stuðulin [...] Jóannes helt, at teir høvdu gjørt rætt. Jóannes Eidesgaard sigur, at hesi skulu fáa eina veiting frá almannaverkinum ístaðin. Eisini segði Jóannes Eidesgaard, at tað eftir hansara meting er skeivt, at tey lesandi
Í tí dystinum var Sólrun Krosslá ikki við orsakað av skaða. Hon var heldur ikki við móti StÍF, og tað merkist veruliga á VB-liðnum, at hon situr uttanfyri, serliga hjá Christinu Holm, sum ikki fær tað [...] málskjúttaralistanum hjá StÍF leygardagin. Eitt gott prógv um, at liðið hevur breiddina til at vinna FM, eisini tá ein av føstu toppskorarunum ikki er við. 1. deild kvinnur: VB-StÍF 12-27 (6-13) VB: Eyðis Kjærbo [...] fóru norður um aftur, var lagið gott. Tvey stig afturat vóru komin í posan, og fyrsta forðingin fyri, at StÍF verður føroyameistari hjá kvinnum í 1998, var yvirstaðin. Strandakvinnur fóru suður til Vágs longu
Tórgarð. Tað er ein fragd at vita, at hetta kann lata seg gera í okkara lítla landi. Ikki bert er hetta Shakespeare, men eisini er innflættað føroyskar tíðarvillur, sum vil noyðast at flenna at, hóast tað [...] Danielsen) ger av, at dóttirin skal giftast við Demtrius (Allan Dalsgarð), hóast hon er forelskað í Lýsander (Annfinnur H. Jacobsen), og hóast Helena er forelskað í Demetrius, so er greitt, at her má okkurt [...] sigur, at um gentan noktar at giftast við manni,sum pápin hevur valt henni, so skal hon fara í kleystur ella doyggja. Grundgevingin fyri at pápin vil hava dóttrina at giftast við Demetriusi er stutt sagt
skal vita, at tað er ein misskiljing, tá ið hann heldur, at tað er einans í tjóðveldishjørtum, at frælsi býr. Og annars fevnir orðið frælsi so ógvuliga víða. Og tað ber eisini væl til at vera ófrælsur [...] vit búleikast í, er ein flokkur, sum nevnir seg tjóðveldisflokkurin. Endamálið hjá hesum flokki er at stovnseta hitt føroyska tjóðveldið. Men, hann tykist at hava ógvuliga trupult við at greiða frá hvussu [...] vónsvikin, tí tað var sum at lurta eftir einari gamlari, slitnari grammfonplátu! Har var als einki nýtt at hoyra! Men, álvaratos. Eg haldi at tjóðveldisflokkurin eigur at lata vera við at nýta hasi vøkru orðini
n vil tí, at vit vera verandi í ríkisfelagsskapinum við Danmark, tað tænir okkum best. Men vit hava einki ímóti at endurskoða heimastýrislógina, sum er fimti ára gomul. Er undirtøka fyri at fáa eina nýggja [...] sum skjótsat við at danir gjalda okkum endurgjald fyri tapini í samband við hatta partabrævabýtið. Her eru vit flestu føroyingar samdir. Men at krevja loysing frá Danmark nú, tað er at spæla við vælferð [...] hesum verður, at vælferðarsamfelagið syndrast. Tá fara nógvir føroyingar at flyta av landinum. Og at taka loysing, sum summir flokkar vilja tað, men lata Danir gjalda fyri loysingina, tað er bæði óveruligt
Fólkatingsval er ein spurningur um at verja Føroyar og fólkið á klettunum, og ikki at sita sum eitt klípi í donskum politikki. Um so er, at danski Javnaðarflokkurin vil hava okkara atkvøðu, so kostar hon. Tað vil [...] siga, at vit fáa umboð í allar nevndir sum viðvíkja Føroyum og føroyskum áhugamálum, og tá mál um Føroyar eru á skránni hjá teimum, skulu vit leggja linjurnar okkum til frama. Eg veit væl, at hetta er sett [...] sett høgt upp í donskum eygum, men hetta er prísurin, og kunnu teir ikki góðtaka hesi krøv, er okkara atkvøða fríttstillað á danatingi. Tað vil siga, at danski Javnaðarflokkurin ikki eigur eina føroyska
skilst, at Fólaflokkurin, fyri at røkka smærri egináhugamálum, hevur sett okkara veiku, nýggju stýrisskipan uppá spæl, bert fyri at halda sambandinum í sæti, tí so vistu teir, at teir sluppu at hóreiggja [...] inn í skipanina, tí hetta er nevnt í álitinum, so eru gøturnar greiddar til at savna ognarviðuskiftini aftur á fáar hendur ñ hóast henda skipan hevur sýnt, at tað ikki er givið at allir teir, sum eiga hesar [...] lógarjuks. Og tað kemur at elva til nógvar trupulleikar seinni. Fólkaflokkurin visti væl, tá hann fór uppí hesa samgonguna, at hon onga leiðslu hevði, sum hevði førleika til at fyriskipa einum djúptøknum
mjarrinum um, at sambandsflokkurin er einasti flokkur í Føroyum, sum ikki er loysingarflokkur. Men hetta er beinleiðis ósatt, tí hvar kunnu teir ávísa, at javnaðarflokkurin hevur loysing á skránni. Tað er beint [...] lóg ger. Hesum er sambandsflokkurin hart ímóti, og hann tvíheldur um, at ikki ein bókstavur ella eitt komma í heimastýrislógini skal broytast, hóast hann veit, at hon á nógvum økjum er ónýtilig. Og í [...] fyri loysingarflokkar, hóast hann eisini veit, um hann ikki er komin í barndømi, at hann sigur ósatt! Úr Danmørk hava vit fingið at vita, at heimastýrislógin kann setast úr gildi, um fólkatingið samtykkir