Duga teir ikki at siga satt?

So kom hon endiliga undan kavi - framløgusending sambandsfloksins

Og ikki heilt óvæntað løgdu teir út við tí sama gamla mjarrinum um, at sambandsflokkurin er einasti flokkur í Føroyum, sum ikki er loysingarflokkur.

Men hetta er beinleiðis ósatt, tí hvar kunnu teir ávísa, at javnaðarflokkurin hevur loysing á skránni. Tað er beint, at javnaðarflokkurin ynskir, at vit fáa eina aðra lóg ístaðin fyri núverandi heimastýrislóg. Og tí hevur hann eisini lagt uppskot fyri tingið um at seta eina stjórnmálanevnd, sum skal gera uppskot til eina lóg, ið setir greiðari reglur millum Føroyar og Danmark, enn núverandi heimastýrislóg ger.

Hesum er sambandsflokkurin hart ímóti, og hann tvíheldur um, at ikki ein bókstavur ella eitt komma í heimastýrislógini skal broytast, hóast hann veit, at hon á nógvum økjum er ónýtilig.

Og í sansaloysi skýrir hann allar hinar flokkarnar - eisini javnaðarflokkin - fyri loysingarflokkar, hóast hann eisini veit, um hann ikki er komin í barndømi, at hann sigur ósatt!

Úr Danmørk hava vit fingið at vita, at heimastýrislógin kann setast úr gildi, um fólkatingið samtykkir tað.

Og um undirgrundina og møgulig ráevnir í henni verður sagt, at vit einans umsita hetta økið - vit eiga tað ikki.

Eina tílíka ótíðarhóskandi, útvatnaða lóg tvíheldur sambandsflokkurin um.

Her er javnaðarflokkurin sjálvandi ikki samdur við sambandsflokkin.

Javnaðarflokkurin ynskir eina lóg, sum gevur okkum víðkaðar heimildir og størri sjálvræði.

Hann ynskir eina lóg, har danir viðurkenna, at Føroyar eru eitt land, og at føroyingar eru ein tjóð - ikki einans eitt fólkasamfelag í danska ríkinum búsitandi í Føroyum.

Hann ynskir eina lóg, har føroyingar kunnu virka á jøvnum føti við danir í ríkisfelagsskapinum.

Hetta er í stuttum munurin millum sambands- og javnaðarflokkin.

So kann sambandsflokkurin kalla hetta loysing um hann hevur hug!

Sambandsflokkurin átti heldur at greitt sínum veljarum frá, at í núverandi støðu eru vit als ikki saman við dønum á jøvnum føti - vit eru undir dønum!

Seinastur av øllum í framløgusendingini var Edmundur Joensen. Eisini hann gramdi seg um, at javnaðarflokkurin ynskir eina nýggja lóg.

Jú, vit ynskja eina broyting í støðuni millum londini bæði. - Vit ynskja eina virðiligari støðu millum tvær tjóðir.

Men, vit vilja helst sleppa undan at hin ódemokratiski Edmundur kemur í fólkatingið, tí tað halda vit vera sera óheppið.


Jógvan Adolf Johannesen