Maðurin stóð fastur í durunum, og einki sást til børnini, sum høvdu spælt uttanfyri. Nú vóru góð ráð dýr hjá Honnu Joensen, sum varð stødd inni í húsinum við yngstu dótrini, tá skalvin leyp yvir húsini í Toftabønum í Fuglafirði leygardagin.
Hanna Joensen sigur, at hon eftir at skalvin varð lopin, fyrst royndi at hjálpa manninum, sum hevði fingið snudd í beinið. Síðani royndi hon at ringja eftir hjálp, men telefonin var deyð. Um somu tíð, sum hon mátti taka sær av tí minstu dóttrini, sum hevði ligið í barnavogni bert stutta tíð undan skalvalopinum, royndi hon at finna sær onkra hjálp. Og leiðin gekk inn til grannahúsini. Men ringt var at koma fram. Hon smokkaði niður alla staðni, har hon steig í tí bleyta kavanum.
- Tað einasta eg kundi gera var tí at rulla meg fram. Tá kom ein fimm ára gamla dótturin móti mær og segði, at hon hevði roynt at grivið systur sína leysa, men tað gekk ikki. Tí kom hon eftir mær.
Hanna Joensen royndi nú sjálv at fáa dóttrina leysa, sum tá lá so gott sum øll undir í kava. Har hevði hon helst ligið í eina góða løtu. - Eg dugi ikki at skilja, hvussu hon hevur fingið andað - og at hon ikki var deyð, tá vit fingu grivið hana leysa. Har má Gud hava verið uppií og hjálpt okkum.
Hanna sigur, at tá 13 ára gamla dótturin kom undan kavanum aftur og tóktist hampuliga væl fyri spurdi hon alt fyri eitt eftir systur síni og eini aðrari gentu. Tær høvdu lopið skalv saman av eini garasju, tá stóra skalvalopið kom.
- Hetta kundi verið endað í einum sorgarleiki, og tað er einki minni enn eitt Guds undur, at øll eru á lívi í dag sigur Hanna Joensen.
000 riggar ikki
Hon dylur ikki yvir, at hon er vónsvikin fyri ikki at siga uppøst av, at tað ikki skal rigga at ringja til 000.
- Grannin sær, at okkurt er heilt galið, at bilurin er koppaður og endaður í stovuni, og at genturnar, sum høvdu spælt har, eru horvnar. Hann skundar sær at ringja 000 og sigur frá, hvussu vorðið er, og at børnini eru horvin í kavanum.
Svarið hann fær er út av lagi. Spurt verður, um tað er so álvarsligt og um hann ikki kann fara yvir og hyggja, hvat bagir. Hann fær so sjálvur samband við brandstøðina. Eftir hetta ringja tey aftur frá 000 og spyrja, hvussu gongst.
Hanna Joensen sigur, at hetta er ikki fyrstu ferð, at hon hevur havt ringar royndir av 000. Hon hevur í ódnarveðri ligið einsamøll inni saman við fýra gentum, tá rivur komu í takið og hon royndi at fáa fatur á 000. Tá varð spurt, um ikki veðrið fór at batna og um eg ikki sjálv kundi ringja eftir brandmonnum.
- Eg haldi, at fuglfirðingar skuldu givið brandmanninum Gordon Petersen, eina neyðtelefon, so vit sluppu undan at ringja til 000. Tað bara tekur tíð.
Hanna Joensen sigur, at eingin kundi koma at hjálpa sær at grava. Grannin varð jú bundin av telefonini fyri at fáa hjálp.
Hon sigur, at grannin Magni Joensen syrgdi fyri, at onnur fólk komu til hjálpar og hevur nógva at takka honum fyri.
Hon sigur annars, at tað er eitt Guds undur, at gentan ikki doyði undir kavanum. - Har hevur Gud verið góður við okkum. Tí her kundi verið endað heilt galið.