Hesi uppskot kunnu á ongan hátt fáa eina sakliga, nágreiniliga ella forsvarliga viðgerð. Vit fáa hóp av lógum, sum bert verða lógarjuks. Og tað kemur at elva til nógvar trupulleikar seinni.
Fólkaflokkurin visti væl, tá hann fór uppí hesa samgonguna, at hon onga leiðslu hevði, sum hevði førleika til at fyriskipa einum djúptøknum, rættlinjaðum ella demokratiskum arbeiði og umsiting.
Tað skilst, at Fólaflokkurin, fyri at røkka smærri egináhugamálum, hevur sett okkara veiku, nýggju stýrisskipan uppá spæl, bert fyri at halda sambandinum í sæti, tí so vistu teir, at teir sluppu at hóreiggja sær sum teimum lysti.
Hetta er ábyrgdarleyst, tí júst nú, vit gingu burtur frá teirri kollegialu skipanini, áðrenn vit høvdu fingið ta umsitingarligu skipan á føtur, sum skal tryggja rættartrygdina og verjuna hjá tí einstaka borgaranum, settu teir alla skipanina í vanda.
Hetta í eini tíð, har tað júst er neyðugt at styrkja álit borgarans á politisku skipanina og almennu umsitingina.
Hyggja vit so at einstøku málunum, sum Fólkaflokkurin so morðgíriga hevur skundað fram, varnast vit at tað helst er endamál í sjálvum sær, at stundir ikki skulu gevast til viðgerð, analysu og kunnan. Tí so kann ein kanska snýkja mál í gildi, sum skattgjaldarin ikki kennir sviðan av fyrr enn seinni.
Eitt slíkt er uppskotið um stuðulslán og rentustuðul til skipabygging og umbygging. Hetta er grundað á eitt álit, sum byggir á óverulig tøl, »før tilfellet«-niðurstøður og als ikki er sett í eina heild, hvat fíggingarmøguleikum viðvíkur.
Soleiðis er ein aftur ávegis inn í stuðulsfrumskógina, sum bert hevur fryst fast eitt vinnulívsmynstur, sum mótvirkar at fáa rentabilitet í vinnuna.
Kann ein so snýkja fulla umsetiligheit av fiskirættindinum inn í skipanina, tí hetta er nevnt í álitinum, so eru gøturnar greiddar til at savna ognarviðuskiftini aftur á fáar hendur ñ hóast henda skipan hevur sýnt, at tað ikki er givið at allir teir, sum eiga hesar somu hendur, hava hegni til at »forvalta« okkara felags ogn.
Hendan drálan við at taka parlamentarisku avleiðingarnar av tí sambandska »ryssa yvir deyðum fyli« politikkinum, er so enda í einum óansvarligum búskaparpolitikki ñ har tað skila húsarhald, Jóanes Eidesgaard við harðari hond hevði hildið fast við, verður søplað burtur aftur.
Størsta ábyrgdarloysið, sum Fólkaflokkurin tó hevur sýnt, er at hann hevur loyvt løgmanni at seta allan útviklingin í marknatrætuni við Bretland uppá spæl, men hetta skal eg viðgera í øðrum greinastubba.
8. mars 1998
Atli P. Dam