Í samband við greinina um cystiska fibrosu, viðgerð og frísku tvíburðarnar, hava vit vent okkum til formannin í siðsemisnevndina, Rólant í Skorini, eftir eini viðmerking. Hann leggur dent á, at hann kann [...] viðgerðin er. Foreldur mugu, við hollari vegleiðing og stuðuli, hjálpast til sjálvi at meta um, hvat lív egg ella fostur fer at megna at bera. Og hvat tey sjálvi fara at megna at bera, sigur Rólant í Skorini [...] meti eg, hevði verið at mett, sum rasureinsing, sigur Rólant í Skorini. ? Vit mugu sum grundreglu hava, at alt mannalív má javnmetast, soleiðis, at ein við breki - hvussu álvarsligt tað so fyri okkum sær
ferð tað verður roynt. Feløgini, sum fyrr hava verið, hava verið økisfeløg, men Bjarni Bjarnastein sigur, at tað var bara í Eysturoynni, at tað riggaði. ? Teir hava roynt, m. a. í Streymoynni fyrr, men tað [...] hevði við sær, at einstakir limir í Eysturoyar Bilstjórafelag, sum jú bara var niðurlagt, vildu hava lív aftur í felagið. ? Tað gjørdu vit so í februar mánað í fjør, sigur Bjarni. Av tí at Bjarni ikki [...] nevndini, men lastbilaeigararnir í oynni vildu kortini hava hann at vera verandi, og tí tók hann av. Nú situr hann kortini sum løntur formaður, og tað hava lastbilaeigararnir hildið verið skilagott, tí so kann
heilt inn undir land. Fyrraárið var so smekkfult. Men tað hevur viðrað so illa í seinastuni, at enn hava vit ongan sæð, sigur Jákup. Várróður í nánd Seinastu átta seturnar hevur selatraðarskipið, Norðsøki [...] ikki bjarskygdur, tá tosið fellur á framtíðina hjá vinnuni. Hann væntar ikki, at línuveiðuni verður lív lagað. - Vit, ið royna við línu, eiga ongan góðan millum politikararnar. Meðan teir stóru trolararnir [...] undan, sigur Asbjørn, sum væntar, at saknur verður í serstøku atmosferini í skúrinum, sum hann heldur hava stóran sosialan týdning. Og hugurin at egna er góður. Hóast teir 60 stamparnir vórðu egndir alt fyri
ógjørligt at gjørt hesar sendingar, um vit ikki høvdu fingið alla ta hjálp, vit hava fingið, ókeypis. Bátar hava bíðað, fólk hava borið útgerð og hjálpt til, og um vit skuldu havt goldið fyri alla hesa hjálp [...] undir at gera tær sendingarnar, sum hava eyðkent hansara yrkisleið seinnu árini. Náttúrusendingarnar við fólki, djóralívi og práti. Og royndirnar frá barnasendingunum hava lært hann nakað. - Nú royni eg altíð [...] hjá SvF at gjørt hesar sendingar. - Útlendsk sjónvarpslið hava verið í Føroyum og gjørt sendingar fyri nógvar pengar, meðan vit samstundis hava gjørt líknandi sendingar fyri lítið og lætt, sigur Zacharias
so pinnastilt. Hon er von við kvirruna, tí hon hevur livað eitt heilt lív uttan ljóð. Hon er deyv á báðum oyrum, og hevur alt sítt lív verið bundin av øðrum fólki fyri at klára gerandisdagin. Hansa er mótfallin [...] stóð eitt nýtt starvsfólk í handlinum. Tað eru hendingar sum hesar, sum hava verið við til at taka dirvið frá henni, og sum hava fingið hana at kenna seg útilokaða frá arbeiðsmarknaðinum. ? Tað er verri [...] gerandismál, sum at fara til handils og greiða ørindi av ymiskum slagi, eru miklar forðingar, sum hon má hava onnur at hjálpa sær við. Tíbetur hevur Hansa eina stóra og hjálpsama familju í Klaksvík. Umframt
hvussu úrslitini munnu fara at laga seg í teimum báðum dystunum. ÍtróttarSosialurin verður sjálvandi hjástaddur, tá dystirnir verða settir í gongd, og á hesum síðum hava vit gjørt eina upptakt til dystirnar [...] tað vera breiddin í hópinum. So at siga á øllum plássum hava teir í minsta lagið tveir góðar leikarar, hóast Jacob Jónsson kortini má sigast at hava størsta týdningin fyri liðið. Hetta kom serliga til sjóndar [...] í ár. Hetta kann eisini vísa seg at hava alstóran týdning fyri gongdina í dystinum, tí har Neistin kanska fyrr hevur havt eitt undirlutakompleks mótvegis Kyndli, hava teir ikki roynt at tapt móti grannunum
lætt. Tað eru tey, sum hava ynskt føroyska flogfarið, har piparið grør. Men tað hava so verið onnur, bæði politikarar, vinnulívsfólk og ikki minst fólkini í fyritøkuni, sum hava sett sær sum nærum lívsmál [...] lívsmál ikki bert at halda lív í men eisini at menna hetta føroyska felagið. Í dag síggja vit úrslitið av hesum arbeiði. Øll starvsfólkini hjá Atlantsflogi eiga at vera errin henda dag, og ikki minst er hetta [...] okkara meting hevur tað stóran týdning, at kappingin á Føroyarutuni heldur fram. Tí er tað gott, at vit hava tvey feløg, sum reka hesa flúgving. Vit kunnu so bara vóna, at kappingin verður fair og góð, og at
fram sum tveir fílar í einum glashúsi. ? Hergeir Nielsen, tingmaður í Tjóðveldisflokkinum, vil ikki hava skuldsetingar sitandi á sær, at hann hevur svikið Suðuroynna.Hann sigur, at tað vóru umstøðurnar sum [...] í tinginum, tá ið tað var til viðgerðar . ? Tað var heilt týðiligt at javnaðarflokkurin vildu ikki hava fleiri atkvøður í tinginum fyri uppskotinum um at leggja oljuhavn í Suðuroynni enn akkurát tær frá [...] at verður tað uppskotið samtykt, fær eisini Suðuroyggin sín part av oljuvinnuni. Hann vil tí ikki hava tað sitandi á sær, at hann hevur svikið Suðuroynna. ? Tvørturimóti havi eg ligið flatur í luftini
fylgja tí føroyska fólkaskúlanum, men heldur nærkast tí donsku summarfrítíðini? vil Jógvan á lakjuni hava at vita frá Signari á Brúnni, mentamálaráðharra. Í viðmerkingunum, sigur Jógvan á Lakjuni, at tað [...] siðvenja, at fólkaskúlin og miðnámsskúlarnir (her verður serliga hugsað um studenta- og handilsskúlarnar) hava hildið summarfrítíð samstundis. Men tey seinastu árini hevur spurningurin onkuntíð verið uppi at vent [...] og Mentamálastýrið ikki megnar at loysa ta uppgávuna. Summarfrí saman ? Tað eru nógvar familjur, ið hava børn bæði í fólkaskúlanum og í miðnámsskúlunum, og sjálvandi eigur alt at vera gjørt fyri, at hesar
at laga seg til altjóða kapping, men vit hava gott treysti kortini, segði stjórin Magni Arge. Trívast í kapping Og um felagið og starvsfólkini, vísti Magni Arge á, at bæði felag og starvsfólk hava øll [...] fyrstu royndirnar í altjóða flúgving hava vit í flúgving til m.a. Sarajevo og Grønland, og nógv orka er løgd í arbeiðið at fáa nýggja flogfarið hendavegin, har tveir mans hava verið burturi í ein mánað at skipa [...] flogferðslu, tí flogfarið skal í vinnu uttanfyri Føroyar stóran part av árinum, einar 8-9 mánaðir. - Vit hava gjørt eina »dry-lease«(flogfar uttan manning) avtalu við British Midlands í 4 mánaðir, men tað er