Eyðun Klakstein
Einir hvítbotnaðir gummiskógvar standa á gólvinum frammanfyri hillina, har smáu digitalu videobondini rúgva upp. Z.H. hevur eigarin skrivað í gummiskógvarnar, og nú standa teir undir liðini av tveimum øðrum pørum av skóm.
Bondini á hillunum eru upptikin ymsastaðni í heiminum; í Chile, Í Thailandi, Føroyum og aðrastaðni.
Maðurin á lítla kontórinum er Zacharias Hammer, og tøknin á skriviborðinum letur ongan iva verða um, at talan er um sjónvarpsarbeiði.
Zacharias Hammer er sjónvarpsmaður við ævintýrhugi, hann var skúlalærari, men hugurin til tøkni og upptøkur tóku yvir. Nú er hann ein av trumfunum hjá almenna føroyska sjónvarpinum, og sendingarnar hjá honum plaga at fáa fólk at nikka viðurkennandi.
Hann ger sjónvarp um fólk og náttúru, um lív á bygd, í býi og á sjónum. Vanliga er han einsamallur um sínar sendingar, men hann sigur seg njóta gott av hjálpini, hann fær frá fólkinum í sjónvarpinum.
- Ein týðandi partur av lønini hjá mær er, at fólki dámar mínar sendingar, og at tey onkuntíð siga við meg, at hatta var ikki so galið, sigur Zacharias Hammer, tá hann hevur tveitt tvey kaffikrúss á eitt telduborð á kontórinum.
Tveir básar longri inni á gongini hevur nýggi hvalbiarprestur sett seg við skriviborðið og trívur í telefonina.
Rann aftaná drotningini
Søgan um Zacharias sum sjónvarpsmann byrjaði fyri fleiri enn 20 árum síðani, tá Sjónvarpsfelagið fór undir at gera og senda sendingar.
Árið var 1979, og Zacharias Hammer, sum tá starvaðist sum fólkaskúlalærari, hevði í fleiri ár fingist við tøkni. Ikki til myndir, men til ljóð. Hann var eitt av fólkunum, sum gjørdu andaligar sendingar fyri Evangelisku Røddina, og hann var eisini við til at taka fleiri bond og plátur upp í 70?unum.
- Eg dugdi so illa at hoyra tónleik, og tí helt eg ongantíð, at ljóðupptøkur vóru mín sterka síða. Eg longdist ofta eftir myndum, og tá Sjónvarpsfelagið fór undir at gera sendingar, fekk eg møguleikan at gera álvara av hesum dreymi, sigur Zacharias Hammer.
Fyrsta sendingin, sum Zacharias gjørdi fyri Sjónvarpsfelagið, var ein sending um og við M.C. Restorff, sum stutt frammanundan hevði gjørt eina plátu. Tá fekk Zacharias so møguleikan at seta myndir til tónleikin, sum hann ongantíð helt seg dugað so væl at lurta eftir.
- Eg kendi meg beinanvegin á heimavølli við myndum, sigur Zacharias, og hann kann prógva tann pástandin við, at síðani hevur hann hevur fingist meira við at gera upptøkur enn nakað annað.
1. apríl í 1984 fór Sjónvarp Føroya undir at senda, og Zacharias Hammer var knýttur at SvF frá byrjan. Tað var táverandi stjórin, Jógvan Asbjørn Skaale, sum bæð Zacharias um at hjálpa teimum.
Í mai mánaði sama ár fekk Zacharias sína fyrstu veruligu uppgávu fyri SvF. Hann skuldi einsamallur renna aftaná donsku drotningini, sum var her og vitjaði, og hesi minni fáa hann at flenna.
- Eg fekk mær frí frá skúlanum, og so royndi eg at fylgja við saman við professionellum donskum sjónvarpsmonnum. Eg royndi at troka fyri at fáa røttu myndirnar, og allatíðina skuldi eg greiða hyggjarunum frá, hvat ið hendi. Tað kundi viðhvørt verða trupult, greiðir hann frá.
Treivst ikki sum
hejta hjá børnunum
Zacharias Hammer fekk sítt stóra fólksliga gjøgnumbrot, tá hann fór at gera barnasendingar.
1. august 1984 var hann millum fyrstu fólkini, sum vóru sett í starv í SvF, og hann fekk ábyrgdina av at gera føroyskt tilfar til børnini.
Næstu sjey árini vóru tað barnasendingarnar, sum meira enn nakað annað, vóru tvinnaðar saman við persónin Zacharias Hammer.
- Vit gjørdu barnasendingar í føroyskum stíli. Vit uppfunnu Dólgarnar, Giu og Græna, og fólk vóru góð við sendingarnar. Tað haldi eg komst av, at sendingarnar høvdu eina sál, sigur Zacharias.
Dólgarnir vóru tað stóra nummarið fittan part av 80-unum, og av onkrum flakavirki í landinum frættist, at fólkið vildi ikki arbeiða yvir, tí tey skuldu heim at hyggja at Dólgunum.
Føroyskt sjónvarp var óskylduigt og forkunnugt, og føroysku hyggjararnir vóru spentir.
Zacharias Hammer heldur, at hann gjørdi ov nógv av í royndini at undirhalda føroysku børnini.
- Tað er eitt mark millum at verða professionellur og fjákutur, og eg fór stundum um tað markið, tá eg gjørdi sendingar til børnini. Eg útleveraði meg ov nógv. Tá tað eydnaðist varð tað stuttligt, men eg sat ofta eftir við kensluni av, at hatta var heilt einfalt ov fjákut, sigur hann.
Fjákutur ella ikki. Zacharias gjørdist idol hjá føroysku børnunum. Onkuntíð kundi tað spyrjast merkisverdar støður burtur úr, tá hann var úti um landið í arbeiðsørindum fyri SvF.
- Einu ferðina fóru vit til Klaksvíkar at gera upptøkur frá eini móttøku fyri Ova Joensen. Tá vóru tað meg, børnini vildu síggja, og tað gjørdi arbeiðsumstøðurnar eitt sindur truplar. Sama skilið var, tá eg fór til Sumba við Vígdis Finnbogadóttir. Tá komu børnini stórleypandi ímóti mær.
- Tað kendist bæði væl og illa. Mær dámdi ikki at verða tilbiðin soleiðis. Tað vóru sett krøv til mín um, at eg skuldi verða ein fyrimynd fyri børnini, og eg skuldi skikka mær væl. Eg kundi ikki gera alt og fara allastaðni, men eg legði líka í hesi krøv. Eg vildi ikki verða hendan fullkomna fyrimyndin, so eg royndi at skræða meg leysan frá tí.
- Eg royndi at liva sum øll onnur fólk, fór har, eg kanska ikki skuldi fara, og gjørdi tað, sum eg helst ikki skuldi gera. Alt hetta kostaði persónliga, sigur Zacharias Hammer.
Marruna av upptøkum
Í 1991 segði Zacharias farvæl til børnini. Eftir sjey ár við ábyrgdini av barnasendingunum, var tað blivið ovmikið.
- Eg var útbrendur, og tí helt eg, at nýggj fólk skuldu sleppa fram at. Eg vildi ikki hava ábyrgdina longur, og eg vildi eisini sleppa av við mín leiklut sum vertur hjá børnunum, sigur Zacharias.
- Men eg mátti í fleiri ár stríðast fyri at sleppa av mína fortíð í barnasendingunum, og eg haldi, at fólk høvdu trupult við at taka meg í álvara, tá eg fór at gera tilfar til tey vaksnu.
Zacharias fór undir at gera sunnukvøldssending, sum fekk navnið Manna millum, og hann ferðast til Svínoyar at tosa um grýlur og til Porkeris at tosa um huldufólk.
Sendingin var ein mentasending, men tað var ikki tað slagið av mentan, sum vanliga verður metta at hoyra heima í Norðurlandshúsinum. Sendingarnar snúðu seg um fólk, og tað, tey vistu at siga frá ella høvdu upplivað.
Fyrst í 90?unum fór Zacharias eisini undir at gera tær sendingarnar, sum hava eyðkent hansara yrkisleið seinnu árini. Náttúrusendingarnar við fólki, djóralívi og práti. Og royndirnar frá barnasendingunum hava lært hann nakað.
- Nú royni eg altíð at klippa meg sjálvan burtur úr sendingunum. Eg skal hava leiklutin aftanfyri upptøkutólið, meðan tað eru fólkini í sendingini, sum skulu sleppa at tosa, sigur hann.
Zacharias hevur gjørt náttúrusendingar ymsastaðni í Føroyum - í Mykinesi, í Vágum, norðoyggjum og aðrastaðni.
- Tað hevði verið ógjørligt at gjørt hesar sendingar, um vit ikki høvdu fingið alla ta hjálp, vit hava fingið, ókeypis. Bátar hava bíðað, fólk hava borið útgerð og hjálpt til, og um vit skuldu havt goldið fyri alla hesa hjálp, hevði tað ikki borið til hjá SvF at gjørt hesar sendingar.
- Útlendsk sjónvarpslið hava verið í Føroyum og gjørt sendingar fyri nógvar pengar, meðan vit samstundis hava gjørt líknandi sendingar fyri lítið og lætt, sigur Zacharias.
Í arbeiðnum við náttúrusendingunum hevur Zacharias hingið í línu, klatrað í fjøllunum og staðið uttarliga á eggini fyri fáa upptøkur.
- Eg er ikki serliga djarvur, men ynskið um at fáa akkurát ta røttu myndina hevur ofta fingið meg at leggja nógv fyri. Og tá tú hongur í eini línu er bara eitt at gera, og tað er at líta á línuna og fólkið sum er við.
- Eg havi onkuntíð havt marruna av, at eg havi gjørt upptøkur uttarliga á eggini. Tá eg standi soleiðis og hyggi í upptøkutólið, kann tað verða trupult at halda balansuna, men enn er tað bara komið fyri í dreyminum, at eg eri farin út av.
- Tá eg seti meg at klippa sendingarnar, finni eg við hvørt út av, at onkrar av myndunum, sum eg havi gjørt nógv fyri at fáa í kassan, als ikki hóska til heildina. Tað er hart at lata hesar myndirnar fara, men tað er ein lítil troyst í, at eg leggi tær í savnið, so tær kanska koma til góðar eina ferð seinni.
Broytti hugsan um sjómenn
Næsta sendirøðin hjá Zacharias kemur í kjalarvørrinum á sendingunum um sjóferðirnar til Thailands, Grønlands og úr Chili.
Zacharias arbeiðir í løtuni við eini røð um føroysku rækjusøguna, og í tí sambandinum brúkti hann 9 mánaðir umborð á trolaranum Gilstón.
- Ætlanin hjá mær við hesi røðini er at koma umborð á skipini, koma inn um stálið og fáa sjómenninar við í sendingina. Tað skal ikki bara verða ein sending við árstølum og upplýsingum, tað skal verða ein sending við eini sál, tí annars riggar tað ikki. Eg royni at lýsa lívið umborð, bæði upp á gott og ilt, sigur hann.
Stutt fyri jól í 1996 fór Zacharias við Gilstón til Eysturgrønlands, og í februar árið eftir varð leiðin løgd til New Foundland.
- 16 mans vóru við Gilstón og upptøkutólið hjá mær gjørdist 17. maður. Eg fekk ómetaliga nógv burtur hesum túrunum, og kom rættiliga inn á lívið á hesum monnum. Upptøkutólið slapp allastaðni umborð, og ofta brúkti eg frívaktirnar til at gera upptøkur, greiðir hann frá.
- Ofta leikaði eg í fyri at fáa upptøkur, rann runt við upptøkutólinum og tá vit lógu fastir í ísinum, vóru nógvar góðar myndir at fáa.
Umframt at gera umtøkur umborð á Gilstón, var Zacharias eisini umborð á øðrum skipum á leiðini.
- Túrarnir góvu mær eina heilt aðra mynd av sjómonnum. Fordómarnir hjá mær vóru allir mótprógvaðir, tá eg kom umborð á Gilstón. Hetta vóru ungir og raskir menn, sum vóru ómetaliga hjálpsamir.
Upptøkurnar, sum Zacharias gjørdu á túrunum til Eysturgrønlands og New Foundland, eru týðandi partur av tilfarinum í sendingunum um rækjusøguna.
Teir hvítbotnaðu skulu við
Hóast Zacharias er gamal í fakinum, hevur hann allatíðina roynt at fylgja við menningini av tøknini. Hann fór sum ein tann fyrsti í SvF undir at gera sendingar á teldu, tá hesin møguleikin kom, og hann bíðar spentur eftir nýggjari og framkomnari tøkni.
- Tá vit byrjaðu í SvF í 1984 høvdu vit framkomna útgerð. Aðrastaðni brúktu tey filmsupptøkutól, meðan vit keyptu videoútgerð, sum tey rundan um okkum eisini skiftu til aftaná. Tað er týdningarmikið, at Sjónvarpið hevur møguleikan at keypa nýggja útgerð, tí gera vit ikki tað, verða vit afturúrsigld, heldur Zacharias.
Hóast nýggja útgerðin gerst alsamt betri og bíligar óttast Zacharias ikki fyri menningini, nú ein og hvør, sum hevur hug til tað, kann gera sjónvarp.
- Tað hjálpir ikki at hava ein góðan penn, um tú ikki dugir at skriva. Soleiðis er eisini við sjónvarpið. Tað er ikki nóg mikið við útgerðini, tú mást eisini duga at taka upp, at seta saman og gera sendingar.
- Men tøknin er ein stór hjálp, tí hon lættir so nógv um arbeiðið at gera sendingar. Møguleikarnir fyri at seta saman og broyta eru heilt aðrir í dag, enn teir vóru fyrr.
Starvsfelagarnir í SvF fáa gott skoðsmál frá Zachariasi, men hann sigur seg kenna til, at onkur kundi hugsað sær at fingið eins fríar teymar til at gera sendingar, sum hann hevur.
- Til tað plagi eg at siga, at eg havi vaskað upp fyri mínar sendingar, sigur Zacharias og sipar til, at tá hann hevur verið til sjós, hevur hann altið verið partur av manningini umborð.
Zacharias hevur mangan fingið fólk at renna fyri seg, tá hann hevur gjørt upptøkur. Hann hevur peikað og forklárað fyri at fáa upptøkurnar at rigga, og tá myndir skulu takast av honum eftir samrøðuna, er hann til reiðar til hvat tað skal verða. Hann kann ikki annað enn siga ja, heldur hann.
Myndin skal verða av honum í sambandi við eitt skip. Upptøkutólið skal hann hava í hondini, og so eru tað teir hvítbotnaðu gummiskógvarnir. Teir skulu eisini við.
Hann skal seta seg á ein pullart, og lyfta beinið upp, lata okkum síggja hvíta botnin.
? Ansa eftir tú ikki fert á bláman.
Klikk!