Hanga í línuni

Teir lata væl at fiskiskapinum. Men høgi meðalaldurin í egningarskúrinum, sigur nakað um framtíðarútlitini hjá línuflotanum. Í egningarskúrinum hjá línuskipinum, Norðsøka á Eiði, halda teir, at politikararnir fullkomuliga hava slept línuni

Høgni Mohr og Dánjal Højgaard


Uttast vinstrumegin, tá ið tú kemur inn í egningarskúrin, stendur eiðismaðurin, Jákup Joensen, við sínum sjeynda stampi. Hann er fyrrverandi reiðari á Norðsøka, og einasti sosialistur í skúrinum, vilja hinir vera við. Her eru sambandsmenninir í meiriluta. Høgna Hoydal er eingin teirra væl í øgn við.

Lagið er gott, og hugurin at egna, ikki verri.

- Torrafiskurin skuldi verið fyri nú, heldur Jákup, sum hevur betri hug, at tosa um fiskiskap enn um fullveldi. Torri er tíðin, tá ið fiskurin kemur inn á grunnin at gýta. Teir gomlu plagdu at siga, at torrafiskur er feitur bæði til livur og til kropp.

- Hann plagdi at koma heilt inn undir land. Fyrraárið var so smekkfult. Men tað hevur viðrað so illa í seinastuni, at enn hava vit ongan sæð, sigur Jákup.

Várróður í nánd

Seinastu átta seturnar hevur selatraðarskipið, Norðsøki, fingið 64.000 pund. Hetta er millum 150 og 200 pund upp á stampin. Tað verður hildið at vera góður fiskiskapur.

Norðsøki heldur til á Eiði. Har í bygdini eru egningarskúrurin og frystaríið hjá skipinum.

Týsmorgunin um hálvgum níggju tíðina kom Norðsøki inn til Eiðis við 7.000 pundum. Alt fyri eitt vórðu teir 60 stamparnir ripaðir upp á bryggjuna, og longu klokkan 16.00 sama dagin skuldi skipið fara út at seta teir 60 nýegndu stamparnar. Norðsøki er einasti avbygdabátur, ið egnir á Eiði.

Í egningarskúrinum á havnalagnum á Eiði eru 12 mans úr fimm bygdum. Helvtin er eiðismenn, tríggir av Selatrað, ein úr Tjørnuvík, ein úr Streymnesi og ein frá Ljósáum.

Goggan er góð

Ein teirra er selatraðarmaðurin, Jóhan Karl Djurhuus. Hann er eisini reiðari á Norðsøka.

Teir eru tríggir selatraðarbrøður, sum vóru við til at keypa Norðsøka frá eiðismonnum fyri nøkrum árum síðani. Norðsøki hevur kortini framvegis fast tilhald á Eiði, og einasta sjónliga teknið um eigaraskiftið er, at nú stendur Selatrað á navnabrettinum.

Jóhan Karl egnir við goggu á øðrum hvørjum húki. Gogguna fiskar hann við tíggjumannafari sínum, og hon tænir sínum endamáli.

- Goggan er øgiliga góð til tann gráa fiskin, sigur hann.

Ongan góðan

Men hóast lagið er gott í skúrinum og várróðurin er í nánd, so er kortini eingin várkensla at hóma millum línumenn og búnar egnarar á Eiði.

Asbjørn Djurhuus, formaður í skúrinum, er ikki bjarskygdur, tá tosið fellur á framtíðina hjá vinnuni. Hann væntar ikki, at línuveiðuni verður lív lagað.

- Vit, ið royna við línu, eiga ongan góðan millum politikararnar. Meðan teir stóru trolararnir hótta okkara vinnu, latast teir, ið ráða fyri borgum, ikki um vón, sigur hann.

- Doyr línufiskiskapurin út, so verður egningin heldur ikki at hóra undan, sigur Asbjørn, sum væntar, at saknur verður í serstøku atmosferini í skúrinum, sum hann heldur hava stóran sosialan týdning.

Og hugurin at egna er góður.

Hóast teir 60 stamparnir vórðu egndir alt fyri eitt, er ongin vandi fyri, at Norðsøki kemur í uppisetur á Norðhavinum. Í frystibingjuni standa longu 150 stampar klárir, egndir við kúfiski, kúvingi og høgguslokki.

Teir gomlu megna enn at halda balans.



Norðsøki FD530

? Línubátur, 61,12 BRT

? Bygdur í 1942 úr eik í Holbæk í Danmørk

? Manningartal: 6

? Maskinorka: 370 hk Cummins Diesel

? Eigari: P/F Bakur á Selatrað