Dupultbrak uppi á Hálsi

Ávíkavist klokkan 16.00 og 18.00 skulu báðar steypafinalurnar í hondbólti spælast. Hjá kvinnunum hava VB og Kyndil leikt seg fram til avgerandi dystin, meðan tað á mannfólkasíðuni eru havnarliðini bæði, Kyndil og Neistin

Jákup Mørk


Síðani seinastu hálvfinalurnar vórðu avgreiddar seinasta vikuskifti, hevur mesta hondbóltsprátið í høvuðsstaðnum og í Suðuroynni ivaleyst verið um, hvussu úrslitini munnu fara at laga seg í teimum báðum dystunum.

ÍtróttarSosialurin verður sjálvandi hjástaddur, tá dystirnir verða settir í gongd, og á hesum síðum hava vit gjørt eina upptakt til dystirnar.


Spennandi

Einki er at ivast í, at talan í báðum førum verður um tveir sera spennandi dystir, har so at siga alt kann henda.

Onkur vil kanska vera við, at Neistin á mannfólkasíðuni og betra helvtin hjá Kyndli noyðast at átaka sær leiklutin sum favorittar, grundað á støðuna á stigatalvuni. Hesum er undirritaði í øllum førum ósamdur í, tí dystirnir í landskappingini kunnu als ikki sammetast við steypadystir.

Um so var, áttu finalurnar helst at staðið millum nøkur heilt onnur lið, tí hvørki av oddaliðunum í teimum báðum bestu deildunum eigur umboð í finaludystunum.


Regina stóran týdning

Hjá kvinnunum er tað sum kunnugt VB og Kyndil, sum skulu gera av, hvør av teimum skal standa eftir við steypinum, tá avtornar.

Suðuri í Vági vóru vónirnar til kappingarárið sera góðar undan kappingarárinum, men úrslitini hava verið nakað misjøvn, og liggja tær tí einum kanska skuffandi fimta plássi á stigatalvuni.

Lítið er tó at ivast í, at støðan kundi verið nógv betri, tí vágbingar eiga ein heilt góðan leikarahóp, og í Reginu Rádó hevur VB ein leikara, sum, um lagið er hitt rætta, kann avgera dystin nærum einsamøll.

Í landskappingini hevur tað tó verið soleiðis, at teir dystirnir, har nógv hevur staðið á, so at siga hvørja ferð eru koppaðir til fyrimuns fyri mótstøðuliðið.

Í steypakappingini hevur tó ligið betri fyri, og í hálvfinaluni bastu tær einum neistaliðið, sum annars hevði havt sera góðan byrð síðani ársskiftið.


Besta málverjan

Mótstøðulið teirra í kvøld, Kyndil, verður av mongum mett sum favorittur undan dystinum, og tað er í øllum førum ein sannroynd, at liðið hevur fingið nógv burtur úr, síðani tær í januar mánaði skifti venjara.

Undir leiðslu av Bárða Johannesen hevur tað eydnast teimum at bast suverena klaksvíksliðnum. Suverena er kanska í so nógv sagt, tí tá úrslitini av teimum báðum hálvfinalunum móti Stjørnuni vórðu løgd saman, høvdu kyndilskvinnurnar 10 mál meira enn klaksvíkingarnir.

Ein hin mest sjónligi leikarin á kyndilsliðnum er helst ársins leikari seinasta ár, Lotte Sørensen. Sjálvandi er tað eisini rætt, at hon hevur stóran týdning fyri avrikið hjá liðnum, men eftir mínum tykki stendur týdningarmesti leikarin hjá Kyndli í málinum.

Marita Hermansen hevur eftir mínum tykki verið nógv tann málverjin í landinum hetta kappingarárið, og í fleiri dystum hevur hon verið høvuðsorsøkin til, at kyndilsliðið hevur fingið stig burturúr.

Er lagið á Maritur hitt rætta, kann hon uttan iva tryggja Kyndli sigurin, men sum omanfyri nevnt hevur VB eisini leikarar, sum kunnu avgera dystin, so uttan iva verður talan um ein sera javnan finaludyst.


Kyndil og Neistin

Hjá monnunum verða tað havnarliðini bæði, Kyndil og Neistin, sum sínamillum skulu avgera, hvør teirra skal standa eftir við steypinum.

Kyndilsliðið hevur í ár havt eitt heldur misjavnt kappingarár, har fleiri stig eru mist í seinastu løtunum av dystunum. Liðið hevur higartil í ár tapt 7 dystir, men verður sæð burtur frá seinasta tapinum móti Neistanum, hevur talan hvørja ferð verið um teir vælkendu marginalarnar, sum ikki hava verið í parti við Kyndli.

Í steypakappingini lá tó betri fyri, og eftir tvær sera spennandi hálvfinalur móti arvafíggindanum úr Vestmanna, eydnaðist tað teimum at vinna sætið í finaluni.

Um ein skal peika á nakra ávísa styrki hjá Kyndli, so má tað vera breiddin í hópinum. So at siga á øllum plássum hava teir í minsta lagið tveir góðar leikarar, hóast Jacob Jónsson kortini má sigast at hava størsta týdningin fyri liðið.

Hetta kom serliga til sjóndar í seinnu hálvfinaluni móti VÍF, har kyndilsliðið frá dystarbyrjan mátti vera Bjarna og Hannis Wardum fyri uttan, og harumframt misti Regin Petersen tíðliga í seinna hálvleiki. Hóast missin av hesum trimum leikarum, megnaði liði kortini at varveita eitt máls leiðsluna frá fyrra dystinum, soleiðis at finalusessurin kundi tryggjast.

Helst er tað eisini ein fyrimunur hjá Kyndli, at finaludysturin so at siga kann bjarga teimum kappingarárið. FM-heitið er helst um at fara út eygsjón, og hava teir tískil alt at vinna og einki at tapa í finaludystinum.


Kompleksið er burtur

Hjá Neistanum er eitt sindur øðrvísi statt, tí hóast teir uttan iva vilja fáa fatur á steypinum, so hevur dysturin ikki eins stóran týdning hjá teimum, sum hjá Kyndli.

Teir eru hóast alt væl við í kappingini um FM-heitið, ikki minst takkað verið teimum trimum sigrunum á Kyndli higartil í ár.

Hetta kann eisini vísa seg at hava alstóran týdning fyri gongdina í dystinum, tí har Neistin kanska fyrr hevur havt eitt undirlutakompleks mótvegis Kyndli, hava teir ikki roynt at tapt móti grannunum í hesum kappingarárinum.

Einki er at taka seg aftur í, at stóra styrkin hjá neistaliðnum er í álopspartinum. Toppskjúttarnir báðir, Heini og Áki, hava verið ein alstórur trupulleiki hjá øllum verjunum í landinum, men liðið telur eisini fleiri aðrar góðar skjúttar.

Finnur Hansson, Áki Mørk og Kári Mortensen eru allir leikarar, sum ikki halda seg aftur, fáa teir nóg stórt rásarúm, og serliga í seinasta dystinum móti Kyndli prógvaðu teir, at tað ikki er nøkur patentloysn at mansverja Heina og Áka.

Eisini á málmansplássinum er Neistin væl fyri, men hinvegin hevur uppgávan hjá málverjunum ofta verið ótakksom, tí verjuparturin á liðnum ikki hevur riggað nóg væl.

Hetta er tó batnað munandi gjøgnum árið, og seinastu dystirnar hevur tað verið ein stór hjálp, at løgtingsmaðurin, Jákup Sverri Kass, er komin aftur til landið.

Verjuparturin á liðnum er tó enn ikki nóg sterkur til at tryggja liðnum sigurin, og tískil er tað helst ein fortreyt fyri sigurin, at álopsspælið koyrir nóg væl í dag.

Hetta man Sophus Dahl Christiansen helst eisini hava hugsað um, og uttan iva hevur hann hugsað um okkurt móttrekk mótvegis bláu grannunum.

Jú, av sonnum er lagt upp til eina sera spennandi og undirhaldandi finalu. At ytru karmarnir verða í lagi er lítið at ivast í, og leikararnir fara helst at gera sítt til, at undirhaldið á vøllinum skal verða eins gott og uttanfyri strikurnar.