ÓLAVUR Í BEITI
Um vikuskiftið verður Harmonkutreff í Vágum, og ætlanin er at harmonikuleikararnir skulu rættiliga gera vart við seg. Verður veðrið til vildar fara leikararnir at spæla úti í Miðvági, Sandavági og Sørvági og verður hetta klokkan 15.00 leygardagin.
Seinni sama dag, klokkan 23.00, verður so stóri dansurin í Sørvági, har allur innkomin peningur fer til at fáa SÍ-húsið liðugt.
Harmonikuleikararnir skulu gista á Sørvágs Skúla og ætlanin er so eisini at teir fara at venja og hugna sær, meðan teir eru í Vágum, og tá eru eisini vælkomnir harmonikuleikarar úr allari oynni, verður sagt frá SÍ.
Allir heimadystir hjá FS-Vágum skulu spælast á vøllinum í Sørvági í ár, og tí er sera umráðandi at fáa nýggja bygningin hjá SÍ lidnan til tíðina. Og sum skilst á umboðum fyri SÍ, er brúk fyri nógvari og góðari arbeiðshjálp at fáa SÍ-húsið liðugt, tó at dugnaligir og trúgvir stuðlar eru so at siga hvønn dag í húsunum og arbeiða.