Avbyrgd í kvirruni

Lívskor. 29 ára gamla Hansa Askham á Norðoyri kennir seg uttanfyri. Hon er deyv og kennir á sær, at arbeiðsmarknaðurin er stongdur fyri fólki sum henni

Orð:Dánjal Højgaard

Myndir:Jens Kr. Vang


-Hevði eg hoyrt so vildi eg verið sangarinna.

29 ára gamla Hansa hyggur út á Borðoyarvíkina. Sólin glógvar á tí spegilsblonku víkini, og hóast Klaksvíkin er beint í nánd er tað so pinnastilt.

Hon er von við kvirruna, tí hon hevur livað eitt heilt lív uttan ljóð. Hon er deyv á báðum oyrum, og hevur alt sítt lív verið bundin av øðrum fólki fyri at klára gerandisdagin.

Hansa er mótfallin.

Hon kennir tað sum at samfelagið ikki hevur brúk fyri eini 29 ára gamlari kvinnu, sum ikki dugir at hoyra kvirruna á Borðoyarvík.

? Søkir tú arbeiði og allatíðina fært avslag so bakkar tú til endans. Eg havi mist mótið og føli, at arbeiðsmarknaðurin hevur ikki brúk fyri mær, tí at eg eri deyv, sigur Hansa, og tú merkir, at hon er beisk um støðuna.

? Eg eri ikki býtt. Eg eri bara deyv.


Sjey ár í Havn

Vit sita við køksborðið heima hjá Hansu á Norðoyri, eitt hanagleiv sunnanfyri Klaksvíkar bý. Orðini, sum koma frá hennara munni eru heldur óhjálpin og ljóða næstan barnslig. Tá orðini gerast óskiljandi kemur mamma Hansu, Lena, uppí leikin og tulkar fyri okkum.

Sjálv hoyrir Hansa ikki eitt kis. Men við munnlestri sær hon hvat vit siga, og vit royna at hyggja upp, meðan vit tosa, so at sambandið ikki skal slitna. Tað ger tað kortini nakrar ferðir, og so má Lena aftur uppí leikin.

Hansa var bert hálvt annað ára gomul tá hon fekk meslingar og misti hoyrnina, greiðir Lena frá. Sum hon vaks viknaði hoyrnin, og í dag hoyrir hon so at siga slett einki.

Hansa er ættað av Norðoyri, men longu sum tvey ára gomul fór hon til Havnar, at fáa servenjing á Skúlanum á Trøðni. Hon búðu í Havn tey næstu sjey árini, og kom ikki heimaftur til Norðoyrar at vera fyrr enn hon var blivin hálvvaksin genta.

Heimafturkomin fór hon í skúla í Klaksvík, og tað var strævið at byrja við, tí tað gekk illa at samskifta við hini. Men hon hevði ein avbera góðan og tolnan serlærara. Hann var ikki deyvatolkur, men dugdi væl at spæla sjónleik, so hann hjálpti henni við miklum keipum.

Hon umrøður eisini eymliga floksfelagarnar ? ella »klassan« sum hon nevnir fleiri ferð - sum lærdu seg so frægt av teknmáli, at eisini teir blivu henni hollir stuðlar. Hon minnist einki til at hon nakrantíð hevur verið argað, tí at hon var deyv.

? Nei tað var eg ikki. Men eg minnist, at einaferð rópti ein drongur eftir mær, at deyv eru reyvarhol. Tá var eg fratør.


Í familjunnar favni

Gerandisdagurin hjá eini deyvari gentu ? við trimum børnum og manni, sum er nógv burtur á sjónum ? er fullur av forðingum. Hansa hoyrir ikki telefonina ringja og børnini gráta. Og vanlig gerandismál, sum at fara til handils og greiða ørindi av ymiskum slagi, eru miklar forðingar, sum hon má hava onnur at hjálpa sær við.

Tíbetur hevur Hansa eina stóra og hjálpsama familju í Klaksvík. Umframt foreldrini, sum búgva í kjallaranum, er bæði fastrar, pápabeiggjar, mostrar, mammubeiggjar og syskinabørn altíð til reiðar, at veita henni eina hjálpandi hond, tá á stendur.

Hansa hevur roynt at búð fyri seg sjálva í Klaksvík, men tað gekk ikki, m.a. fyri trygdina hjá børnunum.

? Tað er ikki lætt tá ið tú ikki hoyrir børnini gráta, sigur hon og sær heilt forfard út, tá hon verður spurd, hvat hon hevði gjørt, um hon ikki hevði familjuna, at líta á.

? Eg veit ikki hvat eg hevði gjørt um tey ikki vóru, sigur hon.


Brostnir dreymar

Tá Hansa var liðug í Fólkaskúlanum hugsaði hon um, at fáa sær eina útbúgving. Djóralækni og pedagogur vóru í huganum sum framtíðar yrkisleiðir.

21 ára gomul fór hon undir HF-lesnað í Klaksvík. Tað var ógjørligt at fáa tolk til Klaksvíkar, so hon fekk í staðin eina vinkonu at tulka fyri seg.

Hendan loysnin var kortini ikki haldbar, og tá ein tíð var fráliðin mátti Hansa geva skarvin yvir.

? Tað riggar ikki at hava eina vinkonu sum deyvatulk. Men eg var øgiliga kedd, tí eg hevði hug at ganga í skúla. Eg vildi útbúgva meg, sigur hon. At fara til Havnar at gingið á HF var ein ómøguligur tanki í hennara verð.

? Eg hevði eina lítla dóttur, sum eg mátti taka mær av. Eg kundi ikki fara einsamøll til Havnar við einum barni. Øll familjan býr jú her í Klaksvík, sigur Hansa, sum tó hevur gingið bæði á kokkaskúla og húsarhaldsskúla í Klaksvík. Hetta lat seg gera við góðum samstarvi við lærarar og næmingar.


Fordómar móti deyvum

Hansa hevur arbeitt, men hevur ongantíð fingið fótin fastan á arbeiðsmarknaðinum. Tað er sum rennir hon inn í ein múr av intoleransu, hvørjaferð hon bjóðar seg fram á arbeiðsmarknaðinum. Eitt skifti arbeiddi hon á einum fiskavirki í Klaksvík, men har kendi hon seg ongantíð væl.

? Eingin royndi, at seta seg inn í hvussu tað er at vera deyvur. Eg føldi tað sum, at tey hildu, at deyv kunnu ikki brúkast sum arbeiðsmegi.

Hansu hevur altíð dámt væl børn og eina tíð arbeiddi hon á einum dagstovni. Hetta fekk ein bráan enda, tá stovnurin setti familjuni krøv, sum hon ikki kundi lúka og samstundis boðaði frá, at foreldur, sum áttu børn á dagstovnunum høvdu gjørt vart við, at tey ikki kendu seg tryggan við ein deyvan barnagarðslærara.

? Hetta var eg øgiliga kedd av, tí mær dámdi so ótrúliga væl at fáast við børn. Eg minnist, at har var eitt deyvt barn í barnagarðinum, sum eg royndi at hjálpa við teknmáli, sigur hon.

Einaferð vendi familjan hjá Hansu sær til ein handil fyri at spyrja um møguleikar vóru fyri einum læruplássi. Svarið var, at tey ikki høvdu brúk fyri fólki, men stutt eftir hetta stóð eitt nýtt starvsfólk í handlinum.

Tað eru hendingar sum hesar, sum hava verið við til at taka dirvið frá henni, og sum hava fingið hana at kenna seg útilokaða frá arbeiðsmarknaðinum.

? Tað er verri at vera deyvur her í Klaksvík enn í Havn. Tey gera meira fyri tey deyvu í Havn og møguleikarnir fyri arbeiði eru betri enn her, sigur hon.


Best við Borðoyarvík

Hansa og maðurin hava tosað um møguleikan at flyta av Norðoyri. Kanska til Danmarkar, har møguleikarnir hjá hjá eini deyvari gentu høvdu verið munandi betri. Men tað er ongantíð blivið til annað enn tos. Familjan hevur keypt hús á Norðoyri, og bæði foreldur og børn eru so fast knýtt at Borðoyarvík og familjuni, at tað er ikki hugsingur um, at slíta seg leysan.

? Vit hava onkuntíð tosað um tað fyrr, tí so kundi eg kanska sloppið í skúla. Men vit kunnu ikki bara fara, tí okkum dámar so væl her á staðnum, sigur Hansa og greiðir eldhugað frá hvussu frítt og gott børnini hava tað á Norðoyri, og hvussu synd tað hevði verið at tikið elstu dóttrina úr skúlanum.

Stóri dreymurin hjá Hansu er, at hon kundi verið meira sjálvbjargin enn hon er í dag. Tí tað er ikki bara stuttleiki at vera bundin av vælmeintum mammum og mostrum, tá tú ert 29 ára gomul. Tí kundi hon hugsa sær, at ein útbúgvin tulkur var nærri heimstaðnum, so at hon slapp á foreldrafund hjá børnunum, kundi greitt síni ørindi og kanska farið á kvøldskúla í Klaksvík ? nærum einsamøll.

? Tey kundu útbúgvið fleiri tulkar, sigur hon.

? So kundi eg kanska komið meira út millum fólk. Hevði komið at kent nýggj fólk.