nærlagdari frammanfyri TB-málinum. Frá fyrsta bríksli skolaðu álopini oman ímóti TB-málinum, og tvøramenn skulu vera fegnir um, at tapið ikki gjørdist enn størri. TB vóru nógv skerdir undan dystinum, tí [...] Michelsen stutt fyri leiklok fekk seinasta fót á eftir ein fríspæling. Um dystin er at siga, at stóri málmunurin sigur okkum, at her varð talan um dyst millum topp og botn, har oddaliðið úr Havn við sigrinum [...] n Óli Johannesen, ið hevur skaða at dragast við. Ikki var meir enn minutturin farin av dystinum, so lá bólturin í TB-málinum. Jón Rói Jacobsen kom eftir hornaspark at liggja væl fyri inni í TB-brotsteiginum
norðuri. Vanligt er, sigur hon, at fólk koma at fáa sær mogrunmat, og fara síðan út at hyggja seg um. Tá klokkan er um tíggju fyrrapart, er stilt í grannalagnum. Tá er einki fólk at síggja. Ikki fyrr nakað væl [...] fyri. Tað er farið at kennast úr landnyrðinginum, tá vit koma oman til Gjáar. Tað standa nakrir bilar í túninum uttan fyri stóra bygnignin innast í bygdini. Eisini eru fleiri tjøld at síggja á vøllinum [...] verður innar, og tá sæst, at hetta er matsalur, tey sita í. Ein stórur, væl útgjørdur køkur, sum vallaraheimið hevur til gestirnar at matgera og eta í. Jú, tað letur til, at her er vallaraheim við støði
smátt í alra eygum, gjørdi hann føran fyri at undrast, at leita, granska, undirsøkja og hyggja at tí, ið var eitt sindur øðrvísið. Sjálvandi vitsti Hans J., at hann var ikki sørur, tá ið tað galt hýsumurtin [...] tilveruni. Vit fóru eisini Heim(oman,norður) á Sand í henda glæsiliga skála at skoða hetta vala hús, og í forvitni at royna andan, ein livandi anda, sum vit vóna fer at búgva undir hesum bitum. Her stóðu [...] u lygnunum í tí føroyska samfelagnum. Skjótt sóu vit, at manna millum var ein hópur av tilfari, sum vert var at sýna fram. Vit ásannaðu skjótt, at tað, sum fólk áttu t. d. lutir o. a. hevði stórt mentanarligt
ikki svíkir, ikki regnið, ikki ódnin fær hjartað hans at nøtrast. Goethe Ein indari segði mær frá teirra tíðarfatan, at ein 25 ára gamal kann vera eini áttati, og ein, ið er eitt nú seksti, kann kenna [...] longur heilt duga at skilja. Sjálvt um hann hevði dvalst í Havn, so vóru Føroyar veruliga fjarskotnar, í mun til okkara tíð og øktu samskiftismenta okkara, ið Hanus av og á hevur at finnast at. Keypmannahavn [...] óskalað frá Brandes til PH, Elsu Gress og beint inn í hjartað hjá Hanus Kamban, hetta at vilja berjast fyri tí sanna. At vera ein intellektuell rødd, ið tekur upp bardagan móti svárum órætti, tølandi orwellskum
arnir í felagnum hava fingið freist til ólavsøkudag at svara tilboðnum frá Torm. Verða tey bæði reiðaríini løgd saman, kemur nýggja stórreiðaríið at hava ein umsetning upp á einar fimm milliardir krónur [...] Wúrtzen, varastjóri í Mærsk Olie og Gas segði fyrr í ár, at felagið hevði stóran áhuga í framtíðar oljuvinnuni í Algeria, og hann helt útlitini har vera sera góð. Frammanundan er Mærsk virkið í Qatar. Saman [...] skulu nógvar seismiskar kanningar gerast. Amadarco er í dag ført fyri at framleiða 285.000 tunnur av olju um dagin, men avgjørt er at økja orkuna til 500.000 tunnur um dagin í 2004.
skrivað um, hvat tað er at elska, og ein yrking er um, hvat tað er at liva. ? At liva er at nokta at doyggja blindur, ljóðar ein av beinraknu strofunum burtur úr hesi yrking. ? At vera listamaður er ikki nøkur [...] frá. Endin var eisini, at tey búsettu seg í Danmark, og seinastu sjey árini hava tey búð har norðuri í jútlandi, í Hirtshals. ? Í Hirtshals er skjótt at ganga oman til sjógvin, oman á bakkan. Føroyar eru [...] ætlar sær at steðga her eitt sindur afturat, áðrenn hann fer at leita sær aftur til heimið í Hirtshals. ? Eg segði ein dagin við konuna, at nú pakki eg alt saman, og so fari eg til Føroyar at finna andan
fær ikki okkum at gevast at drekka øl. Tað ger tað bara dýrari fyri okkum at fáa fatur á tí. - So er bara at keypa nokk hvørja ferð, leggur ein annar afturat. Spurdir um hvar teir ætla at sita um dagarnar [...] greiða meining. Tað er týðuligt, at hetta málið hevur verið havt á lofti fyrr. - Hann kann ikki nokta fólki at drekka øl. Eg haldi ikki, at hann veit hvat hann tosar um. At steingja ella flyta ølsølurnar [...] Vit vilja vera í Havnini, og í Havn er einki betri stað enn her. - Vit hava tað gott her. Vit fara ikki at flyta, bara tí ølsølan flytur. Politikararnir burdu heldur syrgt fyri at man slapp at keypa øl
heilt. - Eg minnist, at bilurin koyrdi ógvuliga skjótt, hvussu skjótt veit eg ikki. Tá ið vit komu í svingið við Lambareiði, føldi eg, at okkurt fór at henda, tí at bilurin byrjaði at svinga aftur og fram [...] øðrum. - Vit fimm plagdu ikki at vera saman. Hví vit funnu saman hetta kvøldið, veit eg ikki. Vanlukkan hendi á veg til Søldarfjarðar, har vit ætlaðu at fáa okkum okkurt at eta hjá einum øðrum vinmanni [...] ístaðin fyri at seta meg í handan bilin, hevði vanlukkan kanska ikki hent. Men tað hjálpir mær als ikki at hugsa so, tað ger bara ilt verri. Eg havi lært nógv, til dømis, at tað er farligt at koyra skjótt
Berlin og hildu tað vera stuttligt, at eg fór at vitja Svalbard, hendan partin av Noregi. ?Norra?? spurdi eg undrandi. ?Tit eiga ikki meira í Svalbard enn hvat føroyingar eina.. Vit fóru at trætast hart, og [...] tíma. Tað tekur næstan tríggjar tímar at flúgva úr Oslo og norður í oyðuna. Vit flúgva fyrst yvir land norður eftir. Eg siti og ergri meg yvir, at eg eri komin at sita í skeivu síðuni á flogfarinum, eitt [...] har er. Nú er flogskiparin at hoyra í hátalaranum. Hann fortelir, at avfall, vátakavi er í Longyear-býnum og har er frískur vindur av útsynningi. Okey, vit, sum eru so vitleyst at leita út í oyðuna beint
eriið, at eg skuldi ongantíð fáast við fisk aftur. Men?"it grows on you", okey?, spyr Eyðfinn, fyri at tryggja sær, at blaðmaðurin fær við, at hann sipar til, at fiskivinnan hevur lyndi til at fara í blóðið [...] gera við, at úti í heimi er ein vaksandi tilvitan um náttúru, umhvørvi og stovnsrøkt við til at mynda handilin innan fiskivinnu. Og Eyðfinn nevnir nakrar orsøkir til, at best er at halda seg til línufiskin [...] Seattle? Til USA Tað var í 1975, at Eyðfinn, sum í dag er 50 ára gamal, fór til USA at starvast fyri uttanríkisministeriið í New York á konsulátinum har. Hann var tá liðugur at lesa í Danmark og hevði verið