Ferðavinna
við Gjógv:
Tey koma mestum allastaðni úr Europa at vitja Gjáargarð. Og eisini føroyingar eru farnir at brúka garðin í rímilaga stóran mun. Bæði sum vanlig ferðafólk, men í størri mun til skeiðvirksemi og slíkt, sum virki og fyritøkur standa fyri.
Tað er farið at kennast úr landnyrðinginum, tá vit koma oman til Gjáar. Tað standa nakrir bilar í túninum uttan fyri stóra bygnignin innast í bygdini. Eisini eru fleiri tjøld at síggja á vøllinum omanfyri.
Flaggið hongur í stongini og veit ikki rættiliga, hvat tað skal gera av sær. Hevur ongan hug soleiðis at breiða seg út. Til tess er lotið ov lítið. Melur einar tvær ferðrir í kring og verður so hangandi har rundan um stongina. Eitt sindur vátt er tað helst vorðið, tí hongur tað so deytt.
Eisini tey, sum liggja í tjøldunum omanfyri, eru farin at gera seg út til regn, er líkt til. Taka saman slíkt, sum stendur fyri tjalddurunum, og bera inn gjøgnum einar dyr í høvuðsbygninginum. Fleiri savnast og fara inn.
Hugt verður innar, og tá sæst, at hetta er matsalur, tey sita í. Ein stórur, væl útgjørdur køkur, sum vallaraheimið hevur til gestirnar at matgera og eta í.
Jú, tað letur til, at her er vallaraheim við støði, sum vit til einahvørja tíð kunnu ver tjent við at bjóða fólki.
Hyggi at bilunum, sum standa í túninum. Ein føroyskur er, sæst beinanveg á nummarspjaldrinum. Men so eru tey eisini sera ymist, spjøldrini, hóast fleiri teirra hava hetta bláa ES merkið við gulu stjørnunum og og so einum eyðkennisbókstavi, sum vísir, hvørjum landi bilurin er skrásettur í.
Har eru bæði danir og spaniólar. Týskararnir eru sjálvandi eisini, og onkur eysturríkari. Ein íslendsku stendur har við síðuna av Sosialbilinum, og so sanniliga um ikki eisini ein bilur við polskari nummarplátu rullar inn í túnið. Jú, her er altjóða dámur á parkeringsplássinum, ella rundan um, tí pláss er ikki fyri øllum. Teir standa fram við vegnum inn í Dal.
Opið um summarið
Gjáargarður hevur opið sum vallarheim um summarið, greiðir dagligi leiðarin, Lis Jørgensen, frá, meðan vit sita í hugnaliga salinum uppi í móttøkuni og fáa okkum kaffi og pannikøkur, sum líkasum er vorðið eyðkenni hjá Gjáargarði.
Frá hálvum juni til hálvan august er garðurin opin fyri vanligum ferðafólki, sum vil gista ella liggja í tjaldi uttan fyri og so brúka teir møguleikar, sum vallaraheimið hevur.
Og teir møguleikarnir eru góðir, kann sannast, tá vit fara at hyggja at húsinum.
Her er alt, sum eitt slíkt stað krevur. Góðir møguleikar at sova. Uppihaldsrúm við sjónvarpi. Telefon, sólstova, góðir felags køkar og baðirúm. Bæði felags og eisini inni á summum av sovirúmunum.
Tú kennir teg mestsum vera komnar til eitt gistingarhús onkunstaðni suðuri í Alpunum, tá tú stendur uttan fyri Gjáargarð. Hendan stóra bygningin við høgu reisingini og trimum svalum á endanum. Allir við útskornum stakitti, sum minna nágreiniliga um tað, ein sær suðuri í Miðeuropa.
Eisini inni í móttøku er sera hugnaligt. Alt er gjørt úr træi, og fram við vegginum eru koyggjur, har tann vitjandi kann legjga seg í og draga fyri. Dupultar, so tvey fólk húsast í hvørjari.
Aðrastaðni í húsinum eru sovisalur og -rúm, har upp til fýra fólk kunnu gista inni. Fleiri teirra við egnum baðirúmi.
Umframt eru tveir køkar við øllum tí, einum køki hoyrir til í dag, sum komfýri við ovni, mikrobylgjuovni og kaffimaskinu, har gestirnir sjálvir kunnu matgera.
Borðreitt verður við vanligum morgunmati, ið fæst á slíkum støðum, sum tey vitjandi kunnu keypa, eins og okkurt føroyskt eisini fæst undir tonnina. Onkrar vanligar kioskvørur eru at fáa. Og so eru tað pannikøkurnar, sum Gjáargarður við tíðini er kendur fyri.
? Tað kemur fólk framvið soleiðis bara fyir at keypa sær kaffi og pannikøkur, greiðir Lis Jørgensen frá. Men vit hava ikki heitan mat annars, sum onkur hevur fingið fatan av, sigur hon.
Umfram tá morgunmatur er hvønn morgun, er opið dagliga frá á middegi til kokkan átta á kvøldi uttan leygardag, tá stongt er, eftir at fólk hava fingið morgunmat.
Vitja náttúruna
Eingin ivi er um, greiðir Lis Jørgensen, leiðari á Gjáargarði frá, at tey, sum koma til Gjáar at vitja, vilja síggja vøkru náttúruna her norðuri.
Vanligt er, sigur hon, at fólk koma at fáa sær mogrunmat, og fara síðan út at hyggja seg um. Tá klokkan er um tíggju fyrrapart, er stilt í grannalagnum. Tá er einki fólk at síggja. Ikki fyrr nakað væl út á seinnapartin plaga tey at koma aftur.
Men tá hava tey eisini havt møguleikar at síggja ymiskt, sum býarfólk niðri í Europa ikki hava dagliga atgongd til.
Út á Nasa fara tey flestu, og síggja har fuglin, sum heldur til undir Ovara Nasa. Í ár er eingin lundi at síggja har, siga tey frá við Gjógv. Men undanfarin ár hava nakrir verið, og hava teir stuttleika ferðafólki væl.
Eisini er trappugrótið at síggja í gamla gosopinum har úti, og er tað lætt at fylgja báðu megin Gjónna.
Men túrin út á Ovara Nasa gera eisini tey flestu og halda so fram niðan við hegninum niðan eftir eggini, har frítt útsýni er til havs og niður í bergið undir teimum. Havhestarnir smúgva tætt fram við eggini, og roykurin av teimum stendur ramur í næsarnar á tí vitjandi.
Ambadal vitja eisini nógv teirra, sum koma til Gjáar. Hesin stóri dalurin við tí eina steininum, Festirsteini, sum bara liggur har víðopin og bíðar teimum og bjóðar oman at síggja Búgvan og tað sjáldsama vakra útsýnið vestur yvir, har bæði Risin, Kellingin, Tjørnuvíksstakkur og Skeiðið síggjast. Ein avbera stórbær og hugtakandi sjón.
Beint undir tær liggur Búgvin við sínum fuglalívi. Hósst onkuntíð hevur verið meira, enn tað er í dag, er tað kortini hugtakandi at hoyra gangin av tí, sum hóast alt er har.
Og so skúgvarnir á miðum dalinum, sum leika í og skjóta seg niður yvir hesar ófriðakropparnar, sum koma malandi at órógva pisuna, teir júst hava klakt, og sum til fánýtis roynir at fjala seg í grasinum.
Men summarið fer einaferð at halla, tá fremmandu ferðafólkini fara heim aftur, og Gjáargarður steingir aftur.
Tó tá fara føroyingar at taka til sín og vitja Gjáargarð til at hava skeið ella aðra sosiala samveru, sum altíð er opið fyri.
Tað er bara at taka telefonina og boða frá, sigur Lis Jørgensen, sum tó sjálv, tá summarið er av á hesum sinni, saman við teimum trimum starvsfólkunum hon hevur aftur at sær í summar, fer aftur til Danmarkar, haðani tey eru ættað.










