? Vínur mín, veist tú hví allir persónarnir líkjast mær so nógv?
Hans Jacob Glerfoss stendur framman fyri einum málningi av seinastu kvøldmáltíðini, sum hann arbeiðir við. Á myndini sita Jesus og lærusveinarnir um borðið, og Jesus hevur júst sagt orðini um, at »ein av tykkum fer svíkja meg.« Tað sæst á myndini, at okkurt er áfatt.
? Tað er tí, at eg havi allar hesar persónar inni í mær, svarar Hans Jacob Glerfoss sjálvur spurninginum.
Listamaðurin, sum var føddur í Mikldadali seint í tríatiárunum, stendur í einum rúmi á loftinum í húsinum hjá dóttir síni, sum býr í Leirvík. Hann býr í Danmark, men seinastu vikurnar hevur hann vitjað heima aftur í Føroyum.
Á vegginum hongur stóri málningurin, sum ikki er liðugur enn. Málningurin skal ikki langt, tí tá hann er liðugur, verður hann borin niður trappurnar og inn í stovuna. Har skal hann hanga.
? Tað var dóttir mín, sum kom við hugskotinum til hesa myndina. Hon segði við meg, hví málar tú ikki heilagu kvøldmáltíðina, og eg hugsaði sjálvandi.
Málningurin hevur fingið skap, persónarnir eru farnir at líkjast og tað er longu eyðsýnt, at talan verður um eitt framúr verk.
? Tað eru tríggir av lærusveinunum, sum eg eri serliga góður við. Tað er Pætur, sum eg fegin vil vera. Tummas, sum er júst soleiðis, sum eg eri. Og so er tað Judas, hann sveik menniskjasonin við einum kossi, tað minnir meg eisini um meg sjálvan, sigur Hans Jacob Glerfoss.
Hann greiðir frá, hvussu hann hevur arbeitt við málninginum, hvørji ivamál hann hevur havt, og hvat hann ætlar sær at gera. Hann nevnir ofta, at konan, versonurin ella dóttirin hava sagt okkurt um tað, sum hann hevur gjørt, og tað vísir ein listamann, sum ikki krógvar seg fyri teimum næstu, meðan hann málar.
? Nei, tað er einki við at steingja hurðina, meðan eg máli. Eg fái jú inspiratión av at tosa við fólk, meðan eg arbeiði við einum verki.
Flutti til Danmarkar
Hans Jacob Glerfoss er sjálvlærdur listarmaður. Hann lærdi seg á ungum árum handverkið, og síðani hevur hann málað, leitað og lært. Hann hevur eisini yrkt nógv, og higartil eru trý yrkingasøvn komin frá hansara hond.
Seinastu átta árini hevur Hans Jacob Glerfoss búð í Danmark.
? Tá konan fyri nøkrum árum síðani spurdi meg, um eg vit ikki skuldu flyta til Danmarkar, segði nei, sigur hann við einum smíli.
Men tá Hans Jacob skuldi hava eina framsýning í Århus fyri átta árum síðani, kom tað aftur upp á tal, at tey skuldu flyta niður. Og hesaferð var Hans Jacob ikki so avvísandi.
? Eg segði, at skuldu vit búgva í Danmark, so skuldi tað verða vestanfyri og ikki eystanfyri, greiðir hann frá.
Endin var eisini, at tey búsettu seg í Danmark, og seinastu sjey árini hava tey búð har norðuri í jútlandi, í Hirtshals.
? Í Hirtshals er skjótt at ganga oman til sjógvin, oman á bakkan. Føroyar eru í sjónum, og fjøllini búgva her, sigur Hans Jacob og peikar á høvdið.
? Fyri mær er Hirtshals mest at líkna saman við eina føroyska bygd. Gamli parturin av Hirtshals er sum Klaksvík. Har sært tú uppilagstar sjómenn, sum standa og práta, tú sært yvir bátahylin, og fólk kenna hvønn annan, júst sum heima í Føroyum. Harafturat líkjast vesturjydar føroyingum sera nógv.
Hans Jacob Glerfoss tosar róliga og inniliga, hann hugsar seg stundum væl um, og hann fjalir ikki út yvir, at hann er glaður fyri lívið. Hann hevur stundum eina sigarett hangandi í munnklivanum, og pakkin liggur væl fjaldur í lummanum á gulligu skjúrtuni, sum er fjaldur innan fyri cowboyvestin.
Á høgra lítlafingri eru nakrar strípur av máling, og í tí livandi svarta hárinum er ein farri av gráum.
? Tað er ofta, at fólk spyrja meg, um eg ikki leingist heim til Føroya, men tað geri eg ikki. Børnini hava tað gott og hava fingið sína egnu familju. Eg hugsi sjálvandi um tey, men tey klára seg sjálvi. Í Hirsthals er gott at vera, har eru nógvir føroyingar, og vit hava tað gott, sigur Hans Jacob.
Grøna lívið
Hann tekur penslin í hondina, koyrir hann niður í eitt av málingablikkunum, blandar litin á borðinum frammanfyri seg, og so málar so ovarliga á málarínum.
? Her ætli eg mær at hava ein grønan lit, og oman fyri høvdið á Jesusi skal liturin verða ein serligur, sterkur blágrønur litur, greiðir hann frá og leggur afturat:
? Lívið er grønt.
Hann strýkur penslin eftir málninginum, og tað er púra greitt, at her er ikki talan um tilvildarlig strok.
? Eg dugi ikki at greiða frá, hví lívið er grønt. Kanska er tað bara mín fantasiur, men lívið er fult av grønum. Eina stilla nátt við vætu og mjørka í luftini, er tað grønt niðri undir. Tað er eisini onkur, sum hevur skrivað, at grøn er grá hús, sigur hann og hyggur út av vindeyganum.
Hann steðgar á.
? Kanska síggi eg tað bara gjøgnum míni eygu.
Til Føroya at fáa íblástur
Hans Jacob Glerfoss hevur seinastu vikurnar verið í Føroyum, og hann ætlar sær at steðga her eitt sindur afturat, áðrenn hann fer at leita sær aftur til heimið í Hirtshals.
? Eg segði ein dagin við konuna, at nú pakki eg alt saman, og so fari eg til Føroyar at finna andan.
? Eg hevði eina rúgvu av tilfari við til Føroyar, og tollarnar gløddu eitt sindur við, tá eg kom dragsandi við øllum. Tá eg nú fari avstað aftur, havi eg einki við mær, og tollararnir hava einki at leita eftir, men sálin er full, sigur hann.
Tað er langt ímillum framsýningarnar hjá Hans Jacob Glerfoss. Í fjør var ein framsýning í Leirvík, men áðrenn tað vóru tað fleiri ár síðani seinastu framsýning. Men orsøkin til, at framsýningarnar eru færri, er ikki, at Glerfoss einki ger við listarliga arbeiðið, men heldur tí, at hann leggur nógva tíð og orku í hvørt einstakt verk.
? Tað er eingin trupulleiki hjá mær at kopiera meg sjálvan, at endurtaka tað, sum eg havi lært, men tað dámar mær ikki at gera. Tí royni eg at finna nýggja inspiratión, og ein slíka ferð sum hendan til Føroya gevur mær ómetaliga nógv, sigur hann.
Lívið
Hans Jacob Glerfoss hevur yrkt nógv gjøgnum árini. Hann hevur givið trý yrkingasavn út, og hann hevur eisini skrivað nógv seinastu árini, hóast einki er komið frá honum í nógv ár.
Hann tekur eina tjúkka svarta bók fram. Hon er slitin, og tað kemst av, at hann hevur brúkt endaleyst tal av tímum við henni. Í bókini eru hugleiðingar, eygleiðingar, tekningar og yrkingar. Hetta er ikki einasta bók av sínum slagi, og partur av hesum tilfari verður ivaleyst at síggja á prenti einaferð í framtíðini.
Hann setur seg at blaða í bókini, hann leitar eftir eini yrking, sum hevur samband við tað, sum hann júst hevur sagt. Men hann finnir ikki røttu yrkingina. Hann lesur tó okkurt burtur úr bókini. Hann hevur millum annað skrivað um, hvat tað er at elska, og ein yrking er um, hvat tað er at liva.
? At liva er at nokta at doyggja blindur, ljóðar ein av beinraknu strofunum burtur úr hesi yrking.
? At vera listamaður er ikki nøkur mótasøk, tað er nakað, sum vit føðast til. Tað er ein Guds gáva, sigur Hans Jacob.
? Tað er umráðandi at læra, og fólk hungra altíð eftir at blíva tað, tey læra, men eg haldi, at tað er týdningarmikið, at tú brúkar lærdómin saman við teimum evnum, sum tú hevur fingið.
Hans Jacob Glerfoss skal um eina góða viku aftur til Danmarkar, og hóast hann nú er útiseti, er hann fegin um lívið.
? Tað ræður um at hava góð minni. Og so skalt tú minnast til, at tú kanst ikki leita minnini upp og vænta, at tú finnur alt í sama líki. Soleiðis er lívið ikki, sigur hann.
Hann tekur eina sigarett burturúr pakkanum og stingur hana í munnin. Hann festir sær í og sendir roykin út í rúmið.
? Lívið er ein fantastisk søga, sigur hann.









