Bert eitt stig frá at doyggja í kulda

- Eg fataði ikki, at teir tríggir vóru deyðir. Ikki fyrr enn eg sá tær tríggjar kisturnar og familjurnar syrgja, skilti eg, hvat var hent. Eg kundi akkurát tað sama eisini ligið í eini kistu tá, sigur 18 ára gamla Jóhanna Vang, sum var við í stóru ferðsluvanlukkuni á Lambareiði í fjør

Gott ár er liðið síðani ógvusligu ferðsluvanlukkuna á Lambareiði á Skálafjørðinum. Fimm ung, fýra dreingir og ein genta í aldrinum 17-23 ár vóru í bilinum, tríggir dreingir doyðu, ein fekk álvarsligan løst og gentan somuleiðis stóran løst. Í einum nýggjum bili koyrdu hesi ungu inn eftir vegnum við grótbrotið á Lambareiði um gott trítíðina náttina til fríggjadagin 30. mars. Førarin hevur eftir øllum at døma mist tamarhaldið á bilinum. Bilurin er slongdur út av vegnum á niðaru síðu, hevur koyrt einar 20-30 metrar hinumegin bilverjuna, hevur síðani rent í ein stein og er bóltaður einar 50 til 100 metrar oman eftir bratta bakkanum. Alt bendir á, at ov nógv ferð hevur verið orsøkin.
Unga gentan, sum var í bilinum, var Jóhanna Vang av Glyvrum. Hon var akkurát vorðin 17 ára gomul. Tveir av dreingjunum, Jóhanna og tvær vinkonur høvdu verið í Havn í biograf sum ofta fyrr, tó ikki í hesum sama nýggja bili. Tá ið tey komu aftur til Runavíkar, fóru vinkonurnar heim. Skúladagur var dagin eftir, men av tí, at Jóhanna arbeiddi við eini uppgávu, sum ikki hevði nakra tíðarfreist, helt hon ikki, at henni nýttist at skunda sær heim. Hon fór tí saman við dreingjunum ein biltúr. Jóhanna og báðir dreingirnir komu tá í samband við dreingin í tí nýggja bilinum, sum var saman við einum øðrum.
- Vit fimm plagdu ikki at vera saman. Hví vit funnu saman hetta kvøldið, veit eg ikki. Vanlukkan hendi á veg til Søldarfjarðar, har vit ætlaðu at fáa okkum okkurt at eta hjá einum øðrum vinmanni, greiðir Jóhanna frá.

Vaknaði í bønum
Hvat hendi akkurát, minnist Jóhanna ikki heilt.
- Eg minnist, at bilurin koyrdi ógvuliga skjótt, hvussu skjótt veit eg ikki. Tá ið vit komu í svingið við Lambareiði, føldi eg, at okkurt fór at henda, tí at bilurin byrjaði at svinga aftur og fram frá síðu til síðu. Eg ørminnist, at tað varð rópt og skrálað í bilinum. Eg blundaði, tí fór nakað at henda, vildi eg ikki síggja tað. Tá ið bilurin kom út um bilverjuna, fór hann at hoppa og so minnist eg ikki meir, sigur Jóhanna.
Jóhanna vaknaði í bønum, nógvar metrar undir vegnum.
- Eg vaknaði, áðrenn nakar kom fram á okkum. Hvussu leingi vit lógu har, veit eg ikki, tað hevur kanska verið ein lítlan hálvan tíma. Eg sá, hvar vit vóru, kendi alt aftur og royndi at rópa eftir hjálp. Eg sá hvørki bil ella nakran annan, men eg havi síðani fingið at vita, at ein av dreingjunum, sum doyði, lá tætt við, har eg lá.
Ein vaktarmaður í Eysturoy boðaði frá vanlukkuni á alarmsentralinum í Havn frá klokkan 03:49. Hesin legði beinanvegin ein jakka, sum hann fann í bønum, yvir Jóhonnu, ið var ógvuliga køld. Lækni kom beinan vegin á staðið, og somuleiðis fýra sjúkrabilar, sum vóru við í eini venjing í Kollfjarðartunnlinum. Læknin kundi staðfesta, at teir tríggir ungu menninir vóru deyðir. Við í hjálpararbeiðinum vóru eisini níggju mans frá sløkkiliðinum á Skálafjørðinum og tveir av kubatrolarunum, Gorpur og Skrápur, sum um hetta mundið komu inn eftir Skálafjørðinum, varpaðu ljós yvir vanlukkustaðið.
Jóhanna var tann fyrsta, sum fór á Landssjúkrahúsið, síðani fór bilførarin. Bilførarin fekk álvarsligan skaða og varð seinni sama dag fluttur á Ríkissjúkrahúsið. Kropshitin á Jóhannu var komin niður á 26 stig. Heiti jakkin, sum fyrsti maður á staðnum, legði á hana hevur ivaleyst bjargað henni. Skaðarnar, hon fekk, vóru brot á skinnaveggin undir knænum, beinini til mjadnarnar vóru brákað, livur og milt høvdu fingið skaða, og kjálkabeinið var brotnað. Umframt hevði hon ilt í rygginum.

Dýrur lærdómur
Jóhanna fekk rættiliga skjótt at vita, at tríggir av dreingjunum vóru deyðir.
- Eg fataði tað als ikki, at teir vóru deyðir. Ikki fyrr enn eg sá tær tríggjar kisturnar og familjurnar hjá dreingjunum, skilti eg rættiliga, hvat var hent. Eg kundi akkurát tað sama eisini ligið í eini kistu tá, sigur Jóhanna.
Vanlukkan og avleiðingarnar hava verið ein dýrur lærdómur fyri Jóhonnu.
- Eg hugsi framvegis nógv um vanlukkuna, hon spøkir við hvørt í høvdinum á mær, serliga tá ið eg eri einsamøll og leggi meg at sova. Eg havi nakað av sambandi við foreldrini hjá dreingjunum, sum doyðu, og dreingin, sum koyrdi, sigur Jóhanna, ið ikki kann lata vera við at brigsla sær sjálvari eitt sindur.
- Hevði eg bara farið heim, tá ið vit komu úr Havn, ístaðin fyri at seta meg í handan bilin, hevði vanlukkan kanska ikki hent. Men tað hjálpir mær als ikki at hugsa so, tað ger bara ilt verri. Eg havi lært nógv, til dømis, at tað er farligt at koyra skjótt og sita í bili uttan trygdarbelti. Hví vit ikki sótu í trygdarbelti, veit eg ikki. Tað er kanska ikki so væl dámt av ungfólki, sigur Jóhanna, sum undan vanlukkuni dámdi væl at koyra biltúr saman við vinum.
- Mær dámdi væl at sita í bili og koyra skjótt. Í dag eri eg bangin, bara ferðin verður eitt sindur, sigur Jóhanna, sum enn ikki hevur fingið koyrikort.
- Eg ætli at fáa mær koyrikort seinni í ár, men eg stúri eitt sindur fyri tí, tí tað er nakað annað at sita aftanfyri róðrið enn at sita við síðuna av.
Seinasta árið hevur Jóhanna búleikast í Keypmannahavn. Nú ein dagin var hon í einum ferðsluóhappi, sum rættiliga loypti hvøkk í hana, hóast hetta var ein lítil hending samanborið við ta í mars í fjør.
- Bilurin, eg sat í, varð árendur aftanífrá av einum lastbili í eini rundkoyring. Bilurin fór illa, men einki hendi okkum í bilinum. Tíbetur sótu vit í trygdarbelti, sigur Jóhanna.
Í hesum mánaðinum flytir Jóhanna heim aftur at búgva. Eftir summarsteðgin byrjar hon á FHS á Kambsdali.