Undir Norðpólinum

Dagbókabrot frá eini Svalbardsferð

Eftir Jústinus Leivsson Eidergaard

Brot úr arbeiðsdagbókini á eini ferð til Svalbard í juni mána í ár. Frásøgnin verður prentað í trimum pørtum.

16. juni 2002

Vit eru júst farin norður um polarsirkulin. Sólin bara hækkar á himmalinum. Eg eri á veg norður til Svalbard á skeið fyri tíðindafólk. Kósin er sett móti Longyearbýnum, og vit skulu lenda um hálvan annan tíma. Tað tekur næstan tríggjar tímar at flúgva úr Oslo og norður í oyðuna. Vit flúgva fyrst yvir land norður eftir. Eg siti og ergri meg yvir, at eg eri komin at sita í skeivu síðuni á flogfarinum, eitt Boeng hjá Bratens, tí eg siti nú í bakborð og kósin sum varð sett út í flogblaðnum í stólarygginum frammanfyri mær, segði, at sæt tú í stýriborð, so hevði tú útsýni yvir markið millum Svøríki og Noregi, heilt norður í gjøgnum. Eitt eru uppstrikaðar rutur hjá eini reklamufyritøku, annað er veruleikin. Fyri tað fyrsta, so var tjúkt yvir landið, so einki var at síggja, og fyri tað næsta, so snaraði flogskiparin í ein útnyrðing til havs, so skjótt sum vit vóru komin norður um Tróndheim.
Hesar reglur eru skrivaðar á fartelduni umborð á flogfarinum, eini átta kilometur yvir jørðini. Sólin bara hækkar og undir mær er eitt hvítt hav av skýggjum og vit halda beina leið í norðan. Eg veit, at vit flúgva í norðan, tí sólin stendur nelgd føst í glugganum frammanbyri meg og sólin er í útnyrðingi tá hon fer niður sunnanfyri pólkringin her á okkara leiðum á hásumri.
Eg komið at hugsa um Amundsen, so fór seinastu ferðina júst hendanvegin sum vit jú flúgva, hannn fór at leita eftir einum italienskum ævintýrara, sum var farin við luftskipið á veg yvir pólin. Ævintýrarin kom aftur í aftur, og onki er sæð til Amundsen síðan. Ein óhugnaligur tanki at hugsa sær, nú eg siti upp í átta kilometra hædd á veg til heimsins norðasta bý og eitt land, sum eg slett ikki kann hugsa mær, hvussu tað sær út, og hvussu har er.
Nú er flogskiparin at hoyra í hátalaranum. Hann fortelir, at avfall, vátakavi er í Longyear-býnum og har er frískur vindur av útsynningi. Okey, vit, sum eru so vitleyst at leita út í oyðuna beint undir Norðpólinum leita ikki norður eftir fyri at finna hita.
Undir mær rívir eitt sindur í skýhavinum og eg síggi at her hvítir á aldutoppunum. Altíð havi eg verið forvitin og ofta havi eg ergra meg um, ikki at hava ein kikara tá eg flúgvi. Hesuferð eri eg útgjørdur til ferðina. Eg keypti ein pinkulítlan kikara í Danmark í fyrradagin. Onki merki stendur á honum, men handilsmaðurin lovaði mær, at alt eg sá í honum var 10 ferðir nærri og at hann vaks lutirnar 25 ferðir. Okey, so kostaði hann ikki meira enn 238 krónum og missi eg hann burtur, so verður tað har við. Undir mær liggur havið, og hetta eru fiskileiðir, sum føroyingar kendu væl ein stóran part av seinastu øld. Nú eru tað fyri tað mesta norðmenn, sum hava loyvi at royna her, og skip síggi eg einki. Men eg havi hoyrt, at Sundaberg liggur og rokast onkunstaðni undir mær.
Eg siti og hugsi um landið, sum liggur fyri framman. Eg skal á eitt skeið fyri tíðindafólk, sum verður hildið her norðuri. Eitt skeið um burðardygga vinnu í norðurhøvum, og tað hevur eisini áhuga fyri føroyingum, somikið góðan, at føroyska fiskivinnan hevur stuðlað mær fíggjarliga til at luttaka á hesu kostnaðarmiklu ferð.
Klokkan er 23:20 og sólin er nú komin so høgt á himmalin, at eg síggi hana ikki longur í glugganum frammanfyri meg. Hon er farin uppum
Við síðuna av mær situr ein heldur førlig norsk kona. Hon lesir í eini bók um norska embætisverkið. Hon hevur sterkar brillur og er djúpt inni í lesnaðinum. Fyri einum tíma síðan mannaði eg meg upp, og spurdi hana um hon ofta hevði verið á Svalbard. ?Ja? svaraði hon stutt og læs víðari. So kom vognurin við náttúrðanum. Her reyk so deiligt av hvítleiki. Vit fingu búff og grateng og reyðberjafromagu omaná. Konan sá eitt sindur illbrýnt út og útstrálaði, at hon slett ikki var áhuga í at práta. Men maturin mildnaði hennara illbrýnta andlit og eg fekk burtur úr henni, at tað kundi kava allar dagar á árinum á Svalbard. Men so var ikki meira prát, hon kavaði aftur í bókina um norska embætisverkið og eg hugsaði eina løtu um hvussu eitt mannfólk skuldi vera skikkað fyri at finna frægd í hennara selskapi. Onkur lúnutur kanska.
Á veg úr Keypmannahavn komi eg at sita í millum tveir norðmenn og alt mundi enda í illstøðu beinanvegin, tá eg fortaldi hvar eg fór. Teir vóru júst komnir úr Berlin og hildu tað vera stuttligt, at eg fór at vitja Svalbard, hendan partin av Noregi. ?Norra?? spurdi eg undrandi. ?Tit eiga ikki meira í Svalbard enn hvat føroyingar eina.. Vit fóru at trætast hart, og tá eg greiddi teimum frá, at rætturin Noregi í dag hevur at umsita Svarbard stavar frá Verseillesfriðinum eftir fyrra heimsbardaga og var lítið annað at rokna enn kríggsfongur, fyri kol, sum unga Noregi hevði latið teim sameindu. Teir sóu, at eg hevði lisið lektiuna, og mutaðu ikki so nógv í móti longur. Teir kendu eisini hendan partin av søguni, sum norðmenn ikki tosað so hart um í dag. Vit samdust um, at ongin eigur Svalbard, men Noregi umsitir hetta land fyri altjóða samfelagið ella fyri tey 39 londini sum hava undirskrivað Svalbardsáttmálan.
Sólin hækkar framvegis, nú eru bert 55 minuttir eftir til vit lenda. Eg siti her við fartelduni og skrivi beinleiðis til sats, klárt at koyra í blaðið. Eg gerist so ovurfegin um hesa nýggju tøkni, ein spildurnýggj berbar Machintosh, sum ikki fyllir meir í vavi, enn eitt bind av ?Teir bygdu land? eftir Símun Hansen. Og so tunn sum hon er, so er ein ein heil redaktión í sær sjálvum. Skrivandi fólk kunnu arbeiða hvar tað skal vera í heiminum við eini slíkari. Eg kíni súreplinum, ein óforbetriligur Macfreak.
Vurderi eg tað rætt, so skuldu vit verið yvir Bjarnoynna nú. Men hon er vælgoymd undir okkum. Og her á leið skuldi eisini Loynikrókurin og eitt sindur longur burturi Smoguhavi, har føroyingar setti yvirskriftir í norðureuropæiskum bløðum fyri nøkrum árum síðan.
Yvir av mær í hinum borðinum sita tveir kinesarar og sova. Teir eru helst ein tíðindamaður og ein myndamaður. Teir blíva við at forstýra meg, tí báðir eru so meinlíkir tveimum kinesiskum vinmonnum eg havi í Singapore. Eg havi sovorðnan varhuga av, at teir eisini eru singaporeanarar. Teir tosa kinverska málið hokkien, sum er kenni frá mínum frisøri í Singapore. Hetta skal eg finna út av seinni í kvøld, tá vit eru komnir upp á pláss, um Gud vil. Longyearbýurin er lítil og vit skulu nokk hittast.
Tað ber væl til at sita og skriva í flúgvaranum. Havi roynt tað fyrr við penni og blokki, men hetta er munandi lagaligari við teldu.
Vit eru komnir í midnáttarsólarinnar land, 20 minuttir eru eftir til midnátt og tá hvørvur 16.juni med alla aftur í tíðarinnar hav, men hann er føddur og hann er livdur og minni um hann fer at liva hjá mongun, hóast hann higartil hevur verið ein heilt vanligur sunnudagur. Ella lat okkum skera tað út í papp við orðunum hjá kenda norskt/danska rithøvundanum, Aksel Sandemose, sum kallaði eina av skaldsøgum, "Det svundne er en drøm".
Eg linkist og siti við einum smíli og hugsi um landsmenn, sum eg sá á Strøgnum í gjár. Teir sóu meg ikki og eg lurtaði. Talan var um eini hjún um miðjan aldur. Hann lágvaksin í svørtum leðurjakka og hann píndist sáran í hitanum, sum bæði stavaði frá sólini og innan úr honum sjálvum frá Bacchus gamla og pressaðum geraðum drúvum. Sveittaperlurnar trillaðu út eftir hárunum, sum lógu upp á tvørs, fyri at dekka skallan og tær vóru hangandi har hároddurin var farin í tvey. Hon var breið øll sum hon var, breið og hevði sovorið reyðprikkut dæmi, sum um blóðtrýstið var ov høgt,. Ikki løgið, hon bar eini 50 pund ov nógv. Helst ein sum er nógv at síggja hjá lækna og í heilsuverkinum, undrandi yvir hví hon ikki livir so væl.
? Eg gav tær pengar í áðrni, segði maðurin. ? Ja, eg veit, men hasin kjólin er er nðursettur við 40 prosentum, smigraði konan. ?Hví spyrt tú meg um pengar og hvat fanin skal tú blanda meg upp í tíni klædnainnkeyp, tú fær jú tín vilja allíkavæl, segði maðurin. "Og tú veit gott, at eg hati at keypa inn saman við tær. ? Eru vit í feriu saman ella ikki, spurdi konan eitt sindur hvøss. Hon spýskaði munnin, eyguni eins og fullu eitt sindur inn í eygnahjolurnar og hon hálaði pannuna eitt sindur niður, tilreiðar at loypa á ? Skal eg við á vertshús, so keypir tú inn saman við mær. Hann tagdi og tey fóru víðari.
Vit nærkast Svalbard. Skýlagið hækkar og skýggini síggja so mjúk út, ein og kavi er í. Í oyrunum merki eg at flogfarið er byrja innflúgvingina. Hesir ólukku proppar. Flogarið fer at ristast aftur og fram og eg hugsi, mundi tað vera her Amundsen datt niður. Eg skúgvi tankan burtur og ilskist inn á meg sjálvan at hugsa sovorið nú. Gud tolir ikki slíka hugsan. Eg má goyma og rigga telduna av. Eg havi skriva mína fyrstu grein í leysari luft í orðsins rætta týdningi. Spennandi verður hvat næstu dagarnir hava at bjóða.


Mánadagur 17. juni.
Tað var kavarok, beint áðrenn vit lendu í Longyear býnum eftir midnátt í gjárkvøldið. Ongin midnáttarsól, men omankavað og bítandi kalt. Hetta var júst sum ein vetrardagur heima í Føroyum. Ein landnyrðingsdag, hvørki meira ella minni. Ein bussur kom í lufthavnina eftir okkum og koyrdi okkum inn til býin, inn til Basecamp, sum staðið vit búgva eitur. Hetta var ikki eitt hotel, sum vit vanliga síggja. Minti meira um stokkastovuna í Kirkjubø og húsini hjá Tróndi Patursyni saman í einum. Hiti í gólvinum, men annars alt gjørt úr grovum norskum viði. Nú var seint, og lítið annað er at gera sova. Eg havi kamar saman við einum finna, Jormo eitur hann. Eitt sindur eldri er hann eg og og eg valdi beinanvegi yvirkoyggjuna. Sum eg eri vandur heima umborð á skipi, teir eldru fáa undirkoyggjuna. Ein deilig hugnalig koyggja við bleytari madrassu og heitari dýnu. Eg sovnaði sum eg var svævdur. Vaknaði einaferð seinni um náttina, sama ljósið uttanfyri og nú var sólin komin fram.
Dagin eftir um middagsleitið skuldi vit víðari við skipi til russiska kolabýin Barentsburg, sum liggur nakrar tímar longur úti í Ísafjørðinum. Og síðan skuldi vit leiðina longur norður til Ny Aalesund við sama skipi. Vit skuldu vera tveir dagar umborð, einn rættulig útferð.
Eg gekk mær ein túr í Longyearbýnum.Her er moderna, ein handilssentur á stødd við SMS, nei nakað minni, men har kundi tú fáa alt. Her er dýrt, einasta bíliga er sprutt og sigarettir, sum kundu keypast í tollfríu búðini. Eg hvørki royki ella drekki longur og kenni lívið eitt sindur órættvíst. Eg fekk rættuliga at sanna hvussu kalt her er, tá eg var komin út. Vindurin lá tráður úr landnyrðing og hóast eg var í ullintari undirtroyggju, troyggju jakka húgvu og vøttum, so manglaði nakað.
Eg frysti nakað so grúsomt um beinini og knappliga kom eg í tankar um, at alt prátið um ullintar undirbuksur áðrenn fráferðina heiman, var bara prát. Eg hevði gloymt tær eftir. Síðan inn í ein handil og har fekk eg sama slag av undir buksum, sum pólfararar nýta, langar og ullintar og heitar og norskar. Eg passi tær í umklæðingarrúminum og fór ikki úr teimum aftur.
Vit loysa úr Longyear býnum, sum onki hevur at gera við nakað langt ár, men er uppkallaður eftir fyrsta námsstjóranum her á staðnum. Mr. Longyear.
Tað fór at rulla beinanvegin og hóast eg vanliga eri sterkur á sjónum, so fekk eg sjóverk. Best var at halda seg á dekkinum. Har gjørdist tó skjótt ov kalt og so niður undir aftur at lata meg í einar vindtættar buksur, brølapu, oman á henni húgvu og síðan hetta. Dubbaður í føroyskum vøttum og eini fýra løgum frá innasti til uttast fór eg aftur á dekkið og nú bar til. Nú beit kuldin ikki á og eg nýtti stórslignu náttúruna út eftir Ísfjørðinum. Vit sigldu fram við gomlum námsbýum og sóu hesa stórbæru og naknu nátúru. Eg kom at hugsa um Føroyar, soleiðis hava tær sæð út, tá seinasta ístíð fór at hæsa av fyri góðum 10.000 árum síðan.