Hugleiðing
1987 var mentanarstevna í Fuglafirði, sum LISA tók stig til. Gunnar Hoydal var tá formaður í nevndini fyri Listasamband Føroya, og sendi hann ein fyrispurning til Fuglafjarðar bygdaráð, um hetta kundi lata seg gera at hava eina mentanarsetvnu í Fuglafirði í febr.mánaði 1987?
Stentór Larsen var bygdaráðsformaður og Andrea Lervig var forkvinna í mentanarnevndini. Hugsi hetta var antin seint á heysti í 1985 ella fyrst í 1986. Kommunan (mentanarnevndin) setti ein fyrreikingarbólk. Ì bólkinum vóru m. o. Herluf Berthelsen, Frits Johannensen, Gunnar Hoydal og Andrea Lervig.
Henda nevnd fór til verka beinanvegin at finna útav, hvat kundi takast "undan væðingini í Fuglafirði, sum hevði mentanarligt virði," og seta hetta á eina rók saman við øðrum aðrastaðni frá, sum gav okkum eina hóming av, hvat var á teimum mentanarligu lygnunum í tí føroyska samfelagnum.
Skjótt sóu vit, at manna millum var ein hópur av tilfari, sum vert var at sýna fram. Vit ásannaðu skjótt, at tað, sum fólk áttu t. d. lutir o. a. hevði stórt mentanarligt virði. Hetta var fólksins ogn. Hetta var Grundtvík gamli í síni ond, sum reis úr grøv, meðan leikur fór fram: "Folkeligheden i folket." Ikki bert vóru tað lutirnir, men eisini hugskotini, sum fólk komu við, ið vit undraðust yvir. Her var ein megi í inn- og útsúði í bygdafólkinum, sum aldri áður var komin til sjóndar. Hetta vóru eydnuríkir dagar, har øll bygdin - øll skúlabørnini, gomul og ung, stovnar, sangkór, tónleikarar, sjónleikarar, leikur og lærdur góvu stevnuni íblástur, men eg má siga, at úrsýnt var hvussu miðlarnir tugdu hesa stevnu serliga Sjónvarpið. Um rætt varð borið at, hevði Sjónvarpið tilfar til ein heilan vetur av mentanarevnum, sum lýstu "kulturin" í einari føroyskari bygd. Har kom púrt einki burturúr, og harmaði hetta okkum í Fuglafirði, at høvuðsmentanardepil føroyinga sat og lavaði við veingjunum, sum dravin høna, tá ið fróðir fuglar sungu í mentanarrúsi í Fuglafirði. Hetta er farið, men spell var tað. Tað hevði verið tókt nú Mentanarhúsið læt upp, at endurskoða mentanarnævurnar frá hesum døgum.
Aftur til Svínoynna! Tá ið stevnan fór av barkastokki, var hetta gjørt í fimleikarhøllini. Meg minnist ofta undir hesari fyrireiking, at havt var á munni: Gott hevði verið, at vit fingu eitt bygdarhús, har ein ávís miðsavning kundi verið.
Nú er húsið reist og tikið í nýtslu. Niels Midjord til mikla tign. Hann er ein knassi og eisini øll hini, sum hava havt ein fingur við í spælinum til miklan sóma? og vælsignað verið hondin!
Hugrensl
Møtti Hans J. Hansen - Hans J. á Brúnni (eldra) eitt várkvøld 1960 uml. týggju tíðina á veg heimeftir. Hetta var um tað mundi, tá ið Fuglafjarðar sjónleikarafelag spældi sjónleikin Systrarnar á Kynn. Studentar úr Havnini vóru komnir norður at vitja, og skuldu teir hava dans um kvøldið í Sjónleikarhúsinum. Spurdi Hans J. á Brúnni: "Hvar fara tygum so síðla ?"- "Nei, hann fór heim í dansistovuna at hyggja at studentadansi, tað hevði hann aldri sæð áður!"
Hans J. á Brúnni var gamal útróðrarmaður, og eygu hansara høvdu sæð mangt og mikið, men studentadans hevði hann aldri sæð áður. Hann var á ferð elli gamal, og á ellisárum vildi hann eisini síggja hvussu studentarnir úr Havnini dansaðu. Leiðin gekk Heim á Sand, har sum Mentanarhúsið stendur í dag. Hann var ein trúgvur tænari? tú trúgvi og góði tænari far inn til gleði harra tíns?
Hann gekk ikki og mól uttanum, men var í miðum kringi alt sítt lív. Hann veiddi fisk á grunninum, innansyndis og við Íslands strendur, men studentadansur, tað mátti vera nakað serskilt. Hvat hevði Hans J. sagt í dag, nú Mentanarhúsið læt upp? Hann kendi hvønn plink á pollinum og hvørt loynimið í fjørðinum.
Hann, sum flestu føroyingar, kom úr smáum korum. Tað lítla, tað sum var smátt í alra eygum, gjørdi hann føran fyri at undrast, at leita, granska, undirsøkja og hyggja at tí, ið var eitt sindur øðrvísið. Sjálvandi vitsti Hans J., at hann var ikki sørur, tá ið tað galt hýsumurtin. Hann var eyðmjúkur, tá ið studentarnir komu norður til Fuglafjarðar at dansa. Møguligt var hetta nakað stórt, okkurt, sum var størri og matari enn tað, sum hann var vanur við.
Studentarnir dansaðu í Fuglafirði eina nátt, og Systrarnar á Kinn vórðu spældar bæði væl og virðisliga.
Her varð sjónleikur og dansur tvinnað saman í eina eind. Forvitnisliga lyndið hjá Hans J. á Brúnni gamla var í miðjuni í hesum kosmiska heimi, har íður og íðukálvar høvdu myndað mannin. Hann var eins forvitin, sum vit eru í dag.
Vit standa eisini í miðjum heimi, og flest av okkum eru komin úr sjómannastættini, har mentanin var eitt livandi fyribrygdi í tilveruni. Vit fóru eisini Heim(oman,norður) á Sand í henda glæsiliga skála at skoða hetta vala hús, og í forvitni at royna andan, ein livandi anda, sum vit vóna fer at búgva undir hesum bitum.
Her stóðu vit í miðjum vavi í tí tóma rúminum í tí nýggju høllini, sum er ein glæstriborg, sum Niels Midjord hevur teknað. Vit eiga at sláa ring kring hesa lon og lata lívsdansin ganga og fáa kvæðið undir fót, so tað verður eitt gott kvæði, ið gongur væl, so øll kunnu verða við undir bitunum!
Hans J. á Brúnni eldri undraðaðist. So gamal hann var, fór hann fet fyri fet heim eftir vegnum - væl nøgdur og mettur av døgum, men hann vildi síggja studentadansin, um hetta var nakað, sum hann kundi leggja afturat lívsál síni, ella vraka bert sum nakað lítilláta - ein lítil skygging í lívsins spunatráði, sum ikki var hansara, men kundi blíva tað!
Vit vilja eisini síggja og hoyra og seta fótafar okkara í lívssvørðin- fet fyri fet og endurspegla tað tóma rúmi, sum vit reika í. Hans J. á Brúnni var heilur og sælur, har hann var. Ynski og vón okkara er, at vit í okkara forvitni, okkara tráan, sjónum og huga fara fet fyri fet avstað í tí tóma umfarinum, sum hans J. á Brúnni var í. Hyggja og lurta eftir tí, sum fer at verða í Mentanarhúsinum.
Tann, sum æru býður, er æru verdur?. og at vit, tá ið okkara tímaglas er runnið kunnu fara inn til gleði harra várs í einum góðum studentavalsi.
Frits