fullmannaðir. Hans Olaf Garðalíð, sum er fremstur vinstrumegin á myndini, er við sínum 18 árum yngstur maður umborð, men Sørin Absalonsen undir liðini á Hans Olafi er eisini 18 ára gamal. Kári Johannesen, sum [...] práta uppi á bátadekkinum, noyðist onkur av ungu monnunum niður á dekkið at taka ímóti provianti. Klokkan er nú skjótt 17, og skipið loysir hvørja løtu. - Eg vænti, at vit seta fyrstu setuna á Sandoyarbankanum [...] kalt og klárt veður, og sólin hevur hug at skína. Men soleiðis er tað ikki á hvørjum degi á einum skipsdekki, tá ið tað líður út á heystið, og veturin stundar til. Stillisliga avstað Sosialurin takkar fyri
høllini á Hálsi í fyrsta dystinum. Nýggjur maður við stýrisvølin í Vestmanna er ein gamal kenningur. Fyrrverandi VÍF- og landsliðsvenjarin, Lars Nedergaard, hevur nevniliga játtað seg at standa á odda fyri [...] kappingini hjá monnum. Tá liðini fóru undir endaspælið, lá Kyndil á fjórða plássi í bestu mansdeildini, og eftir fyrsta umfar var einki, sum bendi á, at Kyndil fór at koma í finaluna. Tá taptu teir nevniliga [...] ið eftir er av kappingini. Verjan skal koyra VÍF hevur havt takið á Kyndli í landskappingini í ár, men seinast liðini møttust í høllini á Hálsi, var eingin ivi. Tá vann Kyndil nevniliga stórt. Hans Áki Dal
Bert eitt ár aftan á fyrsta IM-normin, hevur Helgi nú ognað sær sín triðja og seinasta norm í Vlissingen Open í Hollandi. Beinhørð venjing, umframt talent og vilji, hevur hjálpt Helga á mál. Helgi hevur [...] Helgi aftrat. Aftan á vakra sigurin skuldi Helgi í seinasta umfarinum hitta 13 ára gamla stórtalentið úr India, Parimarjan Negi, sum um tveir mánaðir verður kosin stórmeistari(!) á FIDE-kongressini. Fekk [...] aftan á summarfrítíðina verður helst 5th Klaksvík International, sigur Helgi. Næsta málið Viðvíkjandi ætlanini at ogna sær stórmeistaranormar væntar Helgi, at hann í fyrstu atløgu fer at halda fram á sama
sæti á Fólkatingi. Høgni Hoydal varð valdur á Fólkating við seinasta fólkatingsval, sum var 21. november í 2001. Hann fekk 2640 atkvøður, men av tí at hann var landsstýrismaður, mátti næsti maður taka [...] ikki endaliga gjørt av, nær eg aftur taki sæti á Fólkatingi. Ávísar uppgávur skulu fáast frá hondini, bæði innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum, skipan okkara á tingi og ávísar uppgávur, sum Tórbjørn Jacobsen [...] tingmaður, og nú hann á fyrsta sinni sleppur at royna seg í hesum leikluti, verður tað sum andstøðuleiðari. Umframt at vera formaður Tjóðveldisfloksins, er hann eisini formaður floksins á tingi. ? Vit skulu
longri tíð, 16,2. Kaggin 1 vann 12-6 á Kagganum 2 í innanhýsis uppgerðini. Bestur á liðnum var Jan Müller, sum vann allar sínar dystir og hevði 22,1 eygu í meðal. Í hølunum á honum var Bjarni Skaalum, sum tapti [...] meðaltalið uppá 29,83 eygu. Triði maður á tí betra Kaggaliðnum var Steinbjørn í Dali, sum hevði ein sera ringan dag. Hann tapti tveir dystir og hevði eitt metlágt meðaltal uppá 13,5. Á Kagga 2 liðnum stóð Johannes [...] lemjandi tap til gestirnar. Vertirnir við verandi FM-meistaranum fyri staklingar á odda tóku fullkomiliga FM-liðið úr Klaksvík á bóli við at vinna 14-4. Henrik Petersen er framvegis sera væl fyri og feldi keylur
Hansara mál, lært frá vøggu á løgmansgarðinum, er føroyska loyvda skriftmálið í dag, øvunda av fólki aðrastaðir úr Føroyum. Stóra tjóð og náttúru-skald føroyinga er Mikkjal á Ryggi, føddur í Midvági. Sangir [...] Sjálvstýrisoyggj Mangt broytist á mansins ævi, sigur Gøtu Tróndur í Føroyingasøgu. Allar broytingar eru ikki góðar. Fyri søguliga kunnug er ein syrgilig broyting við at henda í atkvøðumynstrinum í Vágum [...] her, við rótfestum siviliseraðum siðum, føroyingasøga er eftir hesi mynd keltiskar klanir í Føroyum á lægri menningarstigi, ættarsamfeløg, blóðhevn. Tá vandamál hava verið frammi hevur oyggin verið í m
Hann vísur á, at nevndin í Suðuroyar Sambandsfelag er nývald. - Allir suðuroyingarnir, sum skuldu umboða Suðuroynna á landsfundinum fríggjakvøldið, fóru øll norður til Havnar sum ein maður, tí vit vóru [...] fingið álvarsligar avleiðingar fyri sambandsflokkin, at Johan Dahl ikki varð valdur til formann floksins á landsfundinum fríggjakvøldið. Og tað verður kanska verri enn. Í øllum førum er greitt, at formaðurin [...] Sambandsfelag, sigur, at hann fer fyrsta dagin at kalla inn til eykaaðalfund í Suðuroyar Sambandsfelag. - Á eykaaðalfundinum fari í hvussu so er eg og minst fimm aðrir nevndarlimir at melda okkum úr flokkinum
Sølan av Krúnborg gjørdist krúnan á lívsverkinum hjá Ejler Jacobsen, reiðara. Hann fekk 356 mill. kr. fyri skipið, sum stóð honum í 60 mill. kr. Metta virðið á skipinum liggur um 120 mill. kr. Sjálvur [...] okkara løn. Ejler Jacobsen vísir á, at tað er einki dulsmál, at hann gjøgnum eitt langt lív hevur verið við at menna føroyska fiskivinnu. Sølan av Krúnborg er so bara krúnan á lívsverki hansara. Ejler Jacobsen [...] vorðið nakað fátækari av hesum. Tikin á bóli -Hvat fer tú at brúka allan peningin til? -Tað dugi eg als ikki at svara í løtuni. Hetta hendi so knappliga, eg var tikin á bóli positivt. Men hann sær helst,
bestu deildini seinnu árini er, at liðið hevur verið sera sterkt á heimavøllinum á Mølini. Enn tykist tað eisini so, at tað er tungt at vinna á Mølini, og enn hevur eingin fingið fult við sær aftur, men tað [...] ið sum einasti maður samlaði upp uttan fyri brotsteigin, og annað vikuskiftið á rað meddaði hann bóltin í kassan av brotsteigarmarkinum. Tvey einmansavrik Eftir steðgin vóru tað teir á heimaliðnum, sum [...] lítið vet grammari. Teir fingu fatur á flestu leysu bóltunum, og tí ferðast bólturin nógv á ÍF-hálvuni. Talan var tó aftur um deyðbóltsstøðu, tá útjavningin kom. Egil á Bø plagar at vita, hvar málið stendur
arbeiddi eisini eitt skifti m.a. úti á Skála, har Kjølbro hevði eitt stórt virki tá. Eftir at Mikkjal hevði verið í Danmark á keypmannsskúla, var hann í tvey ár leiðari á Klædnabúðini, sum tá taldist millum [...] føroyska mergjaða navnið Mikkjal á Bergi, sum gjørdist kent bæði her og aðrastaðni. Eftir loknað skúlagongd, har hann øll árini lá væl frammi í oddinum, fór hann í læru á skrivstovuni hjá P/f J. F. Kjølbro [...] Mikkjal. Gavst ikki á hondum Hann var tá komin eitt sindur til árs, men segði, at "eingin skuldi fáa seg at fara í nakra sosiala skipan". Tók tí súkkluna, fór til Danmarkar, fekk sær starv á fiskavirki, fór