Soleiðis æt hann í nøkur ár, inntil hann fekk føroyska mergjaða navnið Mikkjal á Bergi, sum gjørdist kent bæði her og aðrastaðni.
Eftir loknað skúlagongd, har hann øll árini lá væl frammi í oddinum, fór hann í læru á skrivstovuni hjá P/f J. F. Kjølbro. Her tænti hann trúfast. Hann arbeiddi eisini eitt skifti m.a. úti á Skála, har Kjølbro hevði eitt stórt virki tá.
Eftir at Mikkjal hevði verið í Danmark á keypmannsskúla, var hann í tvey ár leiðari á Klædnabúðini, sum tá taldist millum landsins fremstu.
Eftir hesi tvey árini fór hann aftur á skrivstovuna við ábyrgd fyri kunda-, og viskiftafólkabókhaldinum.
Boð vóru eftir honum
Hetta starvið røkti hann, til honum varð boðið starv í Norðoya Banka, sum var deild av Sjóvinnubankanum.
Í sjeytiárunum fekk hann starv sum roknskaparleiðari hjá Klaksvíkar Býráði, til hann í áttatiárunum tók við starvi sum bókhaldari hjá Com-Data.
Í djúpu kreppuni fyrst í nítiárunum var Com-Data noytt til at skerja sítt virksemi, og fyri hesum fall Mikkjal.
Gavst ikki á hondum
Hann var tá komin eitt sindur til árs, men segði, at "eingin skuldi fáa seg at fara í nakra sosiala skipan". Tók tí súkkluna, fór til Danmarkar, fekk sær starv á fiskavirki, fór síðani til Noregs og so til skips.
Soleiðis lívbjargaði hann sær í nøkur ár, inntil hann kom aftur til Føroya, har hann síðani hevur verið bókhaldari hjá Norðoya Blikksmiðju.
Ein og hvør av okkum hevur nógv at læra av Mikkjali bæði á hesum og á øðrum økjum.
Fjølvirkin
Mikkjal giftist við Judith Steensen hjá Honnu og Eskild í 1961. Tey fingu børnini Beintu, sum er sjúkrasystir og Eyðun, sum hevur verið sjómaður og er skipari á Akraberg. Eyðun er giftur við Johannu (fødd Vang).
Judith og Mikkjal eiga trý barnabørn, Mikkjal, Randi og Jónas.
Fáur hervur verið arbeiðssamari og meiri fjølvirkin enn Mikkjal. Hann hevur altíð verið til dystin fúsur.
Í fimtiárunum spældi hann við KÍ. Eisini har var boð eftir honum frá merkismanninum John Reid Bjartalíð til at skriva plakatir, sum rættiliga nógv varð gjørt við tá.
Um hetta mundið var á heilt øðrum bógvi gjørt átak í Útvarpi Føroya, sum æt "Ungfólk úr Klaksvík syngja og spæla", sum Malvinus Joensen hevði gjørt avtalu við Niels Juel Arge um at fremja. Mikkjal var upptøku-maður við sínum tvísporaða Nordmende og Proton bandupptakara.
Dyggur verkamaður í samkomuni
Betesdakórið hevur notið gott av hansara arbeiðssemi, og hann hevur eitt nú hildið væl skil á uppmøtingarprotokollini í eini 30 ár, umframt at hann hevur verið í kórinum í upp ímóti 50 áruumm.
Á trúboðanarøkinum hevur Mikkjal verið ein álitismaður, ein verkamaður, sum hevur verið við til at halda samband við trúboðarar um allan heim.
Samkomulívið, bæði hjá Judith og Mikkjali,hevur ikki verið bert onkursvegnað, men hevur verið teirra akkerspláss. Tá tey ikki hava verið til møti, er okkurt áfatt.
Tøkk og mong góð ár
Mikkjal, tú hevur verið ein brandur. Tøkk fyri ta hjálp og tann stuðul tú vart fyri meg frá ungum av, bæði tá vit samstarvaðu hjá J. F. Kjølbro, í kórinum, í samkomuni og á so mangan annan hátt.
Her verður ikki pláss fyri meiri, men Betty, eg og øll mín fjølskylda ynskja tær hjartaliga tillukku við teimum sjeyti, Harrans signing í komandi døgum og nógv góða ár. Tøkk fyri, tað tit hava verið
fyri okkum. - Vit hava fingið mong ?pragtfull" ár saman, og vónandi fáa vit fleiri.
Bestu heilsanir
Betty og Jógvan við fjølskyldu










