Sølan av Krúnborg gjørdist krúnan á lívsverkinum hjá Ejler Jacobsen, reiðara. Hann fekk 356 mill. kr. fyri skipið, sum stóð honum í 60 mill. kr. Metta virðið á skipinum liggur um 120 mill. kr. Sjálvur er hann sera væl foreintur við søluna, tó at hann enn ikki heilt hevur fatað stóru tølini: -Hetta eru so óhugnaligar upphæddir, at eg havi ikki heilt fatað tað enn. Eg eri púra ovfarin, og eg eri eisini ein glaður maður, sigur Ejler Jacobsen, reiðari í samrøðu við Sosialin, nú hann fyrstu ferð alment úttalar seg um eina ta størstu skipasøluna í Føroyum nakrantíð. Hóast sølan hevur fingið nógva umrøðu, so sigur Eiler seg einki leggja í alt tað negativa, sum nú kemur fram.
-Tað rørir meg ikki, um ávís fólk nú kanska øvunda mær at hava selt fyri so nógvan pening. Tá eg hugsi um, hvussu nógvar fiskalastir vit hava lagt upp, hvussu nógv manningarnar hava forvunnið við okkara skipum gjøgnum árini, øll tey húsini og heimini kring Føroya land, sum eru komin upp orsakað av nótaflotanum øllum, tó ikki bara frá mínum skipum, so havi eg ikki ringa samvitsku sigur Ejler Jacobsen, sum tó sigur seg ikki skilja, hví man skal leika so ræðuligt í, tá hann nú loksins fekk so væl burtur úr einum heilum lívsverki.
-Vit hava einki fingið í premiu fyri tað arbeiðið, uttan at vit hava fingið okkara løn. Ejler Jacobsen vísir á, at tað er einki dulsmál, at hann gjøgnum eitt langt lív hevur verið við at menna føroyska fiskivinnu. Sølan av Krúnborg er so bara krúnan á lívsverki hansara.
Ejler Jacobsen heldur tað eisini vera eitt gott íkast hjá landskassanum at fáa 51 mill. kr. í skatti fyri hesa søluna. Hvat er rímuligt ella órímuligt sigur hann seg ikki vera tann rætti at úttala seg um, men hann heldur tað ikki vera órímuligt, at hann fær nakað fyri tað hann hevur avrikað til frama fyri føroyska fiskivinnnu gjøgnum mong ár. Við hesum sipar hann m.a. til menningina av føroyska nótaflotanum, eitt nú tá tangarnir kolveltu hesa vinnu. Hann dugir ikki at síggja, at landið er vorðið nakað fátækari av hesum.
Tikin á bóli
-Hvat fer tú at brúka allan peningin til?
-Tað dugi eg als ikki at svara í løtuni. Hetta hendi so knappliga, eg var tikin á bóli positivt. Men hann sær helst, at peningur verður brúktur til framhaldandi at menna føroyska vinnu. Hann fegnast um, at Krúnborg nú verður heimahoyrandi í Fuglafirði og fer at leggja sínar lastir upp har.
Tá vit bera uppá mál spurningin um tilfeingisgjald, so sigur Ejler, at hann ongantíð hevur verið glaður um tað prátið. Fiskivinnan hevur tað nóg trupult sum er, og tað er eingin orsøk til at leggja fótonglar fyri teimum, sum eru við í fiskivinnuni. Tað er heldur at royna at fjøssa um hana sum frægast og fáa nakað burtur úr vinnuni sjálvari heldur enn skattum.
Nú so nógv verður tosað um fólksins ognir í sambandi hesa søluna og tað seljarin hevur fingið burtur úr vísir Ejler Jacobsen á, at vit hoyrdu einki um fólksins ognir, tá rækjuflotin hvarv, tá eitt skip fyri og annað eftir fór at heysin og eigararnir mistu nógv.
Ejler Jacobsen dylur ikki yvir, at hann er sera vónsvikin av úttalilsunum hjá Jørgen Niclasen, tingmanni úr Fólkaflokkinum um, at slík skipasøla átti at verið skattað við 75 til 80%. -Eg vil bara takka Fólkaflokkinum, sum eg havi nóg býttur til at stuðla. Eg trúði hann var ein vinnulívsflokkur, og at man gleddist við teimum tað gekk væl hjá.