Ungi talvmeistarin á veg ímóti tindinum

16 ára gamli Helgi Dam Ziska vann sær sín triðja altjóða talvnorm í kapping í Hollandi. Um Helgi skal kalla seg altjóða meistari, skal hann hava 2400 í rating

Talv

So gjørdi ungi havnarmaðurin aftur bart! Helgi hevur seinasta árið ment seg við óhoyrdari ferð. Í Politiken Cup í 2005 vann hann sær sín fyrsta norm. Í Reykjavík Open í mars leyp hann upp um fleiri forðingar (var sjúkur) og vann sær sín næsta norm. Bert eitt ár aftan á fyrsta IM-normin, hevur Helgi nú ognað sær sín triðja og seinasta norm í Vlissingen Open í Hollandi.
Beinhørð venjing, umframt talent og vilji, hevur hjálpt Helga á mál. Helgi hevur nú umleið 2360 ratingstig, og so skjótt sum hann røkkur 2400, verður hann kosin altjóða meistari.
Í Vlissingen møtti Helgi tveimum stórmeistarum og trimum altjóða meistarum umframt fýra telvarum við umleið 2000-2100 ratingstigum. 6,5 stig av 9 varð úrtøkan hjá Helga, og tað rakk til eitt deilt 12. pláss í sterku opnu kappingini, ið taldi 250 telvarar.
Faðir Helga, Andrias Ziska, fekk 4,5 stig, sum eisini var eitt gott úrslit. Sterki polski stórmeistarin Michal Krasenkow vann við 8 stigum.

Hóraði undan og tók møguleikan
Helgi var sum heild nøgdur við telvingina, tá ið vit tosaðu við hann stutt aftan á kappingina. Hann segði seg vera í vandasjógvi miðskeiðis í kappingini.
- 4. og 5. umfar vóru sera kritisk hjá mær. Eg møtti tveimum lægri rataðum telvarum, men var í stórum trupulleikum. Tíbetur vann eg hesi talv, og tá kendi eg meg hava møguleikan at røkka norminum, sigur Helgi.
Í 8. umfari hevði Helgi hvítt móti sterkum IM´ara við 2470 ratingstigum.
- Hetta var helst mítt besta talv í kappingini, og tað mest umráðandi, leggur Helgi aftrat. Aftan á vakra sigurin skuldi Helgi í seinasta umfarinum hitta 13 ára gamla stórtalentið úr India, Parimarjan Negi, sum um tveir mánaðir verður kosin stórmeistari(!) á FIDE-kongressini. Fekk Helgi javnt, var triði normurin í skjáttuni. Og so varð. Helgi telvaði orkuríkt, djarvt og sera væl. Spennandi var at fylgja talvinum, ið varð varpað beinleiðis út í heim á netinum. Helgi var í roynd og veru ongantíð í vanda og fekk ein væl uppibornan javnleik.

Ikki ráð at halda steðg
Í vár gjørdi Kaupthing samstarvssáttmála við Helga. Við sterkum stuðli í rygginum er og verður tað gjørligt hjá Helga at ferðast víða til sterkar talvkappingar, umframt at peningur kann nýtast til talvvenjarar.
- Eg eri ótrúliga nøgdur við samstarvið við Kaupthing. Eg fái nú møguleikan at menna meg og sleppa at gera tað, ið eg vil. Nevnliga at royna at blíva stórmeistari og verða fulltíðartelvari, sigur Helgi.
Helgi er júst farin í 10. flokk, og tí kann tað verða eitt sindur avmarkað, hvussu nógv hann kann telva komandi tíðina.
- Eg kann ikki loyva mær at hvíla í framgongdini, tí havi eg sett mær fyri at telva aftur í septembur og oktobur. Mín fyrsta kapping aftan á summarfrítíðina verður helst 5th Klaksvík International, sigur Helgi.

Næsta málið
Viðvíkjandi ætlanini at ogna sær stórmeistaranormar væntar Helgi, at hann í fyrstu atløgu fer at halda fram á sama hátt, sum hann hevur gjørt fyri at vinna sær IM-normarnar. Helgi trýr nevniliga nógv á egin evni og sigur óbeinleiðis, at hann metir seg hava góðar møguleikar at blíva stórmeistari við at telva nógv og arbeiða miðvíst.
Spurdur um hann metir seg vera føroya besti telvari, er Helgi meira varin.
- Nei. Eg eri noyddur at koma upp á minst 2400 í rating, tí John Arni Nilssen hevur verið omanfyri 2400, umframt at hann longu er kosin altjóða meistari, sigur ein fegin ungur maður at enda.