Fótbóltur
Ein av frágreiðingunum til, at EBS/treymur hevur staðið seg somikið væl í bestu deildini seinnu árini er, at liðið hevur verið sera sterkt á heimavøllinum á Mølini.
Enn tykist tað eisini so, at tað er tungt at vinna á Mølini, og enn hevur eingin fingið fult við sær aftur, men tað hava teir hjá EB/Streymi heldur ikki. Sunnudagin gjørdist talan um triðja av trimum møguligum javnleikum, og hesaferð var tað ÍF, sum vitjaði.
Rúni fyri aðru ferð
Nógvur vindur var eftir vøllinum, og fyri tað nógva órógvaði hetta spælið. Bæði liðini høvdu tungt við at fáa spælið at hanga saman, og tí gjørdist talan í nógv størri mun um gúpparí fram eftir vøllinum í vónini um, at okkurt munagott kundi spyrjast burturúr.
Tí var tað eisini ógvuliga smáligt við møguleikum, men tað var tó um reppið, at Gunnar Nielsen fekk lagt gestirnar framum tíðliga í dystinum. Hetta tá hann slapp púrasta leysur, men skotið var alt annað enn væleydnað, og bólturin fór langt framvið málinum.
Stutt undan steðginum eydnaðist tó gestunum at leggja seg framum, og í nógvar mátar var uppskriftin hin sama, sum tá teir fyri viku síðani vunnu heimadystin móti TB. Eftir hornaspark fekk EB/Streymur stútað bóltin útfrá, men ikki longur enn til Rúna Elttør, ið sum einasti maður samlaði upp uttan fyri brotsteigin, og annað vikuskiftið á rað meddaði hann bóltin í kassan av brotsteigarmarkinum.
Tvey einmansavrik
Eftir steðgin vóru tað teir á heimaliðnum, sum royndu at trýsta. Talan var framvegis ikki um tað stóra spælið, men teir stríputu vóru kanska eitt lítið vet grammari. Teir fingu fatur á flestu leysu bóltunum, og tí ferðast bólturin nógv á ÍF-hálvuni.
Talan var tó aftur um deyðbóltsstøðu, tá útjavningin kom. Egil á Bø plagar at vita, hvar málið stendur, og tað gjørdi hann eisini hesaferð, tá hann við høvdinum stýrdi í kassan.
Javnstøðan helt sær tó ikki leingi. Góðar tíggju minuttir seinni framdi Gunnar Nielsen tað, sum helst var dagsins einmansavrik. Einsamallur móti trimum verjuleikarum dróg hann til vinstru, áðrenn hann langaði bóltin yvir í handara síðunetið, og so var fagnaðurin stórur. Hetta staðfesti, at ÍF framvegis er við í oddastríðnum, og sjálvir munnu fuglfirðingar eisini iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at halda fast.
Teir tóktust annars hava tamarhald á tí mesta, men Teitur Joensen vildi tað tó øðrvísi. Hann hevur ikki verið nógv at sæð á liðnum hjá EB/Streymi í ár, men hesaferð byrjaði hann millum teir fyrstu ellivu, og 12 minuttir fyri leiklok takkaði hann eisini fyri álitið. Upphavið var annars eitt innkast til fuglfirðingar, men Teitur vann bóltin, dróg nakrar ferðir og royndi seg so við skoti, sum streyk framvið Allani Joensen í ÍF-málinum.
Og hjá gestunum kundi tað gjørst enn verri. Møguleikar vóru báðar vegir seinastu løtuna, tá bæði vildu avgera, men tann størsta av hesum átti EB/Streymur uttan iva. Men Sorin Anghel mundi als ikki vita, hvussu leysur hann var, tá bólturin varð sendur innfyri, og so spurdist heldur einki burturúr teirri royndini.
Rættvíst úrslit
Javnleikurin var kanska eitt rættvíst úrslit av royndunum hjá báðum liðum, men tað skerst ikki burtur, at báðir partar mundu iðra seg nakað. EB/Streymur, tí tað heldur ikki hesaferð eydnaðist at vinna á heimavølli, hóast teir høvdu møguleikan til hetta móti endanum.
Fuglfirðingarnir vóru tó teir, sum tvær reisur vóru á odda, og tá skalt tú helst eisini vinna dystin, um tú vilt vera partur av oddinum. Hesa ferðina vóru teir tó ikki nóg kaldir, men alt í alt man eitt stig á Mølini ikki vera lakasta úrslitið, tá tikið verður samanum kappingarárið.