? Vit hava enn ikki endaliga gjørt av, nær eg aftur taki sæti á Fólkatingi. Ávísar uppgávur skulu fáast frá hondini, bæði innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum, skipan okkara á tingi og ávísar uppgávur, sum Tórbjørn Jacobsen er í ferð við í Fólkatinginum júst nú, sigur Høgni Hoydal, tá vit spyrja hann, nær hann aftur tekur sæti á Fólkatingi.
Høgni Hoydal varð valdur á Fólkating við seinasta fólkatingsval, sum var 21. november í 2001. Hann fekk 2640 atkvøður, men av tí at hann var landsstýrismaður, mátti næsti maður taka sæti, og hann var Tórbjørn Jacobsen, sum fekk 870 presónligar atkvøður.
Høgni Hoydal er nú vanligur tingmaður, og nú hann á fyrsta sinni sleppur at royna seg í hesum leikluti, verður tað sum andstøðuleiðari. Umframt at vera formaður Tjóðveldisfloksins, er hann eisini formaður floksins á tingi.
? Vit skulu skipa flokkin, velja framsøgufólk o. a. Tórbjørn Jacobsen hevur fyrispurningar liggjandi í Fólkatinginum og eitt uppskot, hann setti fram í sambandi við at fáa innlit í Fíggjareftilitið. Hóast tað fleiri ferðir er avtalað, so veit okkara landsstýrismaður í fíggjarmálum ikki, hvussu støðan er í bankunum, tí hann fær ikki innlit í viðurskiftini hjá Fíggjareftirlitinum. Hesi mál skal Tórbjørn Jacobsen avgreiða, áðrenn eg taki sæti á Fólkatingi aftur, sigur Høgni Hoydal.
? Men eg rokni við, at tað verður einaferð í næsta mánaði, sigur Høgni Hoydal, sum bara hevur verið fólkatingsmaður í eina viku ? tað var áðrenn Tórbjørn Jacobsen tók sæti fyri hann.
? Tá náddu vit at skipa Norðuratlantsbólkin ? eitt arbeiði, sum Tórbjørn Jacobsen hevur ført víðari og bygt upp saman við grønlendsku umboðunum. Hesum arbeiði fari at halda fram við á fókatingi, sigur Høgni Hoydal, sum letur sera væl at úrslitunum, sum Norðuratlantsbólkurin hevur nátt.
Høgni Hoydal vísir á, at Norðuratlantsbólkurin hevur sett tríggjar arbeiðsbólkar, sum arbeiða við Ríkisrættarligu støðuni hjá Grønlandi og Føroyum, ein sum arbeiðir við hernaðarmálinum og ein sum arbeiðir við búskaparligu viðurskiftunum millum Grønland, Føroyar og Danmark.
Hetta er arbeiði, sum serfrøðingar gera, og sum verður fíggjað av Norðuratlantsbólkinum, sum er at rokna sum einhvør annar politiskur flokkkur í Danmark.
Norðuraltansbólkurin fær bólkastuðul frá Fólkatininum. Hetta er tað, sum allir flokkar á fólkatingi fáa ? lutvíst eftir tingmannatalinum. Minstu flokkarnir á fólkatingi hava vanliga fýra tinglimir, Norðuratlantsbólkurin hevur tríggjar.
? Vit hava gjørt av í Tjóðveldisflokkinum, at vit skulu brúka fólkatingsumboðanina fult út í arbeiði fyri okkara søk. Tað merkir, at vit brúka allar møguleikar, sum umboðanin gevur, eisini tær fíggjarligu møguleikar, sum vit hava sum partur av Fólkatinginum, sigur Høgni Hoydal, sum ikki ivast í, at Norðuratlantsbólurin er komin fyri at vera.
Men væntar Høgni Hoydal, at onkur annar politiskur flokkurin í Føroyum kundi komið upp í bólkin?
? Tað hevði sjálvandi verið ynskiligt. Vit bjóðaðu Lisbeth L. Petersen uppí, men hon takkaði nei, sigur Høgni Hoydal.
Óli Breckmann, sum fall á seinasta fólkatingsvali, var uppi í danska Konservativa flokkinum, meðan Jóannes Eidesgaard, sum eisini fall á seinasta vali, hevði sín egna tingbólk.
Høgni Hoydal sigur, at um tað gleðiliga hevði hent, at t. d. Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin tóku undir við sjálvstýrispolitikkinum hjá Tjóðveldisflokkinum, so skuldu teir verið meira enn vælkomnir upp í bólkin, tí bólkurin hevur sum endamál at arbeiða fyri fullum sjálvstýri hjá Grønlandi og Føroyum, men Høgni Hoydal vísir samstundis á, at sjálvstýristilgongdin í Grønlandi er langt frá komin so langt sum í Føroyum, so hann kundi ímyndað sær rúm saktans kundi verið bæði fyri Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum.