Ungir menn út á hav

- Vit fáa ymiskan mat á borðið; fisk eina til tvær ferðir um vikuna í ymiskum útgávum, høsnarungar, kjøtrættir og ”forlorna” haru. Kanska hava vit fingið ov nógv av forlornari haru í seinastuni, heldur ein av teimum ungu skemtandi fyri

Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo

Sosialurin var ein túr umborð á línuskipinum Morgunstjørnuni seinnapartin í gjár. Hetta var stutt fyri, at teir skuldu loysa og fara nýggjan túr.
Vit hittu fimm av manningini til stutt prát.
Teir siga, at Morgunstjørnan hendan túrin helst fer at byrja á Sandoyarbankanum, har teir vænta at fáa longu og brosmu.
Skipari er Jón Rubeksen úr Havn, og manningartalið ein vanligan túr er 14.

Bíða ikki
- Vit ganga seks og seks og bróta bara vakt, tá ið nógv er at at kryvja. Hetta hendir sjáldan undir Føroyum, men oftari undir Íslandi, har nógvur fiskur mangan er at fáa.
Tá ið teir bróta vakt umborð á Morgunstjørnuni, missa teir oftast eina hálva frívakt ella so. Spurdir, hvussu tað gongur at manna skipið til hvønn túrin, halda teir, at tað sum heild hevur gingið hampiliga væl.
- Vit hava ikki bíðað eftir fólki, og tá ið vit loysa, eru vit sum oftast fullmannaðir.
Hans Olaf Garðalíð, sum er fremstur vinstrumegin á myndini, er við sínum 18 árum yngstur maður umborð, men Sørin Absalonsen undir liðini á Hans Olafi er eisini 18 ára gamal.
Kári Johannesen, sum er næst uttastur høgrumegin, er við sínum 51 árum ikki elstur.
- Vit hava aðrar menn umborð, sum eru eldri enn eg, sigur Kári.
Teir halda, at ein dagur, sum gevur eini 8.000 pund, er ein hampiligur dagur undir Føroyum, soleiðis sum fiskiskapurin hevur verið í seinastuni.
- Men fiskaprísurin er sum heild góður í løtuni, og tað ger góðan mun, tá ið minni er at fáa.
Teir siga, at inntøkan umborð á Morgunstjørnuni higartil í ár er farin um tær 300.000 krónurnar.
- Men tað er eingin, sum er við allar túrarnar, so hetta er ikki tað, sum vit hava tjent, leggja teir aftrat.
Kári heldur fyri, at inntøkan helst er nakað lakari enn í fjør.

Góður matur
Súni í Kollsbyrgi á Eiði er kokkur umborð á Morgunstjørnuni.
- Hann er nýliga blivin fastur kokkur, og vit halda, at nú gongur bara heilt væl hjá honum at kokkast.
Spurdir, hvat teir fáa til døgurða um dagarnar, meðan teir eru úti, siga teir:
- Vit fáa ymiskan mat; fisk eina til tvær ferðir um vikuna í ymiskum útgávum, høsnarungar, kjøtrættir og ”forlorna” haru. Kanska hava vit fingið ov nógv av forlornari haru í seinastuni, heldur ein av teimum ungu skemtandi fyri.
Allir eru tó samdir um, at kokkurin er góður og dugir síni ting...
Meðan vit práta uppi á bátadekkinum, noyðist onkur av ungu monnunum niður á dekkið at taka ímóti provianti.
Klokkan er nú skjótt 17, og skipið loysir hvørja løtu.
- Eg vænti, at vit seta fyrstu setuna á Sandoyarbankanum um midnáttarleitið í kvøld, sigur ein av teimum ungu.
Veðrið er gott, meðan vit standa og práta. Tað er stilt, kalt og klárt veður, og sólin hevur hug at skína.
Men soleiðis er tað ikki á hvørjum degi á einum skipsdekki, tá ið tað líður út á heystið, og veturin stundar til.

Stillisliga avstað
Sosialurin takkar fyri, at vit kundu órógva teir eina løtu, meðan teir kortini bíðaðu eftir boðum um at loysa.
Løtu seinni stevnir Morgunstjørnan stillisliga úteftir Skálafjørðinum – á veg suður á Sandoyarbankan at royna eydnuna.
Teir næstu dagarnar sleppur manningin ikki longur enn út til lúnningina.
Tað eru kostirnir hjá teimum, sum søkja sjógvin.

Fakta um
Morgunstjørnuna

Longd:    36 m
Breidd:    7,03 m
Tons:    270 BRT
Manning:    14
Heimstaður:    Eiði
Skipaslag:    Línuskip
Smiðiár:    1974
Eigari:    Múlavík p/f
Útgerðarmaður:
Chr. J. Jacobsen