skal staðfestast, at ríkisfelagsskapurin er grundaður á sáttmála millum tvær sjálvstøðugar tjóðir, og at hann er galdandi, til annar parturin sigur hann upp. Staðfestast skal eisini, at tað er Føroya Løgting [...] Javnaðarflokkurin síðani løgtingsvalið arbeitt fyri at finna eina breiða semju í sjálvstýrismálinum. Men nú sigur hann seg noyðast at staðfesta, at samgongan ikki vil vika seg, og tí kann landsfundurin [...] sjálvræði, men hann tekur ikki undir við ætlanini hjá samgonguni um at Føroyar verða loystar úr ríkisfelagsskapinum. Hetta má metast at vera høvuðsniðurstøðan í fundarsamtyktini frá eykalandsfundi floksins
gamla bilinum við sama navni. Alt er eisini gjørt fyri, at Almera skal fáa størri part av bilmarknaðinum. At kvaliteturin er á høgum støði merkist við at seta seg inn í bilin og á ljóðinum, tá ið hurðarnar [...] mátar og er sum ein franskur bilur at koyra. Nógv gjørt við trygdina Tvær útgávur eru at velja í, hvat útgerð viðvíkur, Comfort og Elegance, og tríggir motorar eru at velja ímillum, 1.5 l og 1.8 l bensinmotorar [...] hesum klassanum. Tað at Almera vigar næstan tað sama sum tann størri Primera kemst av, at tað er gjørt so nógv burturúr aktivu og passivu trygdini. Setrini eru góð, og lætt er at seta seg tilrættis við
hava hvalbingar verið at sæð frammalaga í næstbestu deildini, og onkuntíð hevur tað eisini verið um reppið, at teir hava vunnið sær sess í bestu deildini. Tað eru tó nøkur ár síðani, at so var, og seinnu árini [...] liðið verið at funnið í næstbestu deildini. Onkuntíð hevur eisini verið um reppið, at felagsliðið noyddist niður í aðru deild, og serliga hevur tað tá verið byrjanin av kappingarárinum, at teir hava havt [...] eini framtíð, har felagsliðið aftur verður at síggja í fremstu røð. Áðrenn hetta mugu teir tó vinna sær nakrar royndir, og tað er ikki víst, at allar fara at ganga eins væl og tann í Hvalba. Royn-EB/Streymur
framstig eru gjørd síðstu árini við at avtaka deyðarevsingina um allan heim, so er enn langt eftir á mál. Amnesty fer á framsýningini at royna at fáa so nógv sum gjørligt at skriva undir uppá eina áheitan á [...] fangunum, sum teir arbeiða við, samstundis sum teir heita á fólk um at senda brøv til avvarðandi myndugleikar fyri at leggja trýst á teir at lata fangarnar leysar. Urgent Action ella Snarmálsnetið hjá Amnesty [...] víst fram. Um allan heim eru amnestylimir í hesum døgum farnir undir at senda áheitanir til stjórnina í Saudi Arabia, fyri at fáa hana at betra um syndarligu mannarættindastøðuna í landinum. Eisini føroyska
og á gamla heimavøllinum hjá í Lyngby eydnaðist tað honum eisini at gera mál. Eftir tann dystin helt Todi, at nú trúði hann uppá, at teir kundu vinna dystin móti Brøndby, sum saman við Herfølge er oddalið [...] lítið um avrikið hjá sínum spælarum, og í tíðini í Herfølge vísti hann ferð eftir ferð, at hann dugdi at fáa sítt lið at venda einari skeivari gongd. [...] alt meira eyðsýndur og týðandi, nú FCK roynir at berja seg upp eftir stigatalvuni. Og tá Brøndby kemur í Parkina sunnudagin, líta viðhaldsfólkini hjá FCK á, at tað enn einaferð verður føroyski landslisspælarin
málinum er ætlanin at taka orðingina ?regionalt? burturúr, og staðin staðfesta, at føroysk er høvuðsmál í Føroyum. Við hesum vóna danskir myndugleikar, at landsstýrið kortini góðtekur, at Fólkatingið staðfestir [...] uttan samtykki úr Føroyum. Men, at Danmark fer at trumfa einan loysn í gjøgnum ímóti vilja landsstýrissins er lítið sannlíkt. Í uttanríkisráðnum verður sagt, at roynt verður at loysa málið í sátt og semju [...] stjórinina hevur tað alstóran týdning, at føroyskir myndugleikar kortini góðtaka sáttmálan um økis- og minnilutamál. Tí evropeisk sáttmálin áleggur londunum, at viðurkenna øll økis- og minnilutamál innan
er, at ensk frímerki er løgd við, so finnarin sleppur undan at gjalda. Tey ið hava sent fløskupostin, hava ikki roknað við, at hann fór so langt, sum til Føroya. Og tað er eisini ilt at skilja, at fløskan [...] hann fann fløskupostin og at enda verður biðið um at fáa eitt sindur at vita um finnaran. Í Vági hava tey á einum korti sett av, hvar fløskuposturin kom á land. Áhugavert verður at frætta, hvat Robbie og [...] Smith, at hann hevur lisið um eina gentu, nevnd Pam, ið sendi eitt bræv í eini fløsku. Hann hevur sent fløskupostin fyri at finna útav, hvat hendir við postinum og hann heitir á finnaran um at svara á
millum Føroyar og Russland er at meta sum ein handil millum londini, har Føroyar lata Russlandi atgongd til at fiska uppsjóvarfisk aftur fyri, at føroysk skip sleppa at fiska botnfisk í Barentshavinum [...] fiskivinnupolitikkinum er ikki at skapa arbeiðspláss, men at kappingin um arbeiðsmegi og kapital kann skapa størst møguliga virðisøking. Støðan á føroyska arbeiðsmarknaðinum er í dag, at lítið og einki arbeiðsloysi [...] er trupult at gera neyva meting av hesum, men í eini framløgu, sum reiðararnir hava havt fyri pørtum av landsstýrinum koma teir sjálvir við einum boði uppá, hvussu nógv fólk eru knýtt at skipunum í B
Og seinastu vikurnar áðrenn fólkatingsvalið varð útskrivað, vístu kanningar, at blái vongur fór at vinna, og at stjórnin fór at fella. Men tað hevur gingið væl hjá Javnaðarflokkinum hjá Mette Frederiksen [...] sagt, eins og Tjóðveldi í Føroyum, at tey fara at peika á tann forsætisráðharra, sum vil tað besta fyri søk grønlendinga. Javnaðarflokkurin í Føroyum hevur eisini sagt, at flokkurin stuðlar Mette Frederiksen [...] hjá bláa veingi saman við Lars Løkke Rasmussen at skipa stjórn. Enn eru 17 dagar til valið, so nógv kann broytast, tó at allar veljarakanningar vísa, at sera javnt er millum partarnar.
m. Eg haldi at vit í nógv størri mun eiga at gleðast um øll okkum, sum fáa gerandisdagin at ganga væl. Og tá eru vit eisini betri fyri at hjálpa teimum, sum hava veruligar trupulleikar at dragast við í [...] Sum duga at liva lívið fyri seg og onnur við, uttan hóvasták. Av og á er neyðugt at seta lívið í perspektiv, og tá síggja vit, at tey flestu okkara eru bæði góð og kná. Mátin vit í dag hyggja at samfelagnum [...] rúmið, at lyfta tað góða fram í ljósið, sjáldan vinnur frama. Eru vit vorðin so von við at geva tí lítla, sum kanska ikki virkar perfekt, ein alt ov stóran part av umrøðuni? Eg má siga tað! Eg haldi at vit