Aaja Chemnitz Larsen úr IA, Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, og Aki-Matilda Høegh-Dam úr Siumut kunnu gera av, hvør skal stjórna Danmark, verða tey afturvald í Fólkatingið

Føroyar og Grønland gera av hvør stjórnar Danmark

Enn ein veljarakanning vísir, at tað kunnu verða umboðini úr Føroyum og Grønlandi, sum gera av, hvør skal stjórna Danmark.

 

Aaja Chemnitz Larsen úr IA, Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, og Aki-Matilda Høegh-Dam úr Siumut kunnu gera av, hvør skal stjórna Danmark, verða tey afturvald í Fólkatingið

Sambært seinastu kanningin frá Voxmeter, sum vit umrøddu her á in.fo í morgun, so verða føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini tungan á vágskálini, tá nýggj stórn skal skipast í Danmark.

Allar kanningar hava víst, at tað er sera javnt millum bláa og reyða vong. Síðani seinasta fólkatingsval hava allar kanningar víst, at stjórnarflokkarnir vinna trygt aftur á valinum. Men í summar hava kanningarnar ikki verið so góðar fyri stjórnina, sum eisini hevur verið sera kroyst í minkamálinum. Og seinastu vikurnar áðrenn fólkatingsvalið varð útskrivað, vístu kanningar, at blái vongur fór at vinna, og at stjórnin fór at fella.

Men tað hevur gingið væl hjá Javnaðarflokkinum hjá Mette Frederiksen, sum hevur vunnið seg fram, síðani valið var skrivað út. Tað hevur tað eisini hjá nýggja flokkinum hjá Lars Løkke Rasmussen. Men sambært síðstu kanning, so hava sitandi stjórnarflokkar tilsamns 88 sessir, meðan blái vongur – saman við teimum 11 sessunum hjá Løkke, hava 87 sessir. Eftir eru fýra sessir úr Føroyum og Grønlandi.

Í Grønlandi er lítil ivi um, at báðir flokkarnir, Siumut og IA (Inuit Ataqatigiit) vinna sessirnar aftur. Á seinasta vali fingu teir ávikavist 29,4 og 33,4 prosent. Næsti flokkur var Demokratarnir, sum fekk 11 prosent av atkvøðunum. IA og Siumut eru báðir á reyða veingi. Siumut er ein javnaðarflokkur, sum stuðlar Mette Frederiksen, meðan IA hevur sagt, eins og Tjóðveldi í Føroyum, at tey fara at peika á tann forsætisráðharra, sum vil tað besta fyri søk grønlendinga.

Javnaðarflokkurin í Føroyum hevur eisini sagt, at flokkurin stuðlar Mette Frederiksen. So um Siumut vinnur annan sessin í Grønlandi, og Javnaðarflokkurin vinnur annan sessin í Føroyum, so eru teir tveir sessirnir tryggir til reyðan meiriuta í Fólkatinginum.

Veljarakanningar í Føroyum hava allar víst, at Javnaðarflokkurin vinnur annað umboðið. Men sjálvt um Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, sum peika á bláan forsætisráðharra, høvdu vunnið umboðini í Føroyum, so er tað ikki nóg mikið hjá bláa veingi saman við Lars Løkke Rasmussen at skipa stjórn.

Enn eru 17 dagar til valið, so nógv kann broytast, tó at allar veljarakanningar vísa, at sera javnt er millum partarnar.

 

 

Aaja Chemnitz Larsen úr IA, Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, og Aki-Matilda Høegh-Dam úr Siumut kunnu gera av, hvør skal stjórna Danmark, verða tey afturvald í Fólkatingið

Veljarakanningar vísa, at sera tætt er millum tey reyðu og bláu í Danmark. Í løtuni hellur eitt lítið vet tann reyða vegin. Tað kann broytast, og tí er ilt at taka dagar ímillum, hvør av hesum skal stjórna Danmark næstu árini, Mette Frederiksen ella Jakob Ellemann-Jensen. Mynd: Finn Frandsen/Ritzau Scanpix