FCK lítur á Toda Klassikarar í Klaksvík

Fótbóltur: Stórdystur í Parkini, tá Brøndby kemur at vitja sunnudagin

Leikluturin hjá Toda Jónsson gerst alt meira eyðsýndur og týðandi, nú FCK roynir at berja seg upp eftir stigatalvuni.

Og tá Brøndby kemur í Parkina sunnudagin, líta viðhaldsfólkini hjá FCK á, at tað enn einaferð verður føroyski landslisspælarin, sum setur ferð á sítt lið.

Tveir teir seinastu dystirnar hevur Todi verið millum mest eyðsýndu spælararnar á sínum liði. Hann hevur í sínum leikluti sum vinstra miðvallari bjóða av fram eftir vøllinum, og á gamla heimavøllinum hjá í Lyngby eydnaðist tað honum eisini at gera mál.

Eftir tann dystin helt Todi, at nú trúði hann uppá, at teir kundu vinna dystin móti Brøndby, sum saman við Herfølge er oddalið í superliguni.

Tá Brøndby og FCK hittust fyrr í ár vann Brøndby 3-1, og hesaferð ynskja viðhaldsfólkini hjá FCK inniliga hevnd fyri tað tapið.

Dysturin verður spældur sunnudagin kl. 17.15, sum er aftaná allar hinar dystirnar í umfarinum. Orsøkin er at sjónvarpsrásin TV3+ skal senda beinleiðis frá uppgerðini.


Jákup í Odense

Felagið hjá Jákupi Mikkelsen skal sunnudagin spæli á útivølli í Odense, har heimaliðið, sum flutti upp í superliguna seinasta kappingarár, stríðist við at sleppa leyst av botninum.

OB hevur fingið fleiri góð úrslit í ár, og teir hava í fleiri dystum víst, at teir kunnu standa seg í bestu deildini. Tí verður tað ein trupul uppgáva, sum oddaliðið Herfølge hevur fyri framman.

Men menninir hjá John Faxe Jensen ætla at halda fast um oddastøðuna tað sum eftir er av fyrru hálvu. Tríggir dystir eru eftir at spæla.

AGF skal sunnudagin spæla á útivølli í Gladsaxe. Seinast var Óli Johannesen ikki við, og tá fekk AGF javnleik móti meistaraliðnum úr Aalborg. Tá vit frættu seinast, var ikki greitt, hvussu tað fór at verða við føroyska spælaranum hesaferð.

AGF skal spæla móti AB, sum seinast var sett rættiliga upp á pláss av Brøndby. Tá helt venjarin, Ole Mørch, lítið um avrikið hjá sínum spælarum, og í tíðini í Herfølge vísti hann ferð eftir ferð, at hann dugdi at fáa sítt lið at venda einari skeivari gongd.