Tey sum missa starv í Barentshavinum fáa starv á landi

– Endamálið við fiskivinnupolitikkinum er ikki at skapa arbeiðspláss, men at kappingin um arbeiðsmegi og kapital kann skapa størst møguliga virðisøking, stendur í frágreiðing hjá løgmanni

Kvotuumbýtið millum Føroyar og Russland er at meta sum ein handil millum londini, har Føroyar lata Russlandi atgongd til at fiska uppsjóvarfisk aftur fyri, at føroysk skip sleppa at fiska botnfisk í Barentshavinum. 

Men hvat er virðið á hesum handli og hvat er viðkomandi at hyggja eftir?

Vit hava kagað í greiningina, sum teir tríggir, Hans Ellefsen, Fiskimálaráðið, Djóni Højgaard, Fíggjarmálaráðið og Flóvin Eidesgaard, Løgmansskrivstovan, hava gjørt fyri løgmann til fundin, hann hevði við floksformenninar, tá teir á fundi í síðstu viku viðgjørdu, um vit skulu fara til samráðingar við russar um nýggjan fiskiveiðusáttmála fyri næsta ár.

Hóast nógv er strikað út í innlitinum, sum vit hava fingið, so er okkurt at síggja.

Um virði á rættindunum, skriva teir tríggir millum annað í frágreiðingini:

– Tá mestast skal um virðið av rættindunum ávikavist á føroysku kvotunum í Barentshavinum og teimum kvotum, sum Føroyar hava latið Russlandi í føroysku sjóøki, skal hædd takast fyri tí nýtslu av arbeiðsmegi og kapitali, sum krevst til at gagnnýta fiskirættindini. Hesin kapitalur og arbeiðsmegi kundu í staðin verið brúkt aðrastaðni í búskapinum og skapt virðisøking har, og tískil er talan um ein sokallaðan offurkostnað í mun til aðra framleiðslu.

– Við tí avmarkaðu tíð og uttan atgongd til nágreiniligar roknskapir, er trupult at gera neyva meting av hesum, men í eini framløgu, sum reiðararnir hava havt fyri pørtum av landsstýrinum koma teir sjálvir við einum boði uppá, hvussu nógv fólk eru knýtt at skipunum í Barentshavinum, og hvussu nógvum fólki tørvur hevði verið á, um føroyingar sjálvir fiskaðu russisku uppsjóvarkvotuna í føroyskum sjóøki.

Endamálið við fiskivinnupolitikkinum er ikki at skapa arbeiðspláss, men at kappingin um arbeiðsmegi og kapital kann skapa størst møguliga virðisøking. Støðan á føroyska arbeiðsmarknaðinum er í dag, at lítið og einki arbeiðsloysi er, og tí er sannlíkt, at um Føroyar uppsiga Russlandsavtaluna, fara tey , sum missa starvið í Barentshavinum skjótt at fáa annað starv.