Embætismenn í danska forsætisráðnum og uttanríkisráðnum hava hesar seinastu dagarnar arbeitt við eini loysn á málinum um føroysk sum landspartamál í danska ríkinum.
Loysnin er, at føroysk júst ikki verður rópt landspartamál, men høvuðsmál í Føroyum, tá Fólkatingið endaliga staðfestir evropeiska sáttmálan.
Hetta upplýsa keldur í uttanríkisráðnum, sum viðgera málið, fyri Sosialinum. Keldurnar vilja vera ónevndar.
?Regionalt? strikað
Í sambandi við uppskotið, sum stjórnin legði fyri Fólkatingið 24. november verður føroysk - eins og grønlendsk - rópt landspartamál. Ella, sum skrivað stendur á donskum eitt ?regionalt sprog?.
Sambært keldunum í uttanríkisráðnum, sum hava arbeitt við málinum er ætlanin at taka orðingina ?regionalt? burturúr, og staðin staðfesta, at føroysk er høvuðsmál í Føroyum.
Við hesum vóna danskir myndugleikar, at landsstýrið kortini góðtekur, at Fólkatingið staðfestir tann evropeiska sáttmálan. Fólkatingið skal eftir ætlan hava 1. viðgerð av sáttmálum 8. desember.
Nógv uppá spæl
Fyri donsku stjórinina hevur tað alstóran týdning, at føroyskir myndugleikar kortini góðtaka sáttmálan um økis- og minnilutamál.
Tí evropeisk sáttmálin áleggur londunum, at viðurkenna øll økis- og minnilutamál innan teirra ríkismørk.
Standa Føroyar uttanfyri fær Danmark ikki staðfest sáttmálan, verður sagt í uttanríkisráðnum. Og tað kann koma ógvuliga tvørt fyri hjá Danmark.
-Danmark fær trupulleikar við at forklára altjóða samfelagnum hví vit ikki kunnu staðfesta sáttmálan. Tað snýr seg um eitt av prinsippunum í altjóða mannarætti og Danmark hevur altíð havt ein høgan profil á mannarættindaøkinum, verður sagt.
Haraftrurat kemur Danmark í eina óhepna støðu mótvegis Týsklandi, um rættindini hjá týska minnilutan í Suðurjútlandi ikki verða altjóða viðurkend. Týskland hevur nevniliga viðurkent málsligu rættindini hjá danska minnilutanum í Suðurslesvík.
Diplomatiska loysn
Í prinsippinum kann Fólkatingið staðfesta sáttmálan um minniluta- og økismál, uttan samtykki úr Føroyum. Men, at Danmark fer at trumfa einan loysn í gjøgnum ímóti vilja landsstýrissins er lítið sannlíkt.
Í uttanríkisráðnum verður sagt, at roynt verður at loysa málið í sátt og semju við landsstýrið. Og okkurt bendir á, at semingsuppskotið verður at skifta nøkur orð út við onnur, sum ikki fella landsstýrinum fyri bróstið.










