Magnus Gunnarsson
Nissan Almera er teknaður og framleiddur í Europa. Málið hjá Nissan viðvíkjandi Almera, var at bilurin skuldi hava eins góðar koyrieginleikar, sum Peugeot 306. Hetta hevur eyðnast væl, og bilurin hevur gott vegtak og koyrir sum ein dreymur.
Sum at koyra
ein franskan bil
Bilurin er faktist nýggjur, og lítið ella einki er eftir av tí gamla bilinum við sama navni. Alt er eisini gjørt fyri, at Almera skal fáa størri part av bilmarknaðinum. At kvaliteturin er á høgum støði merkist við at seta seg inn í bilin og á ljóðinum, tá ið hurðarnar verða lætnar aftur.
Eitt lið av verkfrøðingum og testkoyrarum hava arbeitt intenst við at fínstilla koyrieginleikarnar á Almera við serligum atliti til róðurgreiðir og fjaðraskipan. Hetta hevur eisini givið úrslit, tí bilurin koyrir sera væl í allar mátar og er sum ein franskur bilur at koyra.
Nógv gjørt
við trygdina
Tvær útgávur eru at velja í, hvat útgerð viðvíkur, Comfort og Elegance, og tríggir motorar eru at velja ímillum, 1.5 l og 1.8 l bensinmotorar og 2,2 turbo diesel við beinleiðis innspræning, sum er størsti dieselmotorurin í hesum klassanum.
Tað at Almera vigar næstan tað sama sum tann størri Primera kemst av, at tað er gjørt so nógv burturúr aktivu og passivu trygdini.
Setrini eru góð, og lætt er at seta seg tilrættis við fleiri møguleikum at stilla rættið og setrið. Instrumentborðið er væl gjørt og lætt at lesa av.
Kemur seinni
sum MPV
Nissan Almera er vælútgjørdur við nógvari standardútgerð, so sum servostýring, 4 airbag, aktivar nakkapútur, ABS bremsur við EBD og NBA skipan, hátrýstspulara til forlyktirnar, sentrallás, pollenfiltur, el-síðurútar, el-síðuspegl við hita og stereoradio við 4 hátalarum.
Bilurin fæst einans við 5 hurðum í løtuni, men seinni í ár kemur hann við 3 hurðum og sum sedan. Eisini kemur Almera Tino, ið er ein MPV útgáva.
Almera verður framleiddur á Nissanbilaverksmiðjuni í Sunderland í Onglandi ? á somu verksmiðju sum Micra og Primera.