til, at landsstýrið ikki vil samráðsat um eina búskaparliga skiftistíð, tí hesa skiftistíð ætlar landsstýrið at klára uttan danska luttøku. Heldur ikki hava vit hoyrt, hvat stjórnin sigur til, at trý øki [...] við ætlanini at halda skiftistíðina uttan fyri samráðingarnar. TAÐ undrar óivað bæði stjórn og føroyingar sum heild, at landsstýrið skal sjálvt klára skiftistíðina, tí hon hevur verið og fer at verða størsti [...] ráðharrarnir á hesum økjum standa fyri. Men neyvan fer stjórnin glaðbeint at góðtaka hetta útspæl løgmans. TAÐ kann tykjast, at landsstýrið provokerar donsku stjórnina við hesum uppskotinum um samráðingargongd
8.30, og er sjálvandi møguleiki at flyta súkklurnar inn á Skálafjørðin á henda hátt. Tórshavnar Súkklufelag minnir súkklararnar á, at fyri at sleppa at luttaka er krav at súkklarin bæði hevur hjálm, endurskin [...] fara føroysku súkklarnir at kappast um meistaraheitið í 100 kilometrum. Føroya sterkasti súkklari, Rógvi Johansen, boðaði fyrr í hesi vikuni frá, at hann ikki hevur møguleika at luttaka í kappingini, so [...] tann, at hann hevur ivaleyst at takast við millum sterkastu súkklararnar í Danmark. Tað gongur alt betri hjá Rógva, og hann hevur í fleiri førum vunnið sær stig í sterkastu donsku røðini. Einki er at taka
sigur, at felagið í útgangsstøðinum varð stovnað við tí endamáli at vera við í fyrsta leitiumfarinum í Føroyum. Og tá teir skuldu velja eitt samtak at arbeiða saman við varð mett um, hvat var rætt at samstarva [...] sjálvur, at tað er sera áhugavert sum tað einasta føroyska felagið at vera við í tí fyrstu útbjóðingini. -Gott nokk er tað nevnt, at talan er um tvey føroysk oljufeløg, men til tað vil eg bert siga, at tað [...] tað er eisini okkara ynski, umframt at vera við til at geva samtakinum eitt veruligt føroyskt innihald, at kunna byggja upp eitt óheft føroyskt oljufelag, uttan at skula vera umboð fyri útlendsk áhugamál
forsetan so nógv til, at fólk skuldu gloyma at tosa um sosialt rættvísi, um útbúgving og pensiónstrygd. Men tað skuldi tíanbetur vísa seg, at veljarnir góðtóku ikki hesa ræðslukampanjuna. HÓAST republikanski [...] Tað er møguleiki fyri, at USA ár 2000 fer at fáa ein republikanskan forseta, og tað er ómetaliga týdningarmikið fyri ta stóru fjøld av íbúgvunum í USA, at hesin - um hann verður valdur - er av tí hóvliga [...] Lewinski málinum skuldi brúkast til ikki bert at vinna á Clinton og fáa hann frá, men hetta høvið skuldi brúkast til nakað meira og størri, nevniliga hetta at fáa teimum høgravendu fundamentalistunum í
leysatíðindini gingið um at landsstýrismaðurin í fiskimálum skal hava framt neyðtøku. Tað byrjaði við at Oyggjatíðindi fyri tveimum mánaðum síðan tók málið upp. Tað fekk John Petersen at leggja sak móti blaðnum [...] sigur við Sosialin, at tað ikki er hent áður, at reglan við dupult afturlætnum hurðum hevur verið nýtt í Føroyum. Hann veit ikki hví henda regla er nýtt í hesum føri, men upplýsir annars, at sjálv skuldsetingin [...] tíðindini, at John Petersen hevði verið grundlógaravhoyrdur fyri dupult afturlætnum hurðum, við kravi um varðhaldsfongsling, meðan kanningarnar av málinum fóru fram. Føroya rættur metti kortini ikki, at skuldsetti
fyrireikararnar hava haft gruna um, at Sigrid fór at savna nógvar áhoyrarar. Prógv fyri hesum var, at veggurin og tjøldini ímillum konsertsalin og klingruna vórðu tikin niður, so at nærum alt húsið gjørdist ein [...] ur. Og ikki var torført at fylla hendan salin. Nei, tað komu so nógv fólk til konsertina, at møguleiki var ikki hjá øllum at finna sær sess. United Voices Í skránni stendur, at United Voices er sett saman [...] orsøkunum til, at so nógv fólk møttu til konsertina. Sangararnir vóru jú úr brøðrasamkomuni, adventistasamkomuni, heimamissiónini og so framvegis, og gjørdi hetta kanska, at nú var møguleiki fyri at koma til
ongan hug at fara í minni báti tvørtur um suðuroyarfjørð. Trupulleikin við at flyta dystir í seinastu umførunum er, at kappingarnevndin vil hava allar dystirnar at verða spældar í senn. Hetta tí, at úrslit [...] smáskaddur í fleiri vikur, men hann ætlar sær at spæla báðar teir seinastu dystirnar. Vilja flyta dystin NSÍ hevur roynt at sannført kappingarnevndina hjá FSF um, at best er, um dysturin millum Sumba og NSÍ [...] 1. deild áðrenn tvey tey seinastu umførini. Teir eru trý stig aftanfyri ÍF, og tí er skjótt at rokna út, at skal lív verða laga í 1. deild, má Sumba hava stig burtur úr móti NSÍ. Tveir av útlendsku spælarunum
Niclassen, flogvallarleiðari í Vágum, sigur, at sum hann hevur skilt, er talan um eina ógvuliga neyva skipan. Hann fær tó ikki sagt, um hon fer at gera, at tað ber til at lenda í Vágum í svartasta mjørka. Hetta [...] ein útvíðka GPS skipan, ið eisini sýnir hæddina hjá flogførununum. Men fyri at hetta skal vera møguligt, er eisini neyðugt at hava støðir á landi. Tískil verða slíkar landstøðir settar upp í teimum londunum [...] skipaninaø. Ætlanin er, at ein sendi- og móttakarastøð skal setast í flogfarið hjá Atlantsflog og ein í tyrluna. Tað serliga við sendi- og móttakarastøðunum í flogførunum er, at hesar virka sum repeatarastøðir
tí at føroyingar eta feitan mat. Fyribyrgjandi tiltak Endamálið hjá Hjartafelagnum við hesum tiltakinum er at fyribyrgja hjartasjúkur, og fyri at geva fólk møguleika at kanna seg. Enn vantar tó at gera [...] til at siga, hvussu heilsustøðan er, sigur HeðinThomsen. Kanningar áður av hesum slag hava víst, at føroyingar hava nógv kolesterol í blóðnum. Spurdur, hvussu tað ber til, sigur Heðin Thomsen, at tað lutvíst [...] greitt, og tað er, at øll sum roykja, fáa boð um at gevast, sigur Heðin Thomsen. Blóðroyndirnar verða lidnar í næstu viku, og síðan skulu brøvini skrivast. Heðin Thomsen væntar, at øll, sum hava verið
ikki minst hevur tað eisini týdning, at loftini eru burtur. Tað kann gera, at avmarkingarnar hjá vinnuni at gera íløgur, tí ein livir við hóttanini um loftini, nú fara at geva einum størri liðiligheit og tað [...] tað vera spennandi at síggja, hvussu gongdin verður í 99, tá vit sleppa at royna nýggju avtaluna í verki. -Eg síggi fyrst og fremst størstu møguleikarnar í nýggju avtaluni við ES at liggja í laksavinnuni [...] ni, sum stóð á odda fyri samráðingunum.Men tað er greitt, at tað hava eisini verið mong onnur fólk, sum hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa hesa avtaluna í hús. Millum teirra er Tommy Petersen, sum