Leygardagin fara føroysku súkklarnir at kappast um meistaraheitið í 100 kilometrum. Føroya sterkasti súkklari, Rógvi Johansen, boðaði fyrr í hesi vikuni frá, at hann ikki hevur møguleika at luttaka í kappingini, so tað verður undir øllum umstøðum talan um nýggjan føroyameistara í ár.
Teinurin
Kappingin byrjar kl. 10 leygarmorgunin, og byrjað verður í Skálabotni. Koyrt verður síðani til Funnings, upp um Eiðisskarð, áðrenn leiðin gongur til Havnar umvegis Signabøtunnilin.
Í Havn verður koyrt á teininum Eystari Ringvegur, Sundsvegur, Vegurin Langi, Hvítanesvegur og aftur á Eystara Ringveg. Hesin teinur skal koyrast seks ferðir, og málið verður áraka bygningin hjá Elektron.
Rógvi ikki við
Rógvi Johansen, ið gjørdist føroyameistari í bæði 100 og 30 km í fjør verður ikki við í ár. Orsøkin er tann, at hann hevur ivaleyst at takast við millum sterkastu súkklararnar í Danmark. Tað gongur alt betri hjá Rógva, og hann hevur í fleiri førum vunnið sær stig í sterkastu donsku røðini.
Einki er at taka seg aftur í, at Rógvi var greiður favorittur, um so var, at hann eisini var við í ár, men hetta hevur so tíverri ikki ligið fyri hjá honum.
Hetta hevur so tað við sær, at spenningurin nú er rættiliga stórur um hvør so verður meistari. Møguleikarnir eru nú fleiri, og skulu vit gita hvør verður meistari í ár so verður tað helst ein dystur millum Jóhann Brend, Kára Brattaberg, Sverra Mohr Edvinsson og Gunnar Dahl-Olsen.
Eisini fyri tey yngru
Mansunglingar og kvinnuunglingar kappast eisini um meistaraheitið í ár, men tey koyra ikki 100 km, men 70 km.
Hesi byrja somuleiðis í Skálabotni, og koyra eisini sama tein til Havnar, men fyri teirra viðkomandi endar kappingin, tá tey hava vunnið fram til Havnar.
Annars fer bussur við luttakarum úr Havnini kl. 8.30, og er sjálvandi møguleiki at flyta súkklurnar inn á Skálafjørðin á henda hátt.
Tórshavnar Súkklufelag minnir súkklararnar á, at fyri at sleppa at luttaka er krav at súkklarin bæði hevur hjálm, endurskin og ljós.