Amerikanska valið

TAÐ eydnaðist ikki teimum høgravendu og ultrakonservativu í republikanska flokkinum í USA at fáa ta framgongd við valini í farnu viku, sum teir høvdu vónað og roknað við.

ATBURÐUR forsetans í Lewinski málinum skuldi brúkast til ikki bert at vinna á Clinton og fáa hann frá, men hetta høvið skuldi brúkast til nakað meira og størri, nevniliga hetta at fáa teimum høgravendu fundamentalistunum í republikanska flokkinum ovurstórt vald. Clinton-kampanjan var bert hamurin, sum hesir høgravendu politikarnir høvdu latið seg í. Innan fyri henda ham livdi ein maktgyrnd og ein høgravendur hugsunnarháttur, sum skuldi brúkast til at kollvelta amerikanska samfelagnum.


HER var í veruleikanum talan um eina uppgerð við tær liberalu og sosialdemokratisk líknandi kreftirmar í demokratiska flokkinum. Endamálið var at svína forsetan so nógv til, at fólk skuldu gloyma at tosa um sosialt rættvísi, um útbúgving og pensiónstrygd. Men tað skuldi tíanbetur vísa seg, at veljarnir góðtóku ikki hesa ræðslukampanjuna.


HÓAST republikanski flokkurin framvegis hevur meirilutan í teimum báðum tingunum eftir valini, so gekst langtfrá sum hann hevði ynskt. Tvørturímóti fingu demokratarnir eitt sera gott val, tá hugsað verður um, at teir eiga forsetan. Vanliga fer tann flokkurin, sum eigur forsetan, sera nógv aftur til slík val. Men so skuldi ikki vera hesaferð.


TAÐ vóru ikki minst tey svørtu og arbeiðararnir, sum stuðlaðu demokratunum til valini í farnu viku. Høvuðsmálini tey løgdu dent á vóru eisini mál, sum demokratarnir meta høgt, nevniliga ein góðan og sunnan búskap, eina betri sosiala trygdarskipan, betri útbúgvingarmøguleikar og eitt heilsuverk, sum tænir teimum mongu heldur enn teimum fáu.


VIT fegnast um, at tær fundamentalistisku og ultrakonservativu kreftirnar í USA ikki fingu viðhald við valini í síðstu viku. Hetta hevur vónandi aftur givið teimum hóvligu republikanarunum nakað at hugsa um. Tað er møguleiki fyri, at USA ár 2000 fer at fáa ein republikanskan forseta, og tað er ómetaliga týdningarmikið fyri ta stóru fjøld av íbúgvunum í USA, at hesin - um hann verður valdur - er av tí hóvliga slagnum. Hvørki USA ella heimurin sum heild hava brúk fyri einum høgravendum forseta, sum brýtur niður alt tað, sum roynt hevur verið at byggja upp í hesum margháttliga landi - sum um somu tíð er heimsins ríkasta og heimsins fátækasta land.