Skuldsetingin er nú almenn

Seinnapartin í gjár var John Petersen alment skuldsettur fyri at hava neyðtikið eina 17 ára gamla gentu, fyri sløkum hálvum triðja ári síðan. Tað sigur Jens Severinsen, politiákæri. Nú halda kanningarnar fram, fyri at vita, um grundarlag er fyri at ákæra landsstýrismannin, ella um málið skal detta burtur

Í longri tíð hava leysatíðindini gingið um at landsstýrismaðurin í fiskimálum skal hava framt neyðtøku.

Tað byrjaði við at Oyggjatíðindi fyri tveimum mánaðum síðan tók málið upp. Tað fekk John Petersen at leggja sak móti blaðnum, fyri ærumeiðing. Tað málið kemur fyri rættin 20. oktober í ár.


Rætturin noktaði varðhaldsfongsling

Fríggjadagin frættust tíðindini, at John Petersen hevði verið grundlógaravhoyrdur fyri dupult afturlætnum hurðum, við kravi um varðhaldsfongsling, meðan kanningarnar av málinum fóru fram.

Føroya rættur metti kortini ikki, at skuldsetti skuldi varðhaldsfongslast, og tað metti Landsrætturin heldur ikki.

Serligar rættarreglur vóru tikinar í nýtslu í hesum máli. Hurðarnar vóru dupult afturlætnar, sum merkir, at als einki lekur út um tað, sum fer fram - áðrenn, undir og aftaná avhoyringarnar. Vanliga verða reglurnar viðvíkjandi rættarfundum fyri afturlætnum hurðum tiknar í nýtslu, tá serliga álvarslig ella viðkvom mál verða reist í rættinum. Í slíkum førum kann henda regla nýtast.

Tá verður vanliga skuldsetingin sett fram alment, har tíðindafólk o.o. eru hjástødd, men síðan verða fólk koyrd út, áðrenn avhoyringarnar byrja fyri afturlætnum hurðum.


Óvanligt at nýta hesa reglu í Føroyum

Í hesum føri var sjálv skuldsetingin sett fram fyri afturlætnum hurðum, og tað merkir, at als einki lekur út, um tað, sum fer fram undir avhoyringunum.

Jens Severinsen, politiákæri, sum hevur málið um hendi, sigur við Sosialin, at tað ikki er hent áður, at reglan við dupult afturlætnum hurðum hevur verið nýtt í Føroyum.

Hann veit ikki hví henda regla er nýtt í hesum føri, men upplýsir annars, at sjálv skuldsetingin nú er almenn.


Úrslit av kanning umeinar 14 dagar

John Petersen er skuldsettur fyri at hava framt siðamisbrot ella neyðtøku móti ungari gentu, sum var 17 ár fyri hálvum triðja ári síðan.

Nú arbeiðir politivaldið víðari við málinum. Ætlanin er at arbeiðið við kanningum o.ø. varir einar 14 dagar, og at tað síðani skal takast støðu til, hvørt ákæra skal reisast móti landsstýrismanninum, ella um málið dettur burtur.