Orð og myndir:
John Johannessen
Ikki veit eg, um heimskendi bassleikarin Niels Hendrik Ørsted Petersen hevur liðið av undirlutakenslum, eftir at Sigrid Rasmussen hevði verið á palli í Norðurlandahúsinum hóskvøldið. Men sannroyndin var tann, at Sigrid hevði drigið nærum dupult so nógvar áhoyrarar og áskoðarar inn í húsið.
Tó munnu fyrireikararnar hava haft gruna um, at Sigrid fór at savna nógvar áhoyrarar. Prógv fyri hesum var, at veggurin og tjøldini ímillum konsertsalin og klingruna vórðu tikin niður, so at nærum alt húsið gjørdist ein veldugur konsertsalur. Og ikki var torført at fylla hendan salin. Nei, tað komu so nógv fólk til konsertina, at møguleiki var ikki hjá øllum at finna sær sess.
United Voices
Í skránni stendur, at United Voices er sett saman av limum úr ymiskum kristnum samkomum kring landið. Og hetta er kanska ein av orsøkunum til, at so nógv fólk møttu til konsertina. Sangararnir vóru jú úr brøðrasamkomuni, adventistasamkomuni, heimamissiónini og so framvegis, og gjørdi hetta kanska, at nú var møguleiki fyri at koma til eitt átrúnaðarligt tiltak - um ein kann kalla tað so -, ið ikki tók dagar ímillum hvørja samkomu, ið fólk hoyrdu til.
Áskoðararnir við
Allir teir nógvu áskoðararnir høvdu sanniliga eisini sín leiklut í konsertini. Tað var nevniliga ikki sjálvdan, at teir reistu seg upp og klappaðu við til tær lættleiktu rútmurnar, ið floymdu út yvir salin hetta kvøldið.
Serliga fegnir vóru áskoðararnir fyri framførsluna hjá Sigrid, og eisini fyri tað seinasta eykalagið. Og hetta eykalagið var eisini nakað serligt. Við í hesari framførðslu var ein genta, ið ?sang? og dansaði á deyvamálið. Hetta, haldi eg, var sera hugtakandi.
Lættur um hjartað
Tá ið ein trein út aftur úr Norðurlandahúsinum; út í tað stilla og vakra heystarkvøldið, tá var ein vorðin lættur um hjartað, av øllum teimum vøkru røddunum, ið høvdu rungað í okkara perlu av mentanarhúsi, ovalaga í heimsins nalva. Heilt víst eiga vit skapandi fólk í Føroyum.